mánadagur 15. mai 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 20 • 15. MAI 2017
26
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hallur av Rana
T
á bátafólk, kampingfólk og aðrir gest
ir seta kósina móti Bátastevnuni í Vest
manna komandi vikuskiftið, er tað sekst
anda árið á rað, at vestmenningar skipa fyri
stevnuni, ið er vorðin ein fastur táttur í føroyska
summarinum hjá eini rúgvu av føroyingum.
Ein av teimum, ið gleðir seg til stevnuna,
er Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna
kommunu, ið vísir á, at stevnan í eitt vikuskiftið
megnar at seta fokus á bygdina á vestursíðuni
á Streymoynni.
– Bátastevnan hevur ein øgiliga stóran týdn
ing fyri Vestmanna, tí hetta er ein av størstu
stevnunum í Føroyum. Vanliga eru tað millum
3.000 til 4.000 fólk, ið vitja stevnuna, og hjálpir
hon at seta fokus á Vestmanna í nakrar dagar,
sigur Pauli T. Petersen.
Talið av vitjandi er sjálvandi eisini treyta av
hvussu veðrið skikkar sær, og seinastu árini
hevur veðrið ikki verið av tí besta undir báta
stevnuni, men borgarstjórin vónar, at tað vísir
seg frá síni bestu síðu í ár.
– Um veðrið er gott og streymviðurskiftini
eru góð, so kann væntast, at eini 200 bátar
koma til Vestmanna um vikuskiftið. Men hóast
veðrið ikki hevur verið til vildar síðstu árini, so
hevur bátastevnan kortini eydnast væl, sigur
borgarstjórin.
Stórt sjálvboðið arbeiði
Nógv ymisk tiltøk eru á skránni teir báðar dag
arnar bátastevnan er, og borgarstjórin vísir á, at
tað einans ber til at hava eina slíka stevnu, tí tað
eru fólk, ið leggja eitt stórt sjálvboðið arbeiða í
at skipa fyri stevnuni.
– Tað er Bátastevnanevndin, ið skipar fyri
bátastevnuni, men heita tey á fólk um at hjálpa
við ymiskum. So alt í alt eru tað umleið 200 fólk,
ið veita eina hjálpandi hond, so tað er møguligt
at hýsa bátastevnuni her í Vestmanna, sigur
Pauli T. Petersen.
Borgarstjórin sendir eisini eina serliga heilsan
til fyrireikararnar av bátastevnuni.
– Bygdaráðið vil gjarna takka fyrireikarunum
av Bátastevnuni, tí hetta er eitt veldigt arbeiði,
ið verður sett í verk á hvørjum ári. Ein slík stevna
er til gagns fyri nógv fólk, bæði her í bygdini,
men eisini aðrastaðni frá. Tað er ótrúligt, at man
við sjálvbodnum arbeiði kann skapa so nógv upp
á so stutta tíð, sigur Pauli T. Petersen.
Met í ferðafólkum
At vitjandi koma til bygdina er tó ikki ein óvan
lig sjón hjá vestmenningum. Sum heimstað fyri
vælumtóktu túrarnar undir Vestmannabjørg
unum telist Vestmanna millum tær bygdir her á
landi, ið flest útlendsk ferðandi vitja.
Síðstu árini er áhugin fyri Føroyum úti í heimi
vorðin alsamt størri, samstundis sum talið
av ferðafólkum, ið vitja oyggjarnar, er voksið
munandi. Tað merkist eisini aftur í Vestmanna,
upplýsir Pauli T. Petersen.
– Í fjør settu vit met fyri tal av ferðafólkum,
og tað sær út til, at tað ikki verða færri í ár.
Eg trúgvi, at tey flestu ferðafólkini, ið koma
til Føroyar, koma til Vestmanna fyri at royna
túrin undir Vestmannabjørgunum, sigur Pauli T.
Petersen.
Kommunan ynskir tó at fáa meira burturúr
ferðavinnuni, og í sambandi fer kommunan í
næstum undir temadagar um ferðavinnuna í
bygdini.
– Vit ynskja at savna allar viðkomandi part
ar og viðgera hvussu vit kunnu menna ferða
vinnuna uppaftur meira í Vestmanna. Sum nú
er, so kasta túrarnir undir Vestmannabjørgini
pening av sær til restina av bygdini, men ætlanin
er at fáa eina meira fjølbroytta ferðavinnu í
bygdini, so vit kunnu skapa betri trivna í bygdini
og størri inntøkur til kommununa, greiðir Pauli
T. Petersen frá.
Ymiskar íløgur
Fíggjarliga stendur eisini væl til í kommununi,
eftir at bygdaráðið seinastu árini hevur lagt seg
eftir at rinda niður á skuldina.
– Skuldin var rímiliga stór, men eftir nøkur ár
eru vit nú niðanfyri eina hálva álíkning, og kunnu
nú gera fleiri átøk, ið hava ligið á láni, sigur Pauli
T. Petersen.
Harímillum er ábøtur á Ovara veg, ið vænt
andi verða lidnar í ár, Niðara vegur, ið skal gerast
av nýggjum, ein nýggjur matsalur til skúlanæm
ingarnar og eitt kreativt verkstað, umframt
at peningur er settur av til at dagføra gomul
spælipláss og byggja nýggj.
Týdningarmesta nýggja íløgan tykist tó
at vera nýggja útstykkingin, ið Vestmanna
kommunu er farin í holt við. Eftir ætlan fer
kommunan at bjóða út 22 grundstykkir, ið
vónandi verða klár um hálvtannað ár, og vón
ar borgarstjórin, at tað kann hjálpa upp á
bústaðartrupulleikan í kommununi.
– Vit uppliva ein stóran áhuga fyri at
búgva í Vestmanna, men vit hava eisini stórar
bústaðartrupulleikar. Um farið verður tvey ár
aftur í tíðina, so vóru eini tjúgu hús til sølu í
bygdini, meðan støðan í dag er tann, at einki
hús til sølu, og eingin bústaður er til leigu, sigur
Pauli T. Petersen og leggur afturat.
– Vit teimum nýggju grundstykkjunum, og
onkrum spennandi nýggjum leigumøguleika,
ið arbeitt verður við, er tað okkara vón, at vit
megna at loysa ein part av trupulleikanum.
Tunnilin nærkast
Seinni árini hevur møguleikin fyri einum tunli
millum Vestmanna og Kvívík javnan verið
nevndur í almenna rúminum, og líkt er nú til,
at ynskið hjá vestmenningurin verður eftirlíka.
Í játtanarkarmunum hjá landsstýrinum er
peningur nevniliga settur av til fyrireikingarnar
til ein tunnil til Vestmanna.
– Tað kunnu vit fegnast um. Nevnt verður at
tunnilin til Vestmanna verður gjørdur eftir 2022,
og í tíðarskeiðinum 2019-2021 eru 20 milliónir
krónur settar av til at fyrireika tunnilin, sigur
Pauli T. Petersen.
Tunnilin fer at avloysa gamla landsvegin, ið
borgarstjórin vísir á, kann vera lívshættisligur
um veturin.
– Tað eru ikki øll, ið føla seg líka trygg at
koyra niðan á Høgareyn, tá veðrið er ringt. Um
veturin, tá tað er svartakálk og vindhart, kann
tað vera lívshættisligt at koyra har. So fyri
teir 650 bilarnar, ið dagliga koyra til og frá
Vestmanna, so verður talan um ein betri og
tryggari farleið, sigur borgarstjórin.
hallur@sosialurin.fo
Bátastevnan setir
fokus á Vestmanna
– Bátastevnan hevur ein øgiliga stóran týdning fyri Vestmanna, tí hetta er ein av størstu
stevnunum í Føroyum. Vanliga eru tað millum 3.000 til 4.000 fólk, ið vitja stevnuna, og hjálpir
hon at seta fokus á Vestmanna í nakrar dagar, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna
kommunu, nú skipað verður fyri bátastevnuni í Vestmanna sekstanda árið á rað.
– Vit uppliva ein stóran áhuga fyri at búgva í Vestmanna, men vit
hava eisini stórar bústaðartrupulleikar. Um farið verður tvey ár aftur
í tíðina, so vóru eini tjúgu hús til sølu í bygdini, meðan støðan í dag
er tann, at einki hús til sølu, og eingin bústaður er til leigu
»Í fjør settu vit met fyri tal av ferðafólk
um, og tað sær út til, at tað ikki verða færri
í ár. Eg trúgvi, at tey flestu ferðafólkini, ið
koma til Føroyar, koma til Vestmanna fyri at
royna túrin undir Vestmannabjørgunum«
Pauli T. Petersen
TEMA: BÁTASTEVNAN