Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN 58 10 HALLUR AV RANA Í Danmark situr føroyski Óli Jensen, ein maður mitt í tretivunum, og spekulerar yvir lagnu sína. Hóast hann er pápi at tveimum børnum og hevur verið í fleiri seriøsum parløgum, so er hann í dag einsa­ mallur, eftir at hava verið bund­ in meginpartin av lívinum av rúsevnum. Í dag hevur hann fing­ið hjálp, men klárar kortini ikki at lata vera við at hugsa um, hvussu hansara lív hevði verið, um hjálpin, ið hann so eyðsæð tørvaði, kom nøkur ár fyrr. Í nærum tjúgu ár livdi Óli Jensen í harða rúsevnisumhvørvinum í Føroyum, og kennir betri enn tey flestu til samfelagsins skuggasíðu. Hann hevur verið í hóslag við løgregluna fleiri ferðir, hevur sitið fleiri dómar fyri sølu og smugling av rúsevnum, hann hevur roynt at beint fyri sær sjálvum og tvær ferðir er hann endaður á sjúkra­ húsinum vegna yvirdosis. Gjøgnum lívið hava neyða­r­ rópini verið óteljandi, men tað var ikki fyrr enn hann trein inn í eina sosiala skaðastovu í Danmark, at Óli Jensen fann teir persónar, ið vildu, og vóru førir fyri at hjálpa honum víðari í lívinum. Tveittur úr skúlanum Longu tíðliga í barndóminum hjá Óla Jensen hómast eitt mynstur við skeivum avgerðum og myndug­leikum, ið heldur góvu upp enn at hjálpa, ið tykist at hava sett kósina fyri restina av lívinum. Óli Jensen kláraði seg aldrin serliga væl í barnaskúlanum, og var kanska heldur ikki millum teir friðarligastu dreingirnir í klass­ anum, men sum smá­drongur kundi hann ikki skilja avleiðingarnar, ið hansara atburður fór at hava á restina av lívinum. – Longu tá eg gekk í 6. flokki varð eg tveittur úr fyrsta skúl­an­ um, og var tað tá, at alt byrjaði at ganga galið, sigur Óli Jensen. Í nýggja skúlanum hevði ungi drongurin nevniliga trupulleikar við at fáa vinir, og føldi seg sera einsa­mallan. – Eg gekk bara fyri meg sjálv­ an og hvørt fríkorter fór eg einsa­ mallur út at roykja. Tað gekk heldur ikki long tíð áðrenn eg fór úr tí skúlanum. Í dag havi eg faktiskt aldrin fullført ein skúla, greiðir Óli Jensen frá. Einsemi Fyri at royna nakað heilt øðrvísi valdi ungi drongurin at leita sær til Danmarkar, har hann fór á ein eftirskúla. Men aftur har endurtók søgan seg. Tað var strangliga bannað hjá næmingunum at roykja, so tá Óli Jensen bleiv tikin í at bróta reglarnar, bleiv hann sendur aftur til Føroyar og Eysturskúlan, har hann fór i í 8. flokk. Tað var tá fjórði skúlin innan trý ár hjá Óla Jensen, men heldur ikki tíðin í Eysturskúlanum gjørdist serliga drúgv, og gavst hann í 9. flokki. Tá ið hann í dag hyggur aftur á tíðina í fólkaskúlanum, er tað við sorgblídni og einum spurningi, um lívið hevði verið øðrvísi, um hann aldrin varð tveittur úr fyrsta skúlanum. – Síðan eg varð tveittur úr barna­skúlanum, havi eg aldrin fingið ein skúlavin. Eg havi altíð følt meg uttanfyri. Í staðin fyri at hava fylgst við mínum vinum, so bleiv eg tann persónurin, ið altíð var einsamallur. Eg var einsa­ mallur hvørt fríkorter, og føldi meg øðrvísi og hevði tað slett ikki gott við mær sjálvum, sigur Óli Jensen. Margarinfabrikkin Tað var í hesum tíðarskeiðinum, ið var merkt at ósigrum og einsemi, at ungi havnardrongurin fyrstu fer kom í samband við rúsevnir. – Eg leitaði eftir góðkenning um hetta mundi. Eg føldi, at eingin vildi hava nakað við meg at gera, greiðir Óli Jensen frá. Hendan tráanin førdi hann oman í ungdómshúsið Margarin­ fabrikkin, har hann kom í samband við javnaldrar, ið royktu hassj. – Har gingu allir teir, ið royktu hassj í mínum aldri, og tað var har, at eg roykti hassj fyrstu fer, greiðir Óli Jensen frá. Loksins tóktist Óli Jensen at hava funnið tað, ið hann hevði leitað eftir, síðan hann fyrstu ferð kom í klemmu við skúlaverkið. Men hóast hann endiliga hevði onkrar vinir, so var hann greiður yvir, at teir ikki vóru besta ávirkanin. – Eg endaði í einum ringum um­ hvørvi, ið eg ikki megnaði at slíta meg leysan frá. Tað eydnaðist tó, tá eg fór niður til ein annan eftir­ skúla í 9. flokki, men skúlin for á húsagang, og eg endaði aftur í gamla umhvørvinum í Føroyum, greiðir Óli Jensen frá. Óynsktur Afturkomin til Føroyar søkti Óli Jensen at sleppa í 10. flokk í Eysturskúlanum, har hann hevði gingið í 9. flokki, áðrenn hann fór á eftirskúla, men fekk noktandi svar. – Tá eg gekk í Eysturskúlanum skuldu vit skriva ein stíl, um hvar vit fóru at vera um tíggju ár. Eg skrivaði, at eg fór at selja og taka rúsevnir. Eg fekk eitt níggju tal fyri stílin, men eingin kom nakrantíð at tosa við meg um innihaldið í stílinum. Har átti onkur at hava loftað mær. Tað sigur ein fyrrverandi rúsevnismisnýtari, ið ikki skilur hví eingin hjálp var at fáa í Føroyum SOSIALURIN 55 NEYÐARRÓP FYRI DEYVU OYRUM TEMA Ung og kriminalitetur Sonurin var tvey-trý ára gamal, tá tey rýmdu frá mær. Tá tók eg ecstasy, speed, coke og svampar. Eg hevði ongar kenslur, og dugdi ikki at vera pápi. Tey trongdu til kærleika og kenslur, men eg var altíð doyvdur av rúsevnum FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017