leygardagur 9. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 193 - 9. oktober 2004
Nr. 193 - 9. oktober 2004
29
Nú kemur Húsakórið:
Húsagongd úr Danmark til
Føroya við sangi og gleimi
Húsakórið í Keypmannahavn er gamalt føroyskt kór við traditiónum.
Húsakórið seta tey flestu í samband við útisetar í Keypmnnahavn og rætt er
tað, men talan er bæði um fyribils útisetar og tey, sum eru meira tilkomin, og
sum hava fastan bústað í danska høvuðsstaðnum. Men fyri fyrstu ferð vitjar
kórið heim á klettarnar, so í næstum fáa føroyingar vitjan av Húsakórinum,
og kórið vitjar í Vestmanna, Vági, Fuglafirði og í Norðurlandahúsinum
KÓRVITJAN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Fyri teir flestu av oyggjabúgvum
okkara stendur heitið "Húsa-
kórið" óivað í eini romantiskari
og gleðisskygdari glæmu. Og
hetta annaðhvørt tí oyggjabúgvar
sjálvir sum fastlandsbúgvar á
yngri árum hava verið partur av
kórinum, ella teir har hava notið
gott av tónavirksemi kórsins,
eina mest í Føroyahúsinum í
Keypmannahavn, har kórið
heldur til, eins og føroyingar
flestir, ið staddir eru í danska
høvuðsstaðnum.
Kórið er ein av trúgvu og
drúgvu táttunum, ið tengdir eru
at drúgvu søgu føroyinga í
útlegd og at Føroyahúsinum.
Men ferðir til Føroya eru ikki
gerandiskostur, í veruleikanum
púra ókendar, men í næstum fáa
føroyingar høvi at at hoyra
føroyingar í Keypmannahavn á
kórvitjan í Føroyum. Húsakórið
kemur nevniliga á vitjan og
ferðaskráin er henda:
Sangskráin er ógvuliga fjøl-
broytt. M.a. hevur kórið frum-
framførslu av einum nýggjum
verki, sum Pauli Hansen hevur
komponerað, Pauli er vágbingur,
búsitandi í Havn. Orðini eru eftir
Tummas Napoleon Djurhuus.
Tað snýr seg um tann partin av
samlaðu yrkingum hansara, sum
kallast Sólarmessa. Av øðrum
kann nevnast Negro Spirituals,
føroyskir og norðurlendskir
sálmar og sangir, verk av Niels
W. Gade, av Felix Mendelssohn
Bartholdy og mongum øðrum.
Eisini hevur kórið ein sang, sum
ein kórlimur - Sámal Matras
Kristansen - hevur gjørt orð og
lag til.
Drúgv søga
Søga kórins er long. Mong eru
tey, sum á einhvønn hátt er tengd
at kórinum, sum ber føroyskan
arv og framtíðar anda fram í
Keypmannahavn. Fyrrverandi
útisetar og kórlimir, ella bara
njótarar av kórsangi, og sum nú
eru aftur í Føroyum, kenna kórið.
Eisini fólk, sum varða av teim-
um, ið á einhvønn hátt eru, ella
hava verið, partur av kórinum.
Og so tey, sum eru støðugur
grundarsteinur og teirra avvarð-
andi.
Ein av limunum sigur soleiðis:
- Tað sita nógv fólk heima í
Føroyum, sum onkuntíð hava
sungið í Húsakórinum. Hvussu
nógv veit ongin, tí tíverri finst
ongin limalisti - bert frá teimum
seinastu 3 árunum. Men flestu
bygdirnar í Føroyum hava nokk
verið leverandørar av kórlimum í
gjøgnum tíðina.
Kórið hevur eisini sera stóran
sosialan týdning fyri útisetar í
Keypmannahavn, bæði fyri ung
lesandi, og tey meira tilkomnu
fastbúgvandi.
Forkvinna í kórinum er Astrid
Viderø. Kórið er gamalt og
hevur søgu og
mangir kórleiðarar
hava leitt kórið.
Lat okkum hoyra
formannin greiða
frá, samantvinnað
við eitt sindur av
agni av alnótini:
- Tað kann sigast,
at Húsakórið tók
arvin upp eftir teim-
um gomlu studentar-
kórunum, sum byrj-
aðu í 30’unum. Kórið
fekk navnið Húsa-
kórið, tá tað varð sett
á stovn í Føroyahús-
inum í Store Kongens-
gade 108, og Christian
Wahl stjórnaði. Hetta
var umleið 1970.
Kórið hevði ymiskar
kórleiðarar tey fyrstu
árini, men frá 1978 og
til mars 2000 var
Marianne Clausen,
dóttir Karl Clausen,
kórleiðari. Í mars 2000
tók kenda føroyska tónaskaldið
Sunleif Rasmussen leiðsluna av
kórinum. Í september 2001 tók
Tórur á Brúnni við eftir Sunleif.
- Umframt at vera við í ymisk-
um tiltøkum í Føroyahúsinum,
hevur kórið uml. 8 konsertir um
árið. Tað er vorðið siður, at
kórið luttekur í føroysku guds-
tænastuni 2. jóladag í Samuels-
kirkjuni á Nørrebro. Gudstæn-
astan verður útvarpað í Dan-
marks Radio P1. Húsakórið tók,
saman við fyrisitingini í Føroya-
húsinum og Grønlændernes Hus,
í 1998 stig til eina árliga Norður-
atlantiska Jólakonsert í desember
mánaða, við luttøku av føroysk-
um, grønlendskum og íslendsk-
um kórum í Keypmannahavn.
Konsertin verður hildin í
Helligaandskirken, Strøget.
Ein ella tveir jólasangir verða
sungnir sum felagssangir á
teimum fýra ymisku
málunum.
- Síðan 1996 hevur verið
skipað fyri eini Norður-
atlantiskari Kórstevnu.
Kórstevnan var í ár hildin á
Den Nordatlantiske Brygge
og fer framyvir at vera hild-
in her annað hvørt ár. Hetta
er fyrstu ferð, at Húsakórið
kemur konsertferð til Før-
oya. Ofta hevur verið tosað
um tað, men so hevur tað
peningaliga altíð sett ein
stoppara fyri og ístaðin
hevur ferðin verið løgd til
Svøríki ella Polen, eisini hevur
kórið havt konsertir ymsastaðni í
Danmark.
- Fyri 2 árum síðani var so
støða tikin til, at kórið skuldi til
Føroya, og so mátti arbeiðast
dúgliga fyri at savna so mikið av
peningi saman, at allir kórlimir
høvdu ráð at koma við til Før-
oya, og er hetta nú eydnast.
Kórið hevur fingið stuðul ymsa-
staðni frá, og kórlimirnir hava
eisini sjálvir verið sera virknir at
savna pening. Húsakórið gleðir
seg sera nógv til at koma heim,
og ikki minst Tórður á Brúnni,
sum flutti til Danmarkar sum 12-
ára gamal, siga fyrireikararnir.
Fleiri við
Í ferðini vera 37 sangarar. Jóanes
Nolsøe verður eisini við á ferðini
og fer at spæla urgu.
Kórleiðarin Tórður á Brúnni,
cand. theol, er føddur í 1963 í
Keypmannahavn av føroyskum
foreldrum, Frímann S. á Brúnni
og sjúkrasystir Mimi á Brúnni
Hann búði í Føroyum frá 1968 til
1976. Er útbúgvin á tí Kgl.
Danske Musikkonservatorium í
1996. Tórður hevur spælt sum
organistur í donsku fólkakirkjuni
síðani hann var 14 ára gamalur.
Býr í Sorø, har hann síðani 1987
hevur verið tónleikalærari á Sorø
Private Realskole. Síðani 1999
hevur hann verið virkin sum
kórleiðari.
Týskvøldið . . . . . . . .12.10.04
kl. 20.00 . . . Vestmanna skúla
Mikukvøldið . . . . . . .13.10.04
kl. 20.00 . . . . . . . .Vágs kirkju
Fríggjakvøldið . . . . . .15.10.04
kl. 20.00 . .Fuglafjarðar kirkju
Leygardagin . . . . . . .16.10.04
kl. 16.00 .Norðurandahúsinum
Húsakórið setti sín serstaka dám á, tá Norðurbryggjan lat upp í
Keypmannahavn fyri einum ári síðani.
Myndir: Jan Müller
UMMÆLI
Kim Simonsen
Síðani Norðuratlantsbryggjan
opnaði hava vit bæði sæð og
hoyrt meiri til t.d. føroyska list í
Keypmannahavn. Danskir
listasøgufrøðingar skriva bøkur
um t.d. Trónda Patursson, men
onkur ummælari helt tó hesa bók
umboða eina løgna folklorisering
og ein serligan uppruna- og
náttúrulongsul hjá høvundanum
og hjá dønum, ið eg eisini
endurfann á Bredgade
Kunsthandel.
Hvør umboðar hvønn?
Í dag síggja vit eina økta gransk-
ing í nationalismu, regionalismu
og globalisering. Serliga antro-
pologar hava við postkolonialari
ástøði víst okkum, at fólkasløg
mangan hava skapt teirra mentan
(og fína mentan) eftir uppskrift
frá hjálandaveldinum. Antro-
pologar hava eisini víst at teir
sjálvir mangan skapa tað sum
teir granska, tí eftir at ferðafrá-
sagnir hava skapt eina serliga
"mynd", ið ofta er misvísandi,
byrja fólkini í landinum sjálvi at
trúgva á hesar myndir og at
endursmíða teirra mentan eftir
hesum fyrimyndum, ið síðani
skapa ein marknað fyri lista-
handverk og annað. Eg haldi at
hetta passar partvíst alt ov væl
um hesa framsýning í Bredgade,
ið m.a. eisini er marknaðarførd á
forsíðuni á donskum avísum sum
"Færø Expo". Teir føroysku lista-
menninir geva keyparunum tað
tey vilja hava, ið er "Færøkunst"
og eitt "Færø sum Færø", sum
náttúrulyrisk borgarlig sofa-
stykki, púrt uttan misljóð.
Undantak eru tó Torbjørn
Olsensa kvinnumyndir og onkrar
av stóru myndunum hjá Kára
Svensson, ið eru spennandi. Eg
haldi at nógv av restini er keðilig
list, ið akkurát er nóg modern-
istisk og semiabstrakt, so hon
sær út sum um hon er modernað,
men er sama regionalistiska
heimstaðarlistin, ið so lætt kann
gerðast folklorisma, nærri skild
við t.d. fosturlandssangin enn
ljóðið av føroyska rokkinum.
Persónliga eri eg mest áhugaður í
nútiðarlist, ið eg haldi kann nógv
meiri enn klassiska náttúrumáln-
ingalistin nakrantíð hevur kunna,
eg eri tí lítið áhugaður í náttúru-
myndum, ið man fyri tað mesta
skal vera ein eitt sindur romant-
isk sál fyri at dáma. Tveir dagar
áðrenn eg sá hesa framsýning
hevði eg eina samrøðu við kendu
donsku listamenninar Chr.
Lemmers og Michael Kvium, ið
mun til hetta var "Færø Expo"
sum at traðka inní eina tíðar-
maskinu og spola tíðina aftur
eini 80 ár.
Er hetta samtíðarlist?
Bredgade Kunsthandel er ein av
teim elstu listahandlunum í
Danmark. Hetta gallarí sigur seg
arbeiða við at selja klassiska
modernismu og samtíðarlist.
