Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 11 – Eg var óynsktur í skúlanum, tí tey mettu, at eg hevði eina neiliga ávirkan á hini børnini, sigur Óli Jensen. Í dag er Óli Jensen ikki beiskur inn á skúlan fyri at sýta honum at koma í 10. flokk, men hann undrast tó yvir, at tá skúlin visti so mikið nógv um hann, at tey kundi koma til eina slíka niðurstøðu, hví høvdu tey so ikki roynt at hjálpt honum áður. Serliga havandi í huga ein stíl, ið hann skrivaði í 9. flokki. – Tá ið eg gekk í Eysturskúlanum skuldu vit skriva ein stíl, um hvar vit fóru at vera um tíggju ár. Eg skrivaði, at eg fór at selja og taka rúsevnir. Eg fekk eitt níggju tal fyri stílin, men eingin kom nakrantíð at tosa við meg um innihaldið í stíl­ inum. Har átti onkur at hava loftað mær, sigur Óli Jensen. Út í misbrúk Í staðin fyri ein nýggjan kjans í fólka­skúlanum førkaði Óli Jensen seg bara longur út í eitt umhvørvi, ið fór at taka eitt kvørkratak um hansara lív. – Tað gjørdist skjótt ein vani at roykja hassj alla tíðina. Tá megnaði eg at steingja restina úti og slapp at ganga í míni egnu verð, sigur Óli Jensen. Men skjótt var hassj ikki nokk, og fór hann at leita aðrar mátar at fáa sær ein rús. – Um 16 ára aldur byrjaði eg at drekka rímiliga nógv, og byrjaði tá eisini at taka speed og ecstasy. Eg møtti øllum hesum persónunum gjøgnum at roykja hassj, men tað var fyrst, tá ið eg byrjaði at ganga í býnum, at eg fekk atgongd til tey hørðu rúsevnini, greiðir Óli Jensen frá. Dragandi umhvørvi Fyri ein ungan tannáring, ið hevði trupult at fáa vinir, og sum føldi at samfelagið hevði givið upp á seg, so var talan um eitt spennandi umhvørvi, ið hann ikki kundi fáa nokk av. – Eg ynskti sjálvur at selja. Tað tiltalaði meg, tí hevði tú rúsevnir, so elskaðu øll teg, og man hevði allar teir vinir, ið man tørvaði. Man var á sosiala toppinum. Tað var eisini so lætt tá, tí einki narkopoliti var í Føroyum, greiðir Óli Jensen frá. Um hetta mundið var tað ein bakmaður, ið sat á so gott sum allari søluni av rúsevnum í Før­ oy­um. Løgreglan fekk tó fatur á viðkomandi, men tað steðgaði ikki rúsevnum at floyma inn yvir Føroya land, minnist Óli Jensen. – Man smuglaði bara sjálvur ella fekk onkran at gera tað. Av tí at eg seldi, so kendi eg nógv fólk, so um onkur kom úr Danmark, so settu tey seg í samband við meg, tí tey vistu, at eg kendi nógv fólk og seldi skjótt, greiðir Óli Jensen frá. Handtikin Tað var tó ikki uttan váða, at Óli Jen­sen tókst við at smugla og selja rúsevnir, og tá hann var 17 ár endaði hann fyrstu ferð í geglinum. – Eg hevði eitt kuffert við rús­ evn­um við mær til Føroyar, tá eg bleiv handtikin. Tað fekk eg 20 dagar fyri, sigur Óli Jensen. Tað gjørdist tann fyrsti av fleiri dómum fyri tá rótleysa unglingin. – Eg eri tikin fleiri ferðir og dømd­ur einar seks-sjey ferðir fyri sølu og smugling av rúsevnum, men tað hevur aldrin verið langir dómar, sigur Óli Jensen. Um ætlanin var, at dómarnir skuldu fáa unga mannin á rættkjøl aftur, so høvdu teir øvugtan virkna. – Tað var í fongslinum at eg lærdi alt. Teir kendu brotsmenninir, ið eg einans hevði hoyrt um, sat eg nú og tosaði við. Tá eg kom út aftur, kendi eg allar teir røttu per­són­ar­nar, sigur Óli Jensen. Fyrsti kærleikin Árini eftir, at Óli Jensen ikki slapp í 10. flokk, vóru sum heild buldraslig og full av rúsevnum. Hann reikaði frá arbeiði til arbeiði, og tað eydn­ aðist honum aldrin at vera verandi á sama stað serliga leingi. – Eg havi altíð steðgað við øllum, ið eg eri byrjaður uppá. Eg haldi tað var hassjið. Eg kláraði meg ikki uttan tað. Eg havi altíð vitað, at tað var skeivt, men tað hjálpti væl móti øllum trupulleikum. Um okkurt nívdi, onkur gjørdi fortreð ella eg hevði trupulleikar í skúlanum, so hvurvu allir tankarnir, tá eg roykti, sigur Óli Jensen. Sum 17 ára gamal fekk Óli Jen­ sen møguleikan at fara til skips Óla Jensen er eitt dulnevni. Navn og onnur viðurskiftir í greinini eru broytt fyri at verja um privatlívið hjá viðkomandi og familju hansara. Blaðmaðurin og blað­ stjórin vita tó hvør viðkomandi er P M Síðan eg varð tveittur úr barna­ skúlanum, havi eg aldrin fingið ein skúlavin. Eg havi altíð følt meg uttanfyri. Í staðin fyri at hava fylgst við mínum vinum, so bleiv eg tann persónurin, ið altíð var einsamallur ➥