Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. oktober 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 46 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 193 - 9. oktober 2004 Nr. 193 - 9. oktober 2004 31 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Áhaldandi leysasøgur vildu verða við, at danski forsætis- ráðharrin, Anders Fogh Rasmus- sen, fór at skriva út val í vikuni og helst longu í setanini av Fólkatinginum (sum var týsdag- in, red.) Í skrivandi løtu er tó ikki nýval til Fólkatingið. Eins og í Føroyum kann stjórnar- leiðarin í Danmark skriva út val í úrtíð. Tað merkir at stjórnarleið- arin kann royna at leggja eitt val soleiðis, sum tað tænir hansara flokki best. Leysasøgurnar hildu fast um, at Anders Fogh Ras- mussen ynskir val undan truplu komandi kommunusamanlegg- ingunum og nýggja kommunal- bygnaðinum. Tað, sum serliga hevur givið leysasøgunum innihald, eru váttaðar søgur um, at stjórnar- flokkarnir hava umbiðið nógv pláss á prentsmiðjum kring landið. Eg var ein teirra, sum við spenningi fylgdi røðuni og bíðaði eftir valinum, men valið bleiv ikki skrivað út í setanar- røðuni. Sjálvt um setanarrøðan er spennandi, kann tað tó ikki samanberast við val, har jú tveir føroyingar skulu veljast á Fólka- ting. Seinasta Tinghellan umrøddi forsetavalið í USA og kronikk- urin hjá Jóhan Mortensen vísti á, at tað sum USA ger, ávirkar okkum. Soleiðis er eisini í Dan- mark. Vit eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, og hava nøkur felags málsøkir, umframt tvey umboð á Fólkatingi. Tí er eisini neyðugt at hyggja at, hvat hendir á Danatingi, og hvør kósin verð- ur stungin út í kortið. Setanarrøðan hjá Fogh fekk vanliga kritikkin, andstøðan metti hana verða endurtøkur og orðavavstur, meðan stuðlarnir mettu hetta vera eina góða røðu. Men spenningurin hevur alla tíðina verið, um Fogh fór at skriva út val ella ikki, og tá tað ikki bleiv so, var líka sum allur speningurin burturi. Hvat ávirkar okkum? Sum sagt eru vit partur í ríkis- felagsskapinum, og nøkur máls- øki eru sonevnd ríkismál. Hesi øki verða í stóran mun stýrd úr Danmark og av Fólkatingi. Tað sum kanska var serliga spenn- andi, sum føroyingur, var at vita um nakað bleiv sagt um menning ella broyting av ríkisfelagsskap- inum. Í Føroyum hevur leingi, bæði av núverandi og fyrrverandi Landsstýri, verið arbeitt við yvirtøkulóg og uttanríkisheimild. Fogh um Ríkisfelagsskapin Forsætismálaráðharrin segði, at stjórnin framhaldandi fer at ar- beiða við at endurnýggja og menna ríkisfelagskapin, soleiðis at talan verður um ein tíðarhósk- andi felagsskap. Hetta merkir millum annað, at sonevnda uttan- ríkisheimildin fer at geva Føroy- um og Grønland heimild at virka alttjóða á egnum málsøkjum. Eisini nevndi Fogh, at Løgmaður og hann eru samdir um eina yvirtøkulóg, altso ein politisk semja teirra millum, sum ger, at yvirtøkunar einans verða av- markaðar av grundlógini og ríkisfelagsskapinum sjálvum, men at sjálv avgerðin um yvirtøkur er í Føroyum. Hetta merkir, at økini, ið verða mett at vera suverænitetskjarnin, ikki kunnu yvirtakast innanfyri grundlógarinnar- og ríkis- felagsskapsmarkið. Málsøkini talan er um, eru helst hægsti- rættur, verja- og trygd, heima- rættur og uttanríkismál. Hesi málsøkir hava verið havd frammi í Føroyum áður, men áhugavert er, at danski forsætis- málaráðharrin nevnir, at hann og Løgmaður eru samdir um yvir- tøkulógina. Ríkisfelagsskapurin tykist soleiðis at vera fyri broyt- ingum. Tó so, orðavalið hjá Fogh er stuttligt, at ríkisfelagsskapurin skal gerast tíðarhóskandi. Merkir tað so, at hann, eisini sæð við donskum eygum, er ótíðarhósk- andi? ES og gransking Ríkisfelagsskapurin er kanska eisini ótíðarhóskandi, tí danska stjórnin ynskir at samansjóða seg meira í ES, og tá hinir báðir ríkispartarnir ikki eru limir, krev- ur tað broyting. Fogh heldur, at Danmark skal vera virknari í ES, at Danmarks skal vera við at fáa ES tann vegin sum Danmark ynskir. Sum eg havi verið inni á fyrr, fær tað ávirkan á Føroyar, um Danmark velur at avtaka tey fýra fyrivarnini ?? nevn tey, tí hetta í stóran mun eru ríkisøkir, sum soleiðis verða flutt til ES. Og sjálvt um forsætismálaráðharrin, síðan hann kom til valdið, ikki hevur umrøtt nógv hendan spurningin, tí Dansk Folkeparti harðliga er ímóti, at Danmark fer longur inn í ES skipanina, sær út til, at tað hevur eydnast Dansk Folkeparti at trýsta forsætismála- ráðharrin, til ikki í størri mun at taka málið upp. Forsætisráðharrin brúkti orku at viðgera Danmark og alheimsgerðina. Hann vísti á, at tað ikki ber til at kappast í løn við láglønar- samfeløg, men at kappingin skal vinnast við dygd. M.a. tí skal nógv orka brúkast til gransking, og ætlar stjórnin, at 3% av BTÚ áðrenn 2010 skula fara til gransking . Hetta skal gera at Danmark verður millum fremstu lond í Europa innan gransking. Hetta mál er tó ikki nýtt, tí ES londini hava í so- nevndu Lissabonætlanini bundið seg til at 3% av BTÚ skulu fara til gransking í 2010. Tað áhugaverda er, at hetta verður sæð sum eitt neyðugt stig fyri at kunna kappast í dygd, tí ikki ber til at kappast í løn við láglønar- samfeløg. Kommunu- samanlegging Danmark er, eins og Føroyar, mitt í eini gongd við at leggja komm- unur saman og samstundis gera eina nýggjan kommunalan bygnað. Henda broyting verður mett at verða trupul, og var m.a. ein av orsøkunum til, at fleiri roknaðu við at fráboðan um val kom hesa vikuna. Fogh nýtti høvið at harta danska javnaðar- flokkin fyri ikki at verða við í hesi semju, men vísti samstundis á, at tíðin er komin til nýggjan kommunalbygna og at arbeiði hevur verið væl móttikið í kommununum. Broytingin verður mett neyðug, um kommunur skulu hava størri ábyrgd. ST og Irak kríggið Anders Fogh vísti á, at Danmark helst skal hava sæti í trygdarráð- num hjá ST komandi tvey árini. Hetta er sjálvsagt at ein stór av- bjóðing, sum fer at krevja nógv. Samstundis vardi hann luttøkuna í Irakkrígnum. Her er talan um ríkismál, sum umfata okkum, tí vit ikki hava ræði á málsøkinum, men neyvan verða vit tikin við í arbeiðið í trygdarráðnum. Fogh ynskir at brúka henda sess til at stríðast ímóti altjóða yvirgangi, ið soleiðis verður aðalendamálið hjá Danmark við trygdarráðs- sessinum. Útlendingamál Í Føroyum hava vit seinastu tíð- ina havt orrustur viðvíkjandi útlendingamálum. Hetta hevur verið eitt eymt evni í Danmark í nógv ár. Danska stjórnin hevur gjørt tað nógv truplari at sleppa til Danmarkar at búgva. For- sætismálaráðharrin staðfestir, at hetta hevur tálmað tilgongdini. Nógv kjak hevur verið, um danski útlendingarpolitikkurin er í tráð við altjóða reglur. Men støðan her vísir, at tørvurin á útlendingaøkinum er heilt hvør sín í Danmark og so í Føroyum. Heildarmeting Sæð uttan ífrá er talan um eina røðu og mál, ið hóska væl til nýmótans fólkaræði. Stjórnin hevur brúkt fyrsta partin av val- skeiðnum til at tálma útreiðslum, setanarsteðg og onnur illa dámd neyðug inntriv og nú, tá talan er um hægst eitt gott ár til val, verða meira pengar brúktir til ymiskt, sum er ein vanligur liður hjá eini stjórn at endurvinna sær valdið. Politikkur er, hóast alt, um at hava ávirkan og ávirkanin er størst, um ein situr við stjórn- arvaldið. Fyri okkum føroyingar er tað áhugavert, at uttanríkisheimild og yvirtøkulóg tykjast at hava politiskan stuðul frá forsætis- málaráðharranum, og soleiðis verður arbeitt við at nútímans- gera ríkisfelagsskapin. Hinvegin vil danska stjórnin við fullari ferð inn í ES, við øllum sum tað hevur við sær. Hetta merkir at Danmark verður meira saman- sjóða í ES og hvørja ávirkan tað fær á ríkispartarnar, sum ikki eru ES-limir er ilt at siga, men ávirkan fær tað. Annars hevur Danmark nógvar av somu trupulleikunum sum Føroyar, um støðið skal takast í setanarrøðuni hjá Fogh. Sigast má eisini at Fogh í setanarrøðuni leggur upp til at Danmark styrkir seg altjóða við at arbeiða leið- andi í ES og ST og um at halda fast um at vera við í krígnum í Irak Fólkatingsvalið kom ikki á hesum sinnið, men ætlanirnar og setanarrøðan hjá Fogh tykjast heilt greitt eisini at hava til enda- máls at tekkjast veljarunum til komandi valið, spurningurin er so bara nær? Tíðarhóskandi Ríkisfelagsskapur Rundan um setanarrøðuna hjá Fogh og horvna Fólkatingsvalið TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað var í kreppuárunum, at Landsstýrið rættiliga ásannaði, at umsitingin var ov veik. Tað gjørdi danska stjórnin eisini. Hon gjørdi Landsstýrið fleiri ferðir varugt við, at tað var torført at lata embætismenn hjá stjórnini og Landsstýrinum gera ymisk fyrireikingararbeiði, tí tann føroyska umsitingin var so lítil og veik. Ivaleyst man stjórnin eisini hava gjørt Edmund Joensen sum løgmann varugan við hetta eisini. Um hon beinleiðis hevur kravt nýskipanir, veit eg ikki. Men løgmaður setti so ein danskan serfrøðing, Finn Normann Christensen, at gera uppskot til eina nýskipan. Hansara uppskot til nýskipan við seks aðalstýrum, nú kallað aðalráð, varð síðani sett í verk. Vit kunna trætast til dómadags um, hvørt hansara uppskot við seks stýrum var tað rætta. Ella um umsitingin átti at verið einstreingjað, tvs. bara eitt stýri sum frammanundan, men við deildum fyri tey ymisku málsøkini. Tað er bara tað, at nú er henda skipanin sett í verk, og tað ber ikki til at broyta bygnaðin í landsumsitingin annaðhvørt ár. So hevði alt verið ein hurlivasi. Ein sannroynd er tað, at tann nýggja skipanin hevur styrkt umsitingina heilt nógv. Dýr kanska, men gagnlig fyri land og fólk. Umsitingin hevur í umsitingarmálum roynst betur enn fyrr, og tey tilmæli og upplýsingarskjøl, sum Løgtingið hevur fingið, hava ongantíð verið so góð sum hesi seinastu árini. Tað er galdandi á øllum málsøkjum. Nýskipanin hevði eisini við sær, at væl útbúnir føroyingar við góðum førleika komu heimaftur eftir lokna