Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 12 sum kokkur umborð á ein­um fiskiskipi. Hann tók av og var burtur í fleiri mánaðir. Men áðr­ enn hann fór, hevði hann møtt ein­ari gentu, ið saman við nýggja arbeiðinum gjørdi, at hann vildi sleppa gomlu vanunum. – Eg hevði ein mola av hassj við, men roykti hann ikki. Tað var ræðuligt at liggja umborð við sveittabroti í songini. Eg mátti skifta seingjarklæði hvønn dag. Men eg vildi vera rúsfríur, tá ið eg kom aftur til hana, sigur Óli Jen­ sen. Tað virkaði, tí tá Óli Jensen kom aftur til Føroyar, var hann fyri fyrstu ferð í longri tíð rúsfríur. Kærleikan skuldi frelsa Hóast Óli Jensen hevur verið mis­ nýtari stóran part av lívinum, so hevur hann altíð verið avgjørdur um, at makin ikki skuldi vera tað. – Eg havi aldrin havt eina damu, ið er misnýtari. Eg havi altíð vónað at finna eina damu, ið ikki roykti ella tók rúsevnir, so hon kundi hjálpa mær at steðga, greiðir Óli Jensen frá. Tey bæði komu eisini saman, og stutt eftir fingu tey ein son. At byrja við megnaði hann at halda sær frá rúsevnum, men mátti sanna, at tað var ringt at sleppa gomlu vanunum. – Eg sannførdi hana um, at tað gjørdi ikki nakað, um eg roykti eitt sindur. Hon gav eftir, men tíverri vant tað skjótt upp á seg, sigur Óli Jensen. Rúsevnismisnýtslan hevði tó ein dýran persónligan prís, ið Óli Jensen brádliga ein dagin mátti rinda. – Sonurin var tvey-trý ára gamal, tá tey rýmdu frá mær. Tá tók eg ecstasy, speed, coke og svampar. Eg hevði ongar kenslur, og dugdi ikki at vera pápi. Tey trongdu til kær­leika og kenslur, men eg var altíð doyvdur av rúsevnum, sigur Óli Jensen. Nýggjársaftan Tað var nýggjársaftan, at daman og sonurin pakkaðu saman og fóru frá Óla Jensen. Enn einaferð kendi hann seg heilt einsamallan í heimi­num. – Tá fekk eg mín fyrsta yvirdosis og endaði á Landssjúkrahúsinum. Eg var keddur, og vildi bara at onk­ ur vísti mær ans, sigur Óli Jensen. Hjartasorgin var stór eftir, at fyrsta seriøsa parlagið var liðugt, og einasta sum tyktist at hjálpa vóru rúsevnir. – Kenslurnar vóru sterkar, og tað havi eg aldrin klárað, so eg roykti fyri at sleppa av við tær. At enda var tað ikki nokk, men tá var býarlívið svarið. Tað hjálpti mær at sleppa burtur frá kærleikanum, kenslunum, ja burt frá øllum, og eg gjørdist púra kaldur, sigur Óli Jensen. Vitjanin á sjúkrahúsinum hjálptu ikki stórvegis, og árini eft­ ir, at daman og sonurin rýmdu frá Óla Jensen líktust teimum undan­ farnu. – Tá hon fór frá mær bleiv lívið ein bardagi móti rúsevnum, ið eg aldrin megnaði at vinna, greiðir Óli Jensen frá. Næsti møguleikin Fleiri ólukkulig ár gingu, og lívið hjá Óla Jensen tyktist einans at versna, tá hann ein dagin møtti ein­ari gentu, ið hann fall fyri. – Eg steðgaði við rúsevnum, tá vit komu saman, men tað helt held­ ur ikki leingi. Eg søkti hjálp, men har var eingin at fáa í Før­oyum. Eg royndi at goyma tað fyri henni, men tað virkaði ikki, greiðir Óli Jen­sen frá. Um hetta mundið fekk Óli Jen­ sen sjáldan frið frá løgregluni, ið framdu regluligar kanningar av honum og hansara bústaði. Endin var, at Óli Jensen og daman fluttu til Danmarkar, har tey fingu eitt barn saman. Vónin var, at nýggja byrjanin í Dan­mark fór at hjálpa honum at gevast, men so var ikki. Misbrúkið bara vaks í vavi og ávirkaði í alsamt størri mun familjulívið. At enda bleiv allur tøkur peningur brúktur til rúsevnir og rúsdrekka, meðan rokn­ingarnar hópaðu seg upp á borð­inum. – Eg mátti rúsa meg við onkrum, tí veruleikin var ov tungur. Tank­ar­ nir vóru ov nógvir og eg fekk aldrin frið. Eg sat uppi um næturnar, tí eg kláraði ikki at sova. Tað tímir eingin mