leygardagur 9. oktober 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
AD-Import hevur fing-
ið eina Aprilia RSV1000R
motorsúkklu heim.
Súkklan er nakað av tí
besta, sum evropeiski
motorsúkkluídnaðurin
hevur skapt higartil.
MOTORSÚKKLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Aprilia RSV1000R er ein
koyriuppliving í serklassa,
sum setur krøv reaktiónsevn-
ini hjá føraranum. Súkklan er
so stór og kvik, at tað er skjótt
at ferðin verður alt ov stór,
uttan at førarin varnast tað.
Motorurin er ein 1,0 litur 4-
takts vatnkøldur við tveimum
sylindarum
og
dupultum
yvirliggjandi knastakslum,
138 hk og 6 gir.
Hóast Aprilia RSV er ein
stór súkkla sum vigar 189 kg,
virkar hon sera løtt at koyra.
Tað at tyngdipunktið er
frammaliga og ovarliga gevur
eina ómetaliga góða javnvág,
sum ger at súkklan hevur
sportsligar koyrieginleikar í
toppklassa, eisini í svingum.
Størsta minus við Aprilia
RSV er, at hon er so góð at
koyra á, at um man veruliga
vil njóta súkkluna, er skjótt,
at koyrikortið er í vanda.
Aprilia RSV1000R
Motorurin:
1,0 litur – 4-takt – 143,8 hk v/9.980 umdr/min
0-100 km/t:
3,2 sek (á einum strekki upp á 46 metrar)
400 metrar:
10,6 sek (tá er ferðin 217,8 km/t)
Toppferð:
289,1 km/t
Bensinnýtsla: 10,8 km/l
Stødd og vekt:
Longd
203,5 cm
Breidd
73,0 cm
Hædd
114,5 cm
Aksilfrástøða 141,8 cm
Eginvekt
189 kg
Bensintangin:18 litrar (inkl. 4 litur eykatanga)
Koyrir 194 kilometrar upp á ein tanga
Prísur:
kr. 209.998,-
Søluumboð: AD-Import
R.C.Effersøesgøta 21
FO-100 Tórshavn
Tel. 309999
www.ad-import.fo
Aprilia RSV 1000R:
Koyriuppliving í serklassa
Aprilia RSV1000R er ein koyriuppliving í serklassa,
sum setur krøv reaktiónsevnini hjá føraranum.
Mynd: Jens Kr. Vang
Á Innandalsvegi í
Fuglafirði er fyritøkan
Auto gloss, sum hevur
spesialiserað seg í upp-
rætting og lakkering.
Umframt bilar lakkera
teir eisini t.d. hurðar,
vindeygu o.l.
BILVERKSTAðUR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað er 25 ára gamli fuglfirð-
ingurin og bilmekanikarin
Sonni á Horni, sum eigur og
rekur fyritøkuna.
Auto gloss hevur spesiali-
serað seg í upprætting og
lakkering av bilum. Teir eru
væl útgjørdir við t.d. upprætt-
arabeinki, sproytukabinu og
nútímans sveisiamboðum.
Teir hava eisini tey neyð-
ugu amboðini til plastikkum-
vælingar av t.d. kúfangarum
og øðrum plastikklutum.
Umframt bilar lakkera teir
eisini vindeygu, hurðar o.l.
Bjarnastein-gittarkassarnir
verða eisini lakkeraðir hjá
Auto gloss.
Trý til fýra starvsfólk ar-
beiða hjá Auto gloss, sum
hevur tel. 444400 og 221487
og heldur til á Innandalsvegi
36 í Fuglafirði.
Auto gloss, Fuglafjørður:
Spesialistar
í upprætting
og lakkering
31