Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 24. mai eru 90 ár liðin, síðani fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari greinarøð leita vit aftur til gomul bløð og finna fram ymiskt áhugavert tilfar 2002: Elsti veljarin á vali Sosialurin skrivar soleiðis frá valdegnum 30. apríl í 2002: »Millum tey gott og væl 1.000 fólkini, ið høvdu leitað sær niðan í ítróttarhøllina á Nabb áðrenn klokkan 11 fyrrapartin í gjár, var 101 ára gamla Anna Askham, og hon smædd­ist ikki burtur ímillum teir mongu veljararnar, ið vóru uppi á Hálsi fyrrapartin í gjár. Hon sigur, at hon hevur al­tíð verið á val, tá hon hev­ur fingið møguleikan til tess. Anna er frísk og røsk, og var hon á val saman við ommu­døtr­um sínum. Tó vildi hon ikki siga, hvør fekk krossin á hesum sinni. – Jeg ville ha’ en menigmandsbil! SOSIALURIN 2002 Gamli ráðharrabilurin hjá Anker Jørgensen, ein Ford Granada frá 1976, stóð fyri honum, tá hann vitjaði Norðurlandahúsið hósdagin S osialurin skrivaði soleiðis 25. mai í 2002: »Tá Anker Jørgensen hós­ dagin seinnapartin vitjaði í Norð­ur­ landa­húsi­num í Havn, stóð fyri hon­ um ein gamal Ford Granada. Hetta var ikki ein tilvildarligur bilur, men ein sera vælútgjørdur Granada Ghia við sól­taki, automatiskum gearum og einum v-6 motori. Tað vóru limir í Føroya Ellis­ak­ før­um, sum høvdu sett bilin uttan fyri Norð­urlandahúsið, tí hetta er gamli ráð­harrabilurin hjá Anker Jørg­en­sen. Bilurin er frá 1976, og er vist tann næsti ráðharrabilurin hjá Ank­er Jørgensen. Petur Hansen í Havn, sum eigur bil­in, ætlar at seta hann í stand, hó­ ast hann er heldur illa farin. Bilurin hev­ur sína serligu søgu, og tað ger tað ser­liga áhugavert, sigur hann. Tað hevur í mong ár verið sið­venja, at ríkisumboðs- mað­ ur­in í Føroyum fær gamla for­ sæt­is­ráð­harra­bilin. Soleiðis fekk Leif Groth gamla Volvo 164 bilin, sum Jens Otto Kragh hevði sum ráð­harra­bil. Síðani kom hesin hjá Ank­er Jørgensen. Niels Bendtsen fekk Grana­da­blin hjá Schlüther, sum Anker Jørgensen helst eisini hev­ur havt, og bilurin, sum nú stend­ur í garasjuni hjá Birgith Kleist, ein grønur BMW, er gamli ráðharrabilurin hjá Poul Nyrup Ras­mus­sen. Anker Jørgensen greiddi Sosi­ ali­num frá, at tá hann gjørd­ist for­sæt­is­ráð­harri í 1972, vísti skriv­ stovu­stjór­in í for­sæt­is­mál­a­ráð­num honum bilin, ein Mercedes. – Men den ville jeg ikki ha’, segði Ank­er Jørgensen – og leggur aft­ ur­at, at skrivstovustjórin gjørdist sera bilsin. Anker Jørgensen segði, at hann vildi demonstrera. Hann vildi ikki koyra í einum fínum Mer­ce­des, tí tað gjørdi Hitler eisini, tá hann gjørdi innrás í Pólland og Eyst­ur­ ríki. Og so leggur hann skemtandi aft­ur­at, at hann hevði ikki brúk fyri einum bili, sum var til fólk við long­um beinum. Endin var, at tann blaðungi ráð­ harr­in, Svend Auken, fekk Mer­ced­ es­bil­in, meðan Anker Jørgensen fekk ein Ford – ein »menigmandsbil«, sum hann sjálvur tekur til.« S osialurin skrivaði soleiðis 30. januar í 1991: »Rolf Jonsson er svii. Tað er hann, sum er høvuðskraftin aftan fyri tey bæði skipini, sum eftir ætlan skulu byggjast á skipasmiðjuni í Vági. Jonsson býr í Florida í USA. Hann flutti hagar úr Svøríki fyri einum ári síð­ani, og tað var ikki av til­vild­um eftir skrivingini í svenskum bløðum at døma. Jonsson hevur annars ført seg fram sum heiðursmann, m. a. tá hann úti í Tinga­nesi vísti mynd av sær sjálvum saman við guvernørinum í Florida. – Vit hittast privat, segði sviin, tá hann skuldi leggja lodd í úti í Tinga­ nesi til frama fyri skipaprojektið, sum vág­bingar hava bíðað eftir nú í langa tíð. Í 1989 førdi hann seg fram í Hag­ fors sum maðurin, ið skuldi fáa glið á. Hagfors skuldi knýtast upp í stóru verð við ein­um beinleiðis flog­sam­ bandi til Stockholm. Stór ætlan Kommunan gjørdi ein ovurstóran flog­vøll, og so skuldi Jonsson standa fyri byggingini av skriv­stovu­høl­um og komu/bíðihøll fyri 20 milj­ónir krónur. Harumframt skuldi hyggjast ein stór høll at lakera sjálv tey størstu flog­før­ini; hesa fyritøku skuldi hann sjálv­ur hava. Hann fekk nógv fólk heft upp í pro­jektið í sambandi við fígginginia av pro­jekt­i­numm. Lakeringshøllin varð ongantíð av nøkr­um, men stóri bygningurin stend­ur uppi, tómur og uttan ankað virk­semi. Tá roknskapurin fyri projektið var gjørd­ur upp manglaðu 17 miljónir. Fúti og skatta­myndugleiakr sóknast eftir Rolf Jonsson, og kemur hann til Svør­íkis, verður hann straks tik­ in, sigur kelda okkara í Svøríki, tí í kjalar­vørri­num á projekti hansara er ein røð av konk­ursum: eitt partafelag fyri og annað eftir er vorðið drenað fyri peng­ar, sum eru fluttir yvir í eitt nýtt, áðr­enn áognararnir hava fingið tað, teir áttu til góðar. Hvussu Rolf JOnssen fer at royn­ ast vágbingum er óvist. Sátt­mála­ stovn­ur­in hevur góðkent projektið (460 milj­ónir) og út frá hesum hava und­an­farna landsstýrið og fíggj­ar­ nevnd veitt projektinum sømdir fyri reið­i­liga 100 miljónir tilsamans. Danski skipskredittgrunnurin skal fíggja 80% av byggingini, og seinast vit vistu hevði grunnurin biðið um per­són­ligar upplýsingar um svian. Hesar upplýsingar hevur grunn­ur­in fingið og sumóknin kemur til við­gerð­ ar fyrst í februar. Niklas Magnussen, ráðgevi og med­eig­ari í skipa­smiðj­uni í Vági, sigur, at hes­ir upp­lýsing­ar um Jonsson eru spildur­nýgg­ir fyri hann. Til blaðið í morgin fara vit at royna at fáa orð á Johan Dahl, stjóra á skipa­smiðj­uni í Vági, Rolf Jons­son og kanska onn­ur við, fyri at vita, hvussu væl pro­jekt­ið er tryggj­að ímóti møgu­ lig­um speku­la­ti­óns-mot­iv­um.« Stungin av við 17 miljónum Anker Jørgensen hittir aftur gamla ráðharrabilin, sum hann hevði í 1976. Tá hann varð skiftur út, varð hann sendur til ríkisumboðsmannin í Føroyum, sum vanliga »arvar« forsætisráðharrabilin Í Vági hevur veirð sera lítið arbeiði í langa tíð. Tí seta teir vónir til bygg­ ing­ina av tveimum bingjuskipum. Men málið dregur út, og seinasta er, at danski skipskredittgrunnurin hevur nú nbiðið um persónligar upplýsingar um svian í USA, ið stendur aftan fyri projektið