útbúgving. Nú var nakað at koma til. Tað er ikki ringt at ímynda sær, hvussu mong av hesum fólkunum høvdu búsett seg uttanlands, tí einki var at koma heim til, sum tann førleiki, tey høvdu vunnið sær við stríð og strev, kundi brúkast til. Nú hava so landsstýri, samgonga og løgting sett spariknívin á. Í miðfyrisitingini arbeiða alt ov nógv fólk, verður sagt. Meg lysti vita, hvussu mong fólk í miðfyrisitingini ganga hendur í lumma fyri (góða) løn. Tí tað má vera tann logiska niðurstøðan, tá sagt verður, at har eru alt ov mong fólk í starvi. Hópuppsagnir við brestin, tað er loysnin. Fyri at spara einar 5-6 mió.kr. Sum um tað bjargar nøkrum landskassa. Startskotið hjá Landsstýrinum við hópuppsagnum í miðfyrisitingini hevur breitt seg sum ein rættilig uppsagnardilla. Stjórarnir á stovnum og fyritøkum, sum tað almenna eigur, elta sum fyri er slóðað. Næstan hvønn dag hoyra vit um nógvar uppsagnir her og har. Í summum førum røkkur játtanin ikki til, og stjórin hevur ongan annan møguleika enn at siga fólki upp. Í øðrum førum taka stjórarnir sjálvir stig til hópuppsagnir. Higartil havi eg einans sæð BFL (Búskapar- og Løgfrøðingafelagið) gjørt vart við seg. Umframt at verja sínar limir hevur felagið eisini víst á tær ringu avleiðingar, hesin politikkur fer at fáa fyri samfelagið. Og tær verða ringar. Tað, sum landskassin, stovnar og fyritøkur vinna í nøkrum krónum, tapa tey við vánaligari arbeiði og vánaligari tænastu. Kanska fegnast summi, tí at nakrir skrivstovukrakkar í Havn fáa sekkin. Tey fáu, sum gera tað, eiga at halda seg burtur frá tí kórinum, sum um ikki so langa tíð fer at rópa um vánaliga tænastu og vantandi rættartrygd hjá borgarunum. Eg havi altíð hildið, at tað er góður politikkur - í samsvari við teoriurnar hjá Keynes - at hava nógv alment arbeiði í gongd, tá tað sansar at hjá vinnulívinum. Hetta Landsstýrið og tess stóri meiriluti á Tingi ger tað øvugta. Tí, hvar skula hesi uppsøgdu fólkini fara, nú fleiri vinnugreinar hava tað ringt, ja næstan eru steðgaðar upp? Júst tær vinnugreinarnar, sum hava havt frægastu ráðini at hava fólk við góðum førleika í starvi. Neyvan fáa tey nakað starv, sum svarar til teirra førleika. Og neyvan hava tey ráð til at taka eitt láglønarstarv. Minnist til, at tey hava brúkt nógv ár til hægri lestur, meðan onnur hava arbeitt og havt inntøku. Haraftrat hava tey lestrarskuld. Avleiðingin av hesum vána politikki kann gerast, at hesi fólkini flyta avlandinum. Og so eru vit aftur í teirri vanlukku støðu at flyta út intelligensiuna. Tey væl útbúnu við tí góða førleikanum. Og tað kann eisini henda seg, at bæði tey og onnur nýútbúgvin hveppa seg við at koma heim til eitt føðiland, sum bjóðar teimum arbeiði í dag og blakar tey út á gøtuna í morgin. Uppsagnirnar TINGHELLUKRONIKKIN Per Højgaard per.hojgaard@kallnet.fo Søti angin av blómum festur seg í nasagluggarnar, tá tú trínur inn á nýbonaða gólvið á Christiansborg tann fyrsta týsdagin í oktober. Hetta er dagurin, tá Fólkatingið eftir gomlum siði - og sambært grundlógini - skal setast. Tjóðartingið er blómuprýtt og flaggskrýtt, og á øllum teimum skundmiklu men vinaligu embætisfólkunum sæst, at hetta er ein serliga hátíðarligur dagur, har alt skal vera í lagi og til reiðar. Fólkastýrið skal til arbeiðis henda dag, og virðing er um árligu hendingina. Áðrenn tann longst virk- andi tingmaðurin setur tingið á slagnum klokkan 12.00, er gudstænasta í Holmens Kirke. Í góðari tíð koma væl klæddir fólkatingslimir við makum sínum í kirkju, og eisini her undir Guds orði er ein ávísur hátíðardámur. Tolir ikki samanbering Byrjanin av donsku tingsetuni er kortini ikki nakað stórt og fólksligt tiltak, sum vanligir danir geva sær serligt far um. Tvørturímóti er hesin polit- iski og stýrisskipanarligi til- burðurin mest av øllum av- markaður til teirra, ið hava starv sítt á Hólminum. Ein- asta orsøk til, at maðurin á gøtuni fær kunnleika til tað, sum fer fram á borgini fyrsta týsdag í oktober, er helst, at fjølmiðlarnir bera tíðindi frá setanini. Tá er munur á, hvussu nógv hátíðarligari løtan er, tá okkara egna Løgting verður sett. Ólavsøkan og tann flagg- skrýddi og nýmálaði høvuðs- staðurin er karmur um eina árliga siðvenju, sum flestu íbúgvar landsins kunnu siga seg taka væl undir við og ganga upp í. Men her steðgar eisini samanberingin millum okkara Løgting og so Fólkatingið, tí synd er at siga, at okkara aldargamla tjóðarting tolir samanberingina - hvørki tá talan er um form, fígging ella innihald. Bygningarnir Tann mest sjónligi munurin á okkara og teirra tingi er í parlamentsbygningunum. Tey hava eina gamla kongs- borg, sum í sjálvum sær er eitt so mikið imponerandi bygningsverk, at hon kallar okkurt slag av virðing fram í honum, sum vitjar Fólka- tingið. Løgtingið afturímóti húsast í einum umbygdum sethúsum, og tann, sum kem- ur á gátt har, fær neyvan somu (wauw!-)upplivingina, sum fæst t.d. í forhøllini á Christiansborg. Gamli og ljóti telefonverks- bygningurin, har løgtingsum- sitingin og tingmenn halda til, bøtur ikki nevnivert um støð- una. Løgtingssøgan, sum kom út nakað herfyri, sigur okkum, at føroyskir politikarar meira enn eina ferð hava ætlað at reist eini stór og virðilig tinghús, men ongantíð hava teir havt rygg til at gjørt spennandi tekningar hjá ymsum arkitektum til veru- leika. Hetta við upplivingini av einum væla tjóðartingsbygn- ingi hevur einki við politikkin at gera, men kortini hevur ein imponerandi bygningur onk- ursvegna óbeinleiðis ávirkan á virðingini fyri tinginum og harvið eisini óbeinleiðis fyri teimum fólkavaldu, ið eru so útskeldaðir. Pengarnir Ein annar sjónligur munur á føroyska og danska tinginum er talið av krónum, ið verða brúktar til parlamentariska virksemið. Javnan hoyrast røddir, sum siga okkum, hvussu dýrt Tingið er, og hvussu ófor- skammað nógv, tingfólk fáa í løn. Hyggja vit nærri at tøl- unum og loyva okkum at samanbera við Danmark, gerast okkara parlaments- útreiðslur skjótt til tað, ið á góðum fremmandamáli nevnist "peanuts". Løgtingsmenn fáa uml. 30.000 krónur um mánaðin umframt eitt skattafrítt ískoyti á 2.000 krónur og eitt skatta- frítt kostnaðarendurgjald fyri ferðing og uppihald í høvuðs- staðnum. Afturat hesum kem- ur fundarpeningur. Afturímóti fáa fólkatings- limir eina mánaðarliga grund- løn á meira enn 40.000 krón- ur. Harumframt eitt skattafrítt útreiðslugjald á góðar 5.000 krónur um mánaðin. Eisini fáa teir útreiðslur í sambandi við gisting o.l. endurgoldið frá Fólkatinginum. Og so koma tey ymsu "nevndar- beinini", sum eru góð at gnaga. Her er ein ávísur munur, og hann fellur út til fyrimuns fyri fólkatingslimin, ið for- vinnur meira og harvið hevur størri rásarúm, betri møgu- leikar - og møguliga størri virðing? - enn løgtingslimur- in. Sambært ársfrágreiðing Løgtingsins 2002 kostaði parlamentariska arbeiðið í Føroyum hetta árið 47,9 mió. kr. Tá eru útreiðslurnar til landsgrannskoðaran, umboðs- mannin og løgtingsgrann- skoðararnar ikki tiknar við. Afturímóti verður í ársins danska fíggjarlógaruppskoti skotið upp at brúka ikki færri enn 537,0 mió. kr. (!!) til ar- beiðið hjá Fólkatinginum. Tá eru útreiðslurnar til umboðs- mannin, ríkisgrannskoðaran og statsrevisorarnar ikki við. Hetta sigur okkum, at viljin til at brúka seriøsar upp- hæddir til tjóðartingsarbeiðið er til staðar í Danmark, með- an tilsvarandi vilji ikki sæst aftur í føroysku tølunum. Inntøkugrundarlag, fíggjarlig orka og møguleikar eru sjálv- sagt nógv minni í Føroyum, men kortini geva tølini høvi at hugsa um, hvussu vit og tey raðfesta tingarbeiðið reint fíggjarliga. Professionaliseringin Spurningurin er, um vit fáa betri politikarar og tjóðarting við at leggja fleiri pengar til parlamentarisku skipanina? Nakað stutt og greitt svar er trupult at koma við, men ein sannroynd er tað tó, at donsku politikararnir hava nógv betri arbeiðsumstøður og harvið betri politiskar møguleikar enn starvsfelagar- nir í Føroyum. Tað er longu langt síðani, at fólkatingslimir fingu hvør sína væl útgjørdu skrivstovu, pening til skrivstovuhald og pening til at seta sær ein per- sónligan skrivara ella ráðgeva ella báðar tveir. Rúm tíð er eisini gingin, síðani flokk- arnir - við almennum pengum í rygginum - settu á stovn ráðgevandi eindir í Fólka- tinginum, sum kunnu ráðgeva tingmonnum politiskt, fíggj- arliga/búskaparliga, samskift- isliga o.s.fr. Við øðrum orðum er tingarbeiðið í Danmark professionaliserað, og tað merkir eisini, at vitanarstøðið og góðskan í tí parlamentar- iska lóggávuarbeiðinum er støðugt hækkað. Summi kalla donsku skipanina eina penga- maskinu, men tað er ein onn- ur diskussión. Her heima er Løgtingið á einum amatørkendum stigi sammett við Fólkatingið. Her eru møguleikarnir ómetaliga avmarkaðir, og politikarar arbeiða í stóran mun einsa- mallir. Lítil og eingin eksper- tisa er tøk, og nøkur nevni- verd professionalisering er ikki til at fáa eyga á. Tær fáu eldsálirnar innan umsitingina royna sítt, men tað munar lítið. Helst gongur hetta mest út yvir andstøðuna, sum lítla og onga orku hevur til at smíða lógaruppskot og tí má noyð- ast við uppskot til løgtings- samtyktir, ið lítla og onga lógarmegi hava. Vit fáa teir politikarar, vit hava uppiborið, tí vit velja sjálvi - sigst. Samanberingin omanfyri vísir tó eisini, at vit fáa teir politikarar og tað tingarbeiði, ið vit vilja gjalda fyri. P.S. Uttan iva eru fleiri, sum halda tað vera Galematthias at tala um at brúka meira pening til tingarbeiði, nú øll skulu spara. Henda greinin letur seg tó væl goyma, og so kann hon takast fram aftur, tá tíðirnar batna. Munur á tingum Hóast vit stundum hava lyndi til at halda, at Løgtingið kostar okkum skattaborgarum alt ov nógv, so er okkara gamla tjóðarting at rokna sum ein amatørkend og bílig samkoma, um vit sammeta við Fólkatingið, ið varð sett týsdagin C M Y K 31 30