Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SUÐUROYARTUNNIL KLÁRT AT TAKA STØ SUÐUROYAR­TUNNIL Nú verður fyrsta upphæddin játtað til arbeiðið at fyrireika undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, skulu vit hava eitt grundarlag at taka støðu á, sigur Henrik Old, landsstýrismaður Áki Bertholdsen – Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur í 2023, skulu vit eisini at hava eitt grundarlag at taka støðu til um vit skulu fara undir ein undir­ sjóvartunnil til Suðuroyar eisini. Tað sigur Henrik Old, lands­ stýrismaður í samferðslu­málum. Í hesum sambandi hevur hann nú biðið Løgtingið samtykkja, at búka 500.000 krónur av játtanini til Landsverk til at gera tær fyrstu fyrireikingarnar í ár til at gera Suður­oyartunnilin. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at peningur verður játtað­ur til fyrireikingarnar til Suður­oyar­ tunnilin. Henrik Old sigur, at peningurin skal brúkast til tær fyrireikandi kanningarnar fyri at fáa greiði á, hvussu ein Suðuroyartunnil skal leggjast. Í hesum sambandi skal metast um lendið á leiðini, har tunnilin skal leggjast, metast skal um botn­ in, og aðrar kanningar. – Í hesum døgum eru serkøn fólk í at gera tunlar í Føroyum og gera Eysturoyartunnilin og Sand­ oyartunnilin og tey eru sinnað at kannað jarðfrøðiligt tilfar ímillum Sandoy og Suðuroy fyri at vita, hvar tað kann hugsast, at ein tunnil liggur best. – Og tað kunnu teir gera fyri eina lutfalsliga lítla upphædd, nú teir eru til verka her kortini, sigur landsstýrismaðurin. Ongin avgerð Men Henrik Old leggur sam­stund­ is dent á, at hetta merkir ikki, at avgerð er tikin um, at undir­sjóvar­ tunnil skal gerast til Suður­oyar. Hinvegin er endamálið at tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, skal politiska skipanin hava eitt haldgott grundarlag at taka støðu til Suðuroyartunnilin á. Hann sigur, at Landsverk og Jarðfeingi hava mett um støðuna, og tað, sum liggur í kortunum er at gera ein tunnil av Sandi, til Skúgvoy og síðani ein tunnil úr Skúgvoy til Sandvíkar. – Tað er nógv, sum talar fyri, at hetta verður linjuføringin, tí verður talan um tveir tunlar, slepst helst undan fleiri trygdarkrøvum, og kemur hann upp í Sandvík, verður hann tað styttri og bíligari. Jarðfeingi hevur eisini mett um, hvørjar kanningar eru neyðugar at gera fyri at hava eitt haldgott grundarlag at taka støðu á. – Í hesum sambandi skal eisini metast um, hvussu møguleikarnir eru at fíggja eina slíka verkætlan. Frammanundan er nýggjur tunnil ímillum Sandvík og Hvalba, og ringvegur uttan um Hvalba í vegin til Hvalbiartunnilin sunnan fyri Hvalba, við í samferðslu­ætl­an­ ini hjá Landsverki, men tað stend­ ur kortini einki um, nær tað skal gerast. Veldst um Henrik Old sigur, at um yvir­ høvur farið verður undir Suður­ oyartunnilin, veldst alt um, hvussu umstøðurnar verða, bæði politiskt og fíggjarliga. Eitt, sum hann heldur, fer at fáa alstóran týdning fyri avgerðina, er, hvussu Eysturoyartunnilin fer at roynast, og hvussu nógv fólk yvirhøvur brúka hann. – Tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, hava bilar longu koyrt ígjøgnum Eysturoyartunnilin so mikið leingi, at vit hava eina greiða fatan av, hvussu undirtøkan verður ímillum manna og tað fer at fáa avgerandi týdning, heldur Landsstýrismaðurin. Hann vísir eisini á, at undir­ sjóvartunnil til Suðuroyar er ein so stór verkætlan, at tað hevur týdning at fólk fáa høvi til at sodna tað, tí fæst ikki stór undirtøka fyri ætlanini, fer neyvan at bera til at fara undir hana. Tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning at málið verður sett á skrá nú, so at fólk fáa vant seg við tankan. Í hesum sambandi er tað eisini neyðugt at fáa greiði á tí fíggjarliga grundarlagnum, leggur hann aft­ urat. Samstundis vísir hann eisini á, at Suðuroyartunnilin verður ikki bara ein útreiðsla. Verður tunnilin gjørdur, kann Smyril seljast fyri eina ávísa upphædd og samstundis sparir landið upphæddina, Smyril kostar í rakstri um árið. Í hesum tíðum kostar Smyril einar 50 milliónir um árið í rakstri, men hann er ómetaliga fast tengdur at oljuprísinum, tí tá ið hann var rættiliga høgur fyri nøkrum árum síðani, vóru rakstrarútreiðslurnar av Smyrli 70 milliónir um árið. Smyril er bygdur í 2005 og um 15 ár er tað besta farið av honum. Krøvini til slík skip eru herd ógvuliga nógv seinastu árini, so ein nýggjur Smyril verður ein dýr søga, onkur metir um, at hann hevði kostað eina milliard. – Hvussu strong krøvini eru, sóu vit nú vit skulu hava eitt avloysara skip tí hann skuldi til eftirlit. Tað var ein ómetaliga torfør uppgáva hjá Strandferðsluni, og hon verður ikki lættari framyvir, sigur Henrik Old. – So ein suðuroyartunnilin er ikki bara ein stór útreiðsla, hann er eisini ein stór sparing, leggur hann afturat. Sum er, hevur Sandoyartunnilin eitt fólkagrundarlag upp á góð 1200 fólk, men verður Suðuroyggin knýtt upp í, verður fólkagrundarlagið undir Sandoyartunlinum eisini eitt heilt annað, sigur lands­stýris­ maðurin. Tað hevur týdning at fólk fáa høvi til at sodna tað