Men øll sum hava fylgt bert eitt
sindur við hugtakinum "samtíð-
arlist" vita, hvussu torført tað er
at avmarka hetta hugtakið. Tosa
vit í Danmark um "danska" og
"klassiska samtíðarlist " sum
Oluf Høst, Cobra við Asger Jorn,
Richard Mortensen og Robert
Jacobsen, ella um klassiska
avantgardulist, sum t.d. poplist,
fluxus og Bjørn Nørgaard, um
Chr. Lemmers og Michael
Kvium ella um Ólafur Eliasson.
Hesin seinasti arbeiðir við
optiskum intallatiónum, ið broyta
lit og skap alt eftir hvussu vit
standa í mun til verkið?
Øll sum hava verið á kendum
nútíðarsøvnum í stórbýum, sum
Berlin, London og Paris vita
hvussu ágangandi og deiliga
avbjóðandi nútíðarlistin er. Hon
er ikki longur eykend av landa-
markum, tað er t.d. ógjørligt at
siga, at Eliasson er dani, íslend-
ingur ella beinleiðis hvønn
nationalitet hansara list umboðar.
Tað sama er hent við føroyskum
listafólkum sum Hanna Bjartalíð,
Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen,
Sigrun Gunnarsdóttir Niclassen
og Anker Mortensen.
Tað hevur leingi borið á henda
bógv, at næsta stigið í menning-
ini av føroyska listaheiminum
má vera ein radikal nýskapan og
at "føroysk" list ikki bert skal
umboða tjóðina, náttúruna og
heimstaðin, men samfelagið og
heimin. Eg veit væl at hetta er
fýrakanta, men nærum øll før-
oysk list er romantisk fýrakanta
og heimføðislig og tí eru hesi orð
neyðug.
Positiv ella negativ?
List er sum týski filosoffurin
modernistiski fagurfrøðingurin
Th. Adorno tók til bæði autonom
og ein partur av tíðini og samfel-
aginum, sjálvt um hetta er ein
mótsetningur, tí at tað er samfel-
agið, ið er til staðar í verkinum,
ið skapar viðurskifti millum
samfelagið og listaverkið og ikki
hvussu listin er til staðar í sam-
felaginum. Adorno meinti, at list
sum beinleiðis vevur samfelags-
mál inn í listina er uttan týdning
og ov rein list, ið arbeiðir aka-
demiskt við forminum eisini er
uttan týdning. Millum hesi er
verulig list okkurt sum tekur
empiriskar royndir og veruleikan
og broytir hann. Adorno dámdi
best negativa list, ið var lokað
fyri tulking og ikki vil gera seg
til eina vøru, sum t.d. tónleikurin
hjá Schönberg,
tí óskiljandi
formur er meiri
provokerandi
og kritiskur
enn tað sum er
lagaligt og
endurframleiðir
stirðnaðar siðir,
tí slík list er
provinsiel.
Eg havi fyrr
undrast um hví
so nógvir
málarar sum
t.d. Zacharias
Heinesen,
Bárður Jákupsson, Tróndur
Patursson, Kári Svensson, Ólivur
við Neyst, Amariel Norðoy,
Torbjørn Olsen nærum altíð
skulu arbeiða við føroyskum
landsløgum, hví vit altíð skulu
hóma fuglar, fjøll, havið og skip
í myndunum og eitt serligt
føroyskt farvuspæl hjá nærum
øllum hesum listafólkunum, um
tey so eru abstrakt sum Ingálvur
av Reyni. Er tað neyðugt at mála
slíka list fyri at liva sum listafólk
í Føroyum? Undir øllum um-
støðum, so er hetta alt ov homo-
gent. Eg haldi at hesir føroysku
málarar eru stirnaðir og endur-
framleiða náttúrumálningin, so
tað er nærum absurd. Høvdu
William og Heðin Brú bert
skriva náttúrulýsingar, hevði
Janus bert lýst brim og grønan
bø, hevði Kári P. bert sungið um
brim í Mikinesi, hevði Katrin
Ottarsdóttir bert gjørt film um
hvussu ljósið skiftir í Mikladali,
hevði Eyvør bert sungi um nátt-
úrupplivingar, so høvdu vit hild-
ið tey verið keðilig. Men málar-
nir tey hava fingið frið við teirra
náttúruromantikki, eingin sigur
nakað ella undrast yvir at teirra
motiv bert kunnu vera av nátt-
úruni (undantøk eru tó sum t.d.
