Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 8 forsetin situr á valdinum eru við at verða uppi. Hesin partuin er vanliga serliga privatur fyri forsetan og familju hansara. Tí vóru vit tikin av bóli, tá hann valdi at vísa okkum runt, sigur hann. Vildi fanga eina veruliga kenslu – Her var ein maður – forsetin í Amerika – sum ikki sleppur úr húsunum hann er í, hann er illa dámdur og nógv enntá hata ella vanvirða hann. Hann er á hátt einsamallur, og kona og børn hansara búgva ikki saman við honum. Ein løgin tilvera, hóast hann er forseti, sigur Benjamin Rasmussen hugsunarsamur, og leggur afturat at endamálið var at fanga ta kensluna. Tilsamans hevði toymið eini tríggjar tímar saman við forset­ anum og Benjamin tók myndir, tá hann slapp, sum var í eini fimm minnuttir. – Eg visti á ongan hátt, hvussu nógva atgongd eg fór at fáa. Vanliga havi eg útgerð og hjálparfólk við mær, men tað hevði eg ikki hesu ferð, so eg mátti arbeiða serliga nógv við ljósinum. Eisini er trýstið sera stórt, tí tey sum áður hava avmyndað Trump til slíkar forsíður eru víðagitin myndafók. Á tann hátt var tað ein lúsa uppliving, tí miseydnast tú, so er tað ógvuliga alment, sigur hann. Fyrireiking við Sinatra Benjamin greiðir frá, at hann hevði listið greinina “Frank Sinatra has a cold” sum Gay Talese skrivaði fyri Esquire í 1966. – Talese skuldi skriva eina grein um Sinatra, men Sinatra var í serliga ringum lagi tann dagin. Tí lýsir framúrskarandi greinin mannin sum eitt týðandi men avbyrgt menniskja, uttan at Talese slapp nær honum. Eg fyrireikaði meg við at lesa ta greinina, og royndi í uppgávuni at hava tað í huga. Eg vildi ikki látast sum vit høvdu eitt inniligt møti, tá tað ikki var tað. Eitt høvi at leggja rødd til Spurdur um, hvussu tað var at møta forsetanum, sigur Benjamin, at tað var fínt og ger lítið hóvsták burturúr. – Hóast eg eri ósamdur við nógv­um av tí politiska, so var tað eitt høvi at leggja rødd til ta stóru sosialu samrøðuna rundan um mannin. Hann tykist sera vanligur á nógvar matar, og tá eg fór gjøgnum hurðina meðan eg taki myndir av honum, so heldur hann hurðini fyri mær. Tað er óivað nakað sum hann ger. Hann heldur hurðini fyri fólki. Hann hevur tikið frástøðu frá siðvenjuni sum sigur, at ríkishøvdið ikki skal halda hurðini fyri øðrum fólki, greiðir Benjamin frá. – Hann tosaði nógv um seg sjálvan, og um hvussu umráðani ein persónur hann er. Hann nevndi fleiri ferðir, hvussu stór mannfjøldin var til setanina dagin hann tók við starvinum og um hvussu umráðani hann sum persónur er fyri hyggjaratølini hjá sjónvarpsrásunum. Hann er eitt hugtakandi menniskja, sum eisini stendur í stórari kontrast til fyrrverandi forsetan. Eg helt, at tað var óvanligt, at ein so máttmikil maður sum forsetin í Amerika tyktist hava slíkan tørv á bæði at erpa sær og at verja seg sjálvan mesta av tíðini, sigur hann, tá hann greiðir frá, hvat forsetin tosaði um. Stillu løturnar fingu týdning Síðani greinin kom út á Time Maga­zine og forísðumyndin sum Benjamin tók varð almanna­kunn­ gjørd, hevur afturmeldingin verið positiv. – Nógv av hesum hevur verið “off the record”, og eg havi ikki havt loyvi at úttala meg. CNN og Good Morning America hava gjørt nógv burturúr møtinum vit høvdu við forsetan, og dagin eftir vit tóku myndirnar segði Trump FBI stjóran úr starvi. Tá fingu nógvar av hesum stillu løtunum størri týdning, heldur hann. Bert ein avgreidd uppgáva Hóast tað ongin loyna er, at tele­ fonin ringir nakað oftari eftir eina uppgávu sum hesa, ið Benjamin hevur fingið frá hondum, so er hann sera jarðbundin. Hann hevur nógv at gera, og ferðast nógv. – Eg taldi saman herfyri, og eg haldi eg havi vitjað á leið 30 lond síðani eg var liðugur at lesa. Um­ framt, at eg havi verið í teimum flestu støðunum í USA eisini, greiðir hann frá. Hann er glaður fyri uppgávuna, og heldur at hon vísur á, at hann er álítandi sum myndamaður, men annars er uppgávan bert ein av mongum fyri Benjamin. – Hetta bert ein avgrødd upp­ gáva, hóast tað er ein kul avgreidd uppgáva, sigur hann. Tá hann var liðugur við arbeiði fyri Time Magazine fór hann til Los Angeles at taka mótamyndir fyri Dior. Nú er Benjamin Rasmussen í Føroyum í arbeiðsørindum í tvær vikur – Eg havi nógv at gera, havi ferð­ ast í ein mánað, og sigi ikki ja til nógvar nýggjar uppgávur júst nú, staðfestir hann. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Dagin eftir vit tóku myndirnar segði Trump FBI stjóran úr starvi. Tá fingu nógvar av hesum stillu løtunum størri týdning« Mynd av Donald Trump í Hvítu Húsunum, sum Benjamin hevur tikið fyri Time Magazine Júst eftir at hava avmyndað amerikanska forsetan fór Benjamin til Los Angeles at taka mótamyndir fyri Dior SAMRØÐA