hósdagur 18. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
6
SAMRØÐA
Óvanliga atgongd at avmynda amerikanska forsetan
Myndamaðurin Benjamin Rasmussen er vorðið eitt kendari navn, síðani hann
fekk stóru uppgávuna at avmynda amerikanska forsetan fyri Time Magazine.
Óvanliga forsíðumyndin av rygginum hjá Donaldi Trump og nógva atgongdin
toymið frá Time óvæntað fekk í Hvítu Húsunum, hevur fingið nógva umrøðu. Hann
greiðir frá, hvør hann er, hvar hann byrjaði og sjálvsagt eisini um stóra avrikið
ANNIKA KUNOY IM
– Eg havi ikki virðismett tað, fyrr
enn eg eri vorðin eldri. Eg havi
verið nóg longi í hvørji mentan til,
at eg dugi at skilja mentanina úr
rætta sjónarhorni, men tó eri eg
altíð ein, ið kemur uttanífrá, sigur
Benjamin Rasmussen, um tað at
vera uppvaksin í Filipooyggjunum
við amerikanskari mammu og
føroyskum pápa.
– Av tí at eg eri uppvaksin á Filips
oyggjunum við amerikanskari
mammu og føroyskum pápa, og nú
havi búð í USA seinastu tíggju árini,
so haldi eg, at eg síggi mentanir og
støð á ein flótandi hátt, sigur hann.
– Tað er ikki altíð skilligt, hvat
er rætt og hvat er skeivt. Soleiðis
sum menniskju eru, tað tey gera,
og hvussu tey uppliva onnur
menniskju er ávirkað av mentanini
tey eru úr, greiðir hann frá.
Jógvan Júst Rasmussen, pápi
Benjamin, er klaksvíksingur og
flutti til USA miðskeiðis í sjeyti
árunum, har hann møtti konu síni.
Tey fluttu til Filipsoyggjarnar at
virka sum trúboðarar, tá Benjamin
var eitt ára gamal í 1985. Hóast
blandaðu mentanirnar í upp
vøkstri sínum, so hevði hann altíð
tað føroyska við sær á lívsleiðini.
– Sum barn vitjaði eg í Føroyum
um summuruni, gekk í 1. flokki í
Føroyum og tosaði føroyskt við
pápa mín. Umframt tað, so er tað
ein líkskapur millum føroysku
og filipinsku mentanirnar, har
persónligt samband við hvønn
annan er høgt í metum.
Í amerikonsku mentanini
viga onnur virði, so sum sosialur
strukturur og reglugerðir meir
enn menniskjalig sambond, sigur
Benjamin Rasmussen.
– Filipinarar halda ikki, at eg
eri ein teirra. Nógvir føroyingar
halda ikki, at eg eri føroyingur. At
eg kenni meg sum amerikanara
hevur meir við familjusambond
enn tjóðskap ella mentan at gera,
sigur hann, og leggur afturat, at
hóast hann ikki kennir seg sum
mentanarliga sum amerikanara,
so er Amerika so fjølbroytt, at
lætt er at fella til.
Myndatøka er interaktivt
Sum 18 ára gamal flutti Benjamin
Rasmussen til USA, og fór tá
undir at lesa til fotograf.
– Sum myndamaður mást tú
vera nærverandi, og mær dámdi
væl ta interaktivu síðuna av
fakinum, tí tú mást vera í løtuni
saman við fólki. Eg eri vanur við
fleiri tungumál, men tað visuella
málið er universalt, og tað hevur
førleika til at røkka tvørtur um
mál og mentan á ein hátt, sum
skrivaða orðið ikki hevur. Her
hevði eg ein møguleika at skapa
eitthvørt, sum byggir brýr tvørtur
um mentanirnar eg eri uppvaksin
við, sigur hann.
Tá Benjamin var liðugur við
útbúgving sína, fluttu hann og
kona hansara Abby Kirkbride til
Føroya at búgva í eitt ár. Eftir tað
árið fluttu tey til Filipsoyggjarnar,
og har fór Benjamin at gera ein
yvirbygnað í fotojournalistikki.
– Tað var hugtakandi at læra um
fotojournalistikk í einum suður
asiatiskum landi, sum fyrr hevur
verið hjáland. Har merkir foto
jornalistikkur nakað heilt annað,
tí myndafólk koma úr øllum
heiminum til hesi londini, og siga
soleiðis restina av heiminum, hvat
tey skulu halda um landið.
Yrkisleiðin sum
myndamaður
Eftir árið á Flipisoyggjunum og
lokna útbúgving fluttu Abby
og Benjamin aftur til USA. Tey
búsettu seg í Denver í Colorado,
har tey enn búgva.
– Í hesum yrkinum er umráð
andi at kenna tey røttu fólkini.
Eg byrjaði spakuliga at arbeiða
fyri tíðinda- og vikubløð í USA,
SOSIALURIN 49
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
TRUMP HELT
HURÐINI
FYRI MÆR
Mynd av forsetanum uttan fyri Hvítu Húsini, sum
Benjamin hevur tikið fyri Time Magazine