Mikines og Smith). Áhugaverdi
spurningurin í dag er, hvat er
føroysk list? Og hví er hon tað?
Skal hon vera "føroysk", sum
náttúrulýsingar hjá Amariel
Norðoy og Kára Svensson?
Føroysk list er kanska meiri
enn vit halda skapt av útlending-
um, ið eins og Søren Ryge Peter-
sen vilja hava okkurt serligt reint
og upprunaligt og kanska okkurt
semiabstrakt "náttúru eitt ella
annað", men hesi hava ongan
áhuga í gerandisdaginum, lív-
inum og eksistentiellum temaum
hjá føroyingum í dag. Skal ein
føroyingur fáa góð ummæli í
Danmark skal hann nærum
umboða okkurt serføroykst.
Aðrar leiðir
Tey yngru føroysku listafólkini
ganga tó meiri hetrogenar vegir í
dag, men hetta tey gera, ið man
kann síggja á Bryggjuni og í
Listaskálanum av og á, er júst
ikki "Færøkunst" og kann tí helst
ikki seljast á sama hátt í Dan-
mark. Fleiri av hesum detta sum
Adorno í felluna og gerðast hin
vegin innilæst í akademiskum
formum. Eg hevði vilja at tey
heldur kastaðu seg yvir gerandis-
dagin, ella bert yvir ljós, ljóð og
videoinstallatiónir. At tey tordu
at sleppa úr
jarnbúrinum, ið
autonoma
verksfatanini eisini
er. Eg skilji ikki
hví eingin í dag
hevur víst á
fremmandagerðing
og einsemi í okkara
tíð á bygd. Hví málar eingin eitt
parkeringspláss á nátt, eina
svimjihøll (sum Hockney),
kioskir, handilsskelti, ein
cheesburgara ella ger papmasje
standmydnir av vanligum
børnum, prætikantum og
fantastum - hví er alt sama
suppan, hví er eingin munur á
tema og evni hjá nærum øllum
málarum? Hvar eru bilar, bussar,
ung fólk á Vaglinum, ið fríggja
har onnur halda møtir ella flagg-
dagshald. Hvar eru listafólk, ið
tora at punktera hvussu føroy-
ingar síggja seg sjálvar, ella vilja
síggja seg sjálvar. At vísa okkum
fyri tíggju túsundu ferð hvussu
Mikladalur ella Mykines, ella ein
alda sær út í sól og regni er
óoriginalt.
Er hetta føroysk list, so er
uppá tíðina at gevast at gera
"føroyska list" og skapa eina
meiri fjølbroytta list og lata
náttúruna sovna á hvíldar-
heiminum. Skulu vit hava "før-
oyska list", so haldi eg sum Rim-
baud, at neyðugt er at vera abso-
lut modernaður og ein partur av
okkara tíð, og sum Adorno, at alt
annað er provinsielt.
Færø Expo 2004, Bredgade
Kunsthandel, Bredgade 69, 2.
oktober til 23. oktober.
Færø Expo í Keypmannahavn
-Eitt Færø sum Færø
Leygardagin lat Bredgade Kunsthandel eina framsýning upp við
fleiri av teim kendastu føroysku málarunum. Við á framsýningini
eru Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni, Amariel Norðoy, Zacharias
Heinesen og Kári Svensson. Bredgade er hin fínasta gøtan fyri
listahandil í Danmark og staðið har kend listafólk hava
framsýningar. Bredgade umboðar alt sum er etablerað og fínt,
men hesi gallarí eru tó ikki kend fyri at umboða nýggju listina,
ella listina í dag.
"Il faut etre absolument moderne"
("Neyðugt er at vera absolut modernaður").
Rimbaud
C
M
Y
K
29
28