Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Eg hevði ikki gjørt tað, um eg ikki tími tað, sigur 57 ára gamli Christian Frí­bjart Andreasen, um at verða við til at taka nakrar av teimum mest um­stríddu avgerðunum í fót­bólts­ heim­inum. Hann hevur fyri kortum verið við til at stytt leikbannið hjá arg­ ent­inska bóltsnillinginum, Lio­ nel Messi. Hann fekk fýra dyst­ir leikbann fyri at spilla ein hjálp­ar­ dóm­ara út, eftir landsdyst móti Kili. Hann kærdi avgerðina til yv­ir­kæru­ nevnd­ina og leikbannið bleiv stytt, so hann kann spæla komandi dyst. – Hendingn bleiv ikki fráboðað av dómarunum. Tað er ikki fyrr enn fjølmiðlarnir taka sakina upp, at kappingarnevndin í FIFA tek­ur málið upp. Vit hava hugt alt ígjøgn­ um og koma til, at Lionel Messi ikki skal hava fýra dystir leikbann, greið­ir Christian F. Andreasen frá. Altjóða miðlar vilja vera við, at dóm­ar­arnir hava boðað frá, at teir ikki ein gongd skiltu hvat Lionel Messi segði. Ein partvís føroysk av­gerð, sum hevur ávirkan á um Lio­nel Messi spælir fyri Argentina ella ikki. Afturvaldur í yvirkærunevndina Í farnu viku var árligi aðalfund­ur­in hjá FIFA hildin í Bahrein. Seinastu tíð­ina hava nógvar rembingar verið í fe­lags­skapinum, og regluverkið er broytt munandi. Millum annað eru regl­urnar fyri løgfrøðisligu stovn­ ar­nar broyttar. Hesir stovnar skulu nú verða mannaðir við serkønum fólki, og eisini í ein ávísan mun við utt­anveltaðum limum. Tað hevur giv­ið fleiri smátjóðum umboð í nevndunum. Millum annað Ber­ muda, Guam, Fiji og Føroyum. – Fleiri av umboðunum koma frá smátjóðum, sum til dagligt ikki hava samband við størru fót­bólts­ tjóð­irnar, sigur Christian F. Andr­ e­a­s­en. Á aðalfundinum hesaferð valdi FIFA millum annað limir í aga­ nevnd­ina, etisku nevndina og yv­ir­ kæru­nevndina. Í hesum sam­bandi varð forsetin í Fótbóltssambandi Før­oya, Christian F. Andreasen aft­ ur­valdur sum annað umboði hjá Evropa í yvirkærunevndina, gald­ andi næstu fýra árini. Yvirkærunevndin tekur støðu til kær­ur viðvíkjandi avgerðum, sum aga­nevndin og etiska nevndin hava tik­ið. Yvirkærunevndin er sostatt hægsti løgfrøðiligi myndugleiki í FIFA. Meðan FSF-forsetin varð aft­ ur­valdur, hevur yv­ir­kæru­nevnd­in fingið nýggjan formann og nýggj­ an næstformann. Nýggjur for­mað­ ur er Thomas Bodstrøm, og er fyrr­ verandi svenskur løg­mála­ráð­harri. Næstformaðurin í yv­ir­kæru­nevnd­ ini eitur nú Neil Eggle­ston, og er úr USA. Hann er pro­fessari í løg­frøði, og hevur starv­ast sum løg­frøð­is­lig­ ur ráðgevi í Hvítu húsunum und­ir fyrr­verandi am­er­ik­anska for­set­an­ um, Barack Obama. Christian F. Andreasen er 57 ára gam­al. Hann bleiv valdur til forseta í Fótbóltssambandi Føroya í 2010, og hevur síðani 2013 verið limur í yvir­kærunevndini hjá FIFA. Settur av Sepp Blatter Tað er ein óvitandi Christian F. Andre­asen, sum í 2013 fær í boðið at sita í yvirkærunevndini í FIFA. Hann veit einki, tá boð koma frá Sepp Blatter um at hann er upp­ skot­in til nevndarsessin. Í dag eru tveir limir fyri hvørja av teimum seks altjóða fótbóltssamgongunum, men tá bleivt tú bara settur. – Eg veit ikki hví teir velja meg tá, men teir hava nokk sæð mítt CV og at eg eri sakførari, fortelur tofta­maðurin, sum heldur fast í sess­inum, tá broytingarnar um at UEFA bara kann hava tveir limir. – Tað er nógv rok, tá nevndin fyri fýra árum síðani blívur umløgd til tað, sum vit kenna hana í dag. Eg havi seinni fingið at vita, at tað tá er stríð um postin hjá mær. Aðr­ ir limir í UEFA halda ikki at ein so týdn­ingarmikil sessur skal til eina smá­tjóð, men táverandi for­set­in í UEFA, Michel Platini, sker ígjøgn­ um og gevur okkum sessin, sigur Christian F. Andreasen. Hann hevur sosatt nógv at takka bæði Sepp Blatter og Michel Pla­tini fyri, men báðir hava verið uppi at vent í yvirkærunevndini og eru feldir. – Soleiðis er spælið nú einaferð. Tað kann eg ikki hugsa um, sigur Christi­an F. Andreasen, sum síðani Forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian F. Andreasen, er ein av orsøkunum, at Lionel Messi hevur fingið sítt landsliðsleikbann stytt. Hann er fyri kortum afturvaldur í yvirkærunevndina í FIFA. Ein postur hann kann takka Sepp Blatter og Michel Platini fyri, men spælið er eirindaleyst, tí hann hevur eisini verið við til at rent teir á dyr ÍTRÓTTUR Christian F. Andreasen og Sepp Blatter, tá hann var FIFA-forseti og var og vitjaði í Føroyum Christian F. Andreasen í FIFA-meldrinum: TEKUR STÓRAR AVGERÐIR ÚR FØROYUM