týsdagur 16. mai 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í FÓTASPORUM LUTHERS
At læra um uppruna er
Sagt verður um Luther, at hann týddi
Nýggja Testamentið úr frummálinum
eftir einans 10-11 vikum og við
teimum vánaligu umboðum, ið
tá vóru, má hetta arbeiðið sigast
at vera eitt meistaraverk
Tað er 10. mai, og flogferðin úr Føroyum er byrjað. Lagið er gott, og fólk eru spent
Hin 11. mai er ferðalagið í Eisleben. Vitjað verður, har Luther varð
føddur og í Pæturskirkjuni, har Luther varð doyptur
Orð: Vilmund Jacobsen
Myndir: Nes Prestagjald
Mikumorgunin hin 10. mai
fór eitt ferðalag á 119 fólk
úr Føroyum við kós móti
Leipzig í Týsklandi.
Hetta vóru fólk, sum
ynsktu at gera eina ferð,
har tey fingu høvi at ganga
í fótasporum Luthers.
Orsøkin til ferðina er, at
tað í oktober í ár verða liðin
500 ár, síðan Luther byrjaði
reformatiónina,
nevniliga
hin 31. oktober í 1517.
Í Føroyum plaga vit at
siga, at skifti frá katólskari
til lutherska trúgv - trúbótin
- fór fram í umleið 1540.
Ein sløk helvt av teimum,
sum vóru við á ferðini til
Týsklands, komu úr Eystur
oy, og annars vóru fólk kring
um landið við á ferðini.
At læra sín uppruna
Tað var ein áheitan frá
próvsti um at leggja høvdini
í blot og finna upp á okkurt,
nú hesin stóri merkisdagur -
dagurin fyri reformatiónina
og luthersku trúnna - er so
nær.
– Fólk høvdu høvi at
tekna seg til ferðina, og eg
haldi, nú ferðin er at enda
komin, at hon eydnaðist væl.
Tað
sigur
Ovi
Brim,
prestur, sum saman við
Símuni Hammer, Dagbjørt
Ólavsdóttir
Hansen
og
Odvør Harryson líka sum
vóru fyriskiparar av ferðini.
Øll, sum vóru við á ferð
ini - Í fótasporum Luthers
- mundu vera samd um,
at tað var nakað heilt ser
stakt at ferðast og ganga
í tí umhvørvi, har teir
allir, Luther, Melanchton,
Bugenhagen
og
Cranach,
livdu og virkaðu.
– Ikki minst áhugavert
var at hoyra um røsku, væl
skipaðu
og
arbeiðssomu
konu Luthers, Katharinu von
Bora, sum var manni sínum
ein ógvuliga dyggur stuðul í
øllum hansara arbeiði.
Luther var sera virkin
Ovi Brim heldur fyri, at
tað at læra sín uppruna at
kenna, ikki minst er at læra
seg sjálvan betri at kenna.
Hann vísir á, at reforma
torarnir peikaðu á Jesus
Kristus sum heimsins frels
ara og høvdu bíbliuna sum
avgerandi myndugleika í lívi
og læru.
– Millum mongu upplivils
ini á ferðini var hugvekjandi
at síggja arbeiðsrúmið hjá
Luther
í
Wartburg,
har
hann eitt nú týddi Nýggja
Testamentið til týskt - týska
fólkinum og mongum øðrum
til signingar og frelsu.
Sagt verður um Luther,
at hann týddi Nýggja Testa
mentið
úr
frummálinum
eftir einans 10-11 vikum og
við teimum vánaligu um
boðum, ið tá vóru, má hetta
arbeiðið sigast at vera meist
araverk.
Luther legði seg eisini
eftir einari týðing sum sam
svaraði við týska málið,
og hetta hevði við sær, at
Nýggja Testamentið kundi
lesast av øllum.
Føroysk gudstænasta
Sunnudagin 14. mai endaði
føroyska
ferðalagið
í
Mariukirkjuni í Wittenberg
við føroyskari gudstænastu
klokkan 17.
Tað var Ovi Brim, sum
prædikaði. Mariukirkjan var
sóknarkirkjan hjá Luther, og
her hevði hann helst fleiri
enn 2000 prædikur.
Heri
Tróndheim
og
Una Hansen vóru deknar
við
gudstænastuna,
og
organistar
vóru
Símun
Hammer, Max Højgaard og
Suni Hansen.
Ovi Brim heldur fyri, at
um vit skulu hava eitt satt
trúbótarhátíðarhald
til
heystar, so eiga vit kortini
ikki at peika á Luther, men
á hin krossfesta og upprisna
Jesus Kristus.
-
Hetta
undirstrikar
altartalvan í Mariukirkjuni
í Wittenberg, har oman fyri
talvuna stendur skrivað: “Tí
at annan grundvøll kann
eingin leggja enn tann, sum
lagdur er, og hann er Jesus
Kristus, sigur Ovi Brim,
prestur.