hósdagur 18. mai 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
7
men fyrstu árini livdi eg av inn
tøku, sum eg fekk í Føroyum
sum myndamaður. Eg var ofta í
Føroyum og tók myndir til brúð
leyp, kókibøkur og fyritøkur. Tað
tók fleiri ár áðrenn ferð veruliga
kom á, sigur hann.
Hóast Benjamin hevur lisið
fotojournalistikk, so heldur hann
sjálvur, at hann er uttanfyri
standandi í amerikonskum foto
journalistiskum høpi, tí hann ikki
altíð heldur seg til sermerkta ameri
kanska fotojournalistiska stílin.
– Tað er ein ávísur háttur at taka
myndir á. Endamálið er at knýta
saman lesarar og søguna, og tað
hendir, tá ein er visuelt tilvitaður
um litir, ljós, samskifti og annað,
greiðir hann frá.
– Í miðlunum verður, umframt
skrivaða tekstin, eitt visuelt mál
nýtt. Tað er ein sermerktur máti at
taka myndir av týðandi persónum
og mátin broytist, tá talan er um
persónar, sum ikki eru av so
stórum týdningi. Í mínum arbeiði
flyti eg meg út um hasi visuellu
tungumálini, sigur hann.
Tað sum Benjamini dámar best
í arbeiði sínum, er at varpa ljós á
støður í heiminum, sum mangla
uppmerksemi. Nýggjasta avrikið
saman við filmsframleiðara ger
júst tað, við at siga søgurnar hjá
iranskum flóttafólki í Nebraska.
-ISIS hevur framt hópmorð
av Yazidi fólkinum í Irak. Í hesi
myndafrásøgnini hava vit sameint
myndir av flóttafólki við sms boð,
sum tey hava fingið frá familju síni
í Irak, tá hópmorðini vórðu framd.
Vit ynsku at varpa ljós á eitt evni,
sum fólk eru troytt av at hoyra um,
og gera tað áhugavert fyri fjøldina,
sigur hann um eina av nýggjastu
verkætlanum sínum.
Tekur vanliga ikki
politiskar myndir
Benjamin Rasmussen er vorðið
eitt kendari navn, eftir at hann
tók myndirnar av amerikanska
forsetanum Donald Trump, til
forsíðuna av Time Magazine,
tá blaðfólk frá Time vóru til
eksklusiva vitjan í Hvítu Húsunum
og fingu samrøðu við forsetan.
Hann hevur havt samband
við blaðfólk frá Time í nøkur ár
og eisini arbeitt fyri blaðið sum
fríyrkismyndafólk fyrr. Tá hann
fekk tilboðið um at gera hesa
myndarøðina av heimsins mátt
miklasta manni, ivaðist hann í, um
hann skuldi átaka sær uppgávuna.
– Tað er ikki altíð gagnligt at gera
politiska umrøðu, og tí ivaðist eg.
Tá forseta valið var, gjørdi eg bert
eina politiska uppgávu av somu
orsøk. Politikkur fær alt ov nógv
uppmerksemi, og er í grundini eitt
stórt sirkus, sigur hann.
– Eg segði tó ja, tí eg haldi, at
hendan uppgávan er eitt íkast til
samtíðarsøguna, og tí er tað áhuga
vert, leggur hann afturat.
Brotnar avtalur
Á Time Magazine vildu tey miða
ímóti, at fáa serliga góða atgongd
til forsetan. Hendan samrøðan,
sum skuldi bera forsíðuna, vistu
tey fór at vera týðandi, og tí ynskti
redaktørurin, at myndamaðurin
var ein, sum ikki vanliga arbeiðir
við politikki. Í fyrstu atløgu var
uppgávan eitt portrett av forset
anum, men treytirnar sum toymið
fekk broyttust fleiri ferðir.
– Eg fleyg til Washington DC og
bíðaði at fáa endalig boð í tríggjar
dagar. Síðani fingu vit boð um,
at avtalan varð flutt til komandi
vikuna. Eg fleyg so heim, og kom
aftur til Washington DC vikuna
eftir, men eg visti onki endaligt,
fyrr enn fáir tímar áðrenn vit
sluppu inn, sigur hann.
– Samskiftið millum starvsfólki
um atgongd til forsetan er út av
lagi vánaligt í Hvítu Húsunum. Tey
klandrast og vildu ikki tað sama.
Vit fingu endiliga atgongd, tí eitt
av samskiftisfólkunum pressaði
uppá, men ráðgevarar forsetans
vistu ikki, at vit komu. Eisini var
alt sera hemmiligt, tí um nakar
frætti um hetta, so kundu vit jú
missa atgongdina. Tað var sera
løgið, sigur hann um upplivingina.
Trump gav sær
góðar stundir
Benjamin og toymið frá Time
Magazine høvdu ætlanir um, at
tey undir døgverðanum, sum
skuldi vera fyri miðlafólki, skuldu
royna at yvirtala forsetan og fólk
hansara um at sleppa til privata
tilhald forsetans á aðru hæddini av
Hvítu Húsunum, greiðir Benjamin
Rasmussen frá.
– Tá vit koma í skrivstovuna, the
Oval Office, tendrar Trump stóra
sjónvarpið, og vísur toyminum
hoyringar frá senatinum. Hann
greiðir frá og ger viðmerkingar til
tað, sum hann sær í eini 15 til 20
minuttir. Vanliga hava myndafólk
bert tveir minuttir til myndatøku
og blaðfólk ein hálvan tíma til
samrøðu, tá vitjað verður í Hvítu
Húsunum á hendan hátt. At hann
brúkti 20 minuttir uppá at vísa
okkum okkurt í sjónvarpinum var
absurd, sigur Benjamin Rasmussen
bilsin.
Trump broytir hugsan
Síðani fer toymið úr skrivstovu
forsetans og til døgverðan, men á
veg til døgverðan broytir Trump
hugsan, og velur at vísa gestunum
runt í Hvítu Húsunum.
– Myndafólk verða ongantíð
loyvd in í privata partin av Hvítu
Húsunum, fyrr enn tey fýra árini
Samskiftið millum
starvsfólkið
um atgongd til
forsetan er út av
lagi vánaligt í
Hvítu Húsunum.
Tey klandrast og
vildu ikki tað sama.
Vit fingu endiliga
atgongd, tí eitt av
samskiftisfólkunum
pressaði uppá,
men ráðgevarar
forsetans vistu
ikki, at vit komu.
Eisini var alt sera
hemmiligt, tí um
nakar frætti um
hetta, so kundu
vit jú missa
atgongdina. Tað
var sera løgið«
➥
Benjamin Rasmussen er í Føroyum í tvær vikur, og tekur myndir fyri føroyska fyritøku
Myndamaðurin Benjamin Rasmussen til arbeiðis