týsdagur 16. mai 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
ØÐU TIL
L Í 2023
SUÐUROYARTUNNIL
Suðuroyatunnil til
bilar ella til tok
Ongin avgerð er tikin um nakað sum helst og ein
spurningur, støða skal takst til, er um ein Suðuroyartunnilin
skal vera til bilar at koyra ígjøgnum, ella um hann
skal vera til tok, sum bilar so koyra upp í
Áki Bertholdsen
Tað er ongin avgerð er tikin enn,
um farið verður undir at gera
knýta Suðuroy upp í meginøkið,
ella ikki.
Tað sigur Henrik Old, lands
stýrismaður.
Í aðrari grein her á síðunum
greiða vit frá, at hann hevur biðið
Løgtingið játtað 500.000 krónur til
at gera nakrar fyrireikingar kann
ingar.
Ein
Suðuroyartunnil
verður
minst 22 kilometrar langur av
Sandi til Sandvíkar. Av tí at hann
er so langur, hevur Landsverk
mett, at tað helst verður neyðugt at
gera tveir tunlar, har ferðslan ant
in verður einvegis, ella har annar
tunnilin verður ein rýmingartunnil.
Ein tunnil við rýmingartunli
er nógv bíligari, tí trygdarkrøvini
minka, men tveir tunlar við ein
vegis ferðslu eru nógv tryggari,
tí vandin fyri samanstoytti, har
bilar koyra ímóti hvørjum øðrum,
og rena á, verður burtur.
Ein møguleiki er at gera tunn
ilin av Sandoy, har hann so kemur
upp í Skúgvoy og fer so aftur til
Sandvíkar. Verður hendan loysnin
vald, verður kanska bara neyðugt
við einum tunli ímillum Sand og
Skúgvoy.
Sostatt er heldur ongin avgerð
tikin um, hvønn veg, tunnilin skal
liggjast, um talan skal vera um
ein tunnil, ella um tveir tunlar við
einvegis ferðslu og tað er heldur
ongin støða tikin til, hvussu verð
ur við rýmingartunli.
Hetta eru nevniliga nøkur av
viðurskiftunum, ætlaðu kanning
arnar í ár skulu geva eina ábend
ing um.
Bilar ella tok
Men Henrik Old sigur, at ein
spurningur,
sum
støða
eisini
skal takast til av tí at tunnilin er
so langur, er, um talan skal vera
um ein tunnil til bilar at koyra
ígjøgnum, ella um talan skal vera
um ein tunnil til tok at koyra
ígjøgnum, har bilar so koyra upp í
tokið, sum síðani koyrir ígjøgnum
tunnilin.
Eitt tok kann so eisini hava
rúm fyri ferðafólki við ongum
bili. Hetta er sama skipan sum er
í undirsjóvartunlinum ímillum
Ongland og Frakland. Hon er 51
kilometrar long og tað tekur 20
minuttir at koyra ígjøgnum.
Landsstýrismaðurin sigur, at
fer tað at gera tunnilin munandi
bíligari, er tað avgjørt vert at taka
til umhugsunnar
Tað kundi eisini gjørt tað mun
andi skjótari at ferðast, tí ein tok
kann koyra væl skjótari enn ein
bilur.
Onnur mynd
Í 2012 metti Landsverk eisini, at ein
Suðuroyartunnil fer at kosta átta
milliardir at gera, og einar 50-100
milliónir um árið at reka og halda.
Men Henrik Old staðfestir,
at hvat tunnilsgerð viðvíkur, er
nógv vatn runnið í ánna síðani
2012 og hann væntar, at nýggjar
kostnarmetingar og tíðarætlanir
fara at geva eina heilt aðra mynd.
Hann vísir á, at Suðuroyar
tunnilin
er
sum
Eysturoyar
tunnilin og Sandoyartunnilin til
samans og teir kosta onkustaðni
ímillum tvær og tríggjar milliardir.
Fast samband ímillum
Sandoy og Suðuroyar
verður góðar 22 kilometrar,
men helst verður talan um
tveir tunlar, ein av Sandi
til Skúgvoyar og ein úr
Skúgvoy til Sandvíkar,
sigur landsstýrismaðurin
TØL & UPPLÝSINGAR
Henrik Old fer nú at seta kanningar í verk fyri at fáa tøl og
upplýsingar á borðið fyri at vita, hvussu ein Suðuroyartunnil
kann gerast – ella um tað letur seg gera yvirhøvur
Tað er nógv, sum talar fyri, at
hetta verður linjuføringin