týsdagur 16. mai 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg vil heita á
allar føroy
ingar um at
unna sær upp
livingina at fara
á KOKS
Johan Mortensen
V
it eiga at vera sera errin av
matstovuni KOKS. Hon er
– fyribils – hæddarpunktið
av gastronomisku
kollveltingini sum tók seg
upp her í Tórshavn fyri
sløkum 15 árum síðani.
Matskráin á KOKS er einn sonn uppliving
bæði fyri smakk og fyri eygað, eisini tá hon
flytur mørk við »maðkum« í ræstari súpan –
og faktisk smakka hesir mjølmaðkar væl!
KOKS hevur eina Michelin stjørnu og hetta
ger at matstovan er fullt bookað heila
summarið við gestum úr øllum heiminum.
Miðlarnir leggja dent á, at KOKS er gott fyri
okkara ferðavinnu og at hon dregur nógvar
gastrofjepparar hendavegin. Alt gott um
tað, men eg vil eisini heita á allar føroyingar
um at unna sær upplivingina at fara á
KOKS.
At hava eina Michelin stjørnu setur sera
stór krøv og er tað ein fragd at síggja,
hvussu høgt støðið nú er á KOKS og hvussu
væl og skjót
serveringin
er fyriskipað við
tænarum frá alskyns
londum. Karen og Poul
Andrias eiga stórt rós uppiborið
fyri teirra slóðbrótandi og kreativa
arbeiði, og tey, saman við Johannes
Jensen, hava gjørt KOKS til eina av bestu
matstovunum í Skandinavia.
Føroyar eru vælsignaðar
við heimsins bestu rávørum
úr fjalli í fjøru og tað
sprettur nú fleiri staðni
uttan fyri Havnina. Eg
kann nevna Café Fríðu í
Klaksvík og matstovan
Nólsoy, sum veruliga hava
gjørt vart við seg.
Tað er at vóna at KOKS eisini fer at
kveikja áhugan hjá okkara pelagisku og
alivinnu at gera meira burtur úr okkara
fiskavørum – tað er sera sjáldan, at nakar
tosar um eina smakkuppliving í sambandi
við okkara makrel, sild og alilaks. Vit tosa
um nøgdir – aldrin um góðsku og smakk.
Okkum tørvar ein altjóða kokka og
tænaraskúla, upplagt hjá Tekniska
Skúlanum í Klaksvík at viðka sitt virksemi.
Okkara politiska skipan eigur
at lurta eftir áheitanina frá vinnuni
um betri sømdur.
KOKS fer nú at byggja nýggja matstovu
í Havn, og vænti eg at hon fer at fáa sína
næstu Michelinstjørnu um ikki alt ov langa
tíð. Tað skal undra meg, um vit ikki eisini
fara at fáa eina Michelinstjørnu í Klaksvík.
Tað er onki øki í Føroyum, sum hevur so
stórt rávørutilfeingi sum Norðuroyggjar.
Johan Mortensen
HUGLEIÐINGAR
KOKS
Matstovan
Roykt, føroysk rót