Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Euromelanoma er eitt aftur­vend­ andi átak, ið er ment og sett á stovn av húðlæknum úr øllum Evropa. Endamálið við átakinum er at styrkja, menna og samskifta um fyribyrging, sjúkueyðkenni og viðgerð av húðarkrabba. Sambært www.sprotin.fo merkir »melanom« húðarkrabbi ella húð­arsvullur, sum eitt nú kann taka seg upp í móðurmerkjum. Húðarkrabbi er ein alsamt veks­ andi trupulleiki – ikki bert í Dan­ mark, sum vit plaga at saman­bera okkum við, men eisini í Føroyum. – Árliga verða staðfestir nógvir tilburðir av húðarkrabba, og tí er tað so týdningarmikið at varpa ljós á evnið. Tað sigur Tjaldurs Apotek, sum eisini hevur til uppgávu at veita ráðgeving og kunning um heilsu og heilsutrupulleikar. Í dag – mikudagin 17. mai – skipa Tjaldurs Apotek og Krabba­meins­ felagið fyri átaki á Apotekinum í Steinatúni, og tá eru fólk vælkomin inn á gólvið til eitt prát við starvs­ fólkið um húðarkrabba. – Í ár fara vit í samstarvi við Krabbameinsfelagið at varpa ljós á týdningin av at kanna síni móður­ merkir, hvussu hetta verður gjørt, og hvussu tú kanst fyribyrgja húðarkrabba við eitt nú at verja húðina móti sólini. Vit fara eisini at býta út faldarar um evnið, siga tey á Tjaldurs Apoteki um átakið í dag. Sjúkueyðkenni fyri húðarkrabba Um sjúkueyðkenni fyri húðar­ krabba, sigur www.cancer.dk, at talan eitt nú kann vera um ein fast­an knút á húðini, ein glinsandi knút, sár við glinsandi kanti og hárfínum æðrum undir húðini, eitt sár, sum ikki vil lekjast – ella ein reyður blettur sum flusnar og møguliga bløðir nakað. Hevur tú í mánaðir ella kanska í ár havt sár, sum ikki vilja lekjast – ella, tú hevur havt ein knút á húð­ ini, sum veksur og viðhvørt búnast, vætar ella bløðir, so eigur tú at søkja lækna. Tað eru tvinni sløg av húðar­ krabba. Annað verður rópt basal­kyknukrabbi og hitt plátu­ kyknu­krabbi – ella á donsk­um »basal­cell­ekræft« og »plade­celle­ kræft«. Sjúkueyðkennini eru eitt sindur ymisk fyri hesi bæði sløgini av húðar­krabba. Tað er altíð skilagott, um ill­ gruni er um krabbamein, at seta teg í samband við lækna, so nærri kanningar kunnu gerast. Sjúkueyðkennini nýtast ikki at vera tekin um krabbamein, men kortini eigur tú at taka tey í álvara. Eyðkennini kunnu vera tekin um, at tú ert í ferð við at menna eina krabbasjúku, og um so er, er tað týdningarmikið at fáa viðgerð so tíðliga sum gjørligt. Krabbameinssløgini Basalkyknukrabbi (carcinoma baso­cellulare) er vanligasti form­ urin fyri húðarkrabba. Sjúkan byrj­ar oftast, har sólarljós rakar húð­ina, eitt nú á hondum, andliti, høvdi ella hálsi, men sjúkan kann byrja allastaðni á húðini. Hetta slag av krabbameini, sum næstan ongantíð spreiðir seg, kann síggjast longu í 20-30 ára aldri, men er vanligast millum meira tilkomin og eldri fólk. Plátukyknukrabbi (carcinoma spinocellulare) mennist ofta á húð, sum hevur verið fyri nógvum sólar­ljósi, eitt nú skalla, nakka og handabaki. Hetta slag av krabba­ meini vísir seg oftast sum ein knút­ur ella eitt sár, sum ikki vil lekj­ast. Sjúkan byrjar sum ein ljósa­ reyður, fastur knútur á húðini, og nærliggjandi húðin er antin vanlig ella reyð. Seinni kann miðjan á knút­inum gerast til eitt sár. Húðarkrabbi á ella við varrar er oftast plátukyknukrabbi, og sjúkan vísir seg næstan altíð sum eitt sár, sum ikki vil lekjast. Plátukyknukrabbi kann í ein­ støkum føri spreiða seg til lymf­ur­ nar, og tá kann sjúkan gerast trup­ ul at hava við at gera. Á heimasíðuni – www.cancer.dk – liggur nógv tilfar, sum kann lesast um húðarkrabba. Keldur: www.apotek.fo/ www.cancer.dk HEILSA Steðga á í Steinatúni til eitt prát um húðarkrabba Tað er altíð skilagott, um illgruni er um krabbamein, at seta teg í samband við lækna, so nærri kanningar kunnu gerast. Sjúkueyðkennini nýtast ikki at vera tekin um krabbamein, men kortini eigur tú at taka tey í álvara Eyðkennini kunnu vera tekin um, at tú ert í ferð við at menna eina krabbasjúku, og um so er, er tað týdningarmikið at fáa viðgerð so tíðliga sum gjørligt