týsdagur 16. mai 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 17. mai 2017 · Nr. 57
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HM 2016
HELST Í USA
FIFA hevur longt freistina til at bjóða seg fram til HM í 2026.
Í løtuni eru tað bara USA, sum saman við Meksiko og Kanada,
sum hava bjóðað seg fram. – Freistin at søkja er longd, men
eg vænti ikki at nakar annar bjóðar seg fram. HM 2026 verður
tað størsta nakrantíð. 48 lond og 80 dystir.
INFANTINO Á
RÆTTARI KÓS
Nýggi FIFA forsetin, Gianni Infantino, lovaði bót og bata, men
onkrar útsøgnir hava tosað positivt um eitt nú Katar. – Eg vil
siga at tað gongur rætta vegin. Tað er ikki lætt at vera forseti í
FIFA, men tað er komið nógv av skafti hjá honum. Fleiri pengar
út til londini og eitt størri HM. Hann er dugnaligur, men hevur
sjálvandi onkrar veiklar. Onkur av úttalisinum eru politiskt
korekt í mun til áðrenn, sigur Christian F. Andreasen.
ÍTRÓTTUR
ikki hevur hoyrt frá hvørki Sepp
Blatter og Michel Platini.
Spennandi og
avbjóðandi arbeiði
Toftamaðurin hevur verið við til
at revsa Luis Suarez, tá hann í 2014
beit italska verjuspælaran Giorgio
Chiellini. Hann hevur verið við í av
gerðini at revsa FC Barcelona, sum
hevði keypt ein ov ungan fótbólts
spælara.
– Vit fáa allar sakirnar, sum
verða kærdar í kappingarnevndini
og í etisku nevndini. Í kappingar
nevndini er tað oftani talan um alt
tað vanliga inni á vøllinum, um
framt ólógligar spælarar, ólóglig
spælaraskifti millum feløg og eisini
atburð og annað, greiður toftamað
urin frá.
Tyngstu avgerðirnar hava tó
verið frá etisku nevnd, og eru innan
teir fýra veggirnar í FIFA og UEFA,
sum er evropesiska fótbóltssam
gongan. Umframt Sepp Blatter
og Michel Platini, so hevur hann
eisini verið við í avgerðini um at
fyrrverandi aðalskrivaran í UEFA,
franski Jerome Valcke, er burtur
vístur frá fótbólti.
Ongin fjald hóttan ella trýst
Tað eru altíð nógvar illgitingar um
avtalað spæl, mutur og trýst at taka
avgerðir, sum passar øðrum part
inum. Hetta kenni forsetin í FSF
einki til.
– Eg havi ongantíð upplivað, at
nakar hevur gjørt vart við seg á
slíkan hátt. Tað er sjálvandi trýst á
okkum, tá talan er um stóru sakir
nar, men vit liva eitt sindur í okkara
egnu verð, tá vit eru samlaðir á ein
um gistingarhúsi. Eg havi heldur
ikki upplivað, at nakar hevur tikið
meg til síðis og álgt mær at taka
eina avísa avgerð. Sum heild, so
havi eg einki ólógligt upplivað,
sigur Christian F. Andreasen.
Hann ásannar tó, at tað liggur
eitt ávíst trýst á, tá avgerðir hava
stóran almennan áhuga. Her nevnir
hann millum annað málið um Luis
Suarez frá 2014. Tað var til eitt HM
endaspæl og allur heimurin fylgdi
væl við.
Skalt verða fyrireikaður
At sita í yvirkærunevndini í FIFA
kundi bent á nógvar fundir, men í
hesum døgum, so verður nógv av
fundarvirkseminum í yvirkæru
nevndini gjørt umvegis telefon.
– Vit møtast ikki til hvørja við
gerð, men tosa saman í telefon. Eru
sakirnar stórar, sum eitt nú við Luis
Suarez, ella við keypsbanninum hjá
FC Barcelona, møtast vit, greiður
Christian F. Andreasen.
Tað er heldur ikki bara at sita í
yvirkærunevndini. Tú kanst ikki
møtu upp og bara melda pass í eini
sak.
– Tá vit møtast skalt tú verða
væl fyrireikaður og hava ein løg
frøðiliga grundgevning, fyri tí sum
tú sigur, men tað er ikki so at eg
liggi uttan svøvn undan eini avgerð,
sigur Christian F. Andreasen.
Toftamaðurin hevur boðað frá,
at hetta helst verður seinasta set
an sum forseti í FSF, men hann av
sannar ikki at hann kundi hildið
áfram í FIFA virksemi í framtíðini.
– Hetta er spennandi arbeiði
og ein sessur við virðing og tað er
nógv dugnalig fólk í umsitingini í
FIFA. Hetta er ikki ein sessur, sum
tú kanst telva teg til og eg veit eitt
sindur um løgfrøði frammanundan,
so tí haldi eg hetta er spennandi
og tími tað væl, sigur Christian F.
Andreasen.
trondur@sosialurin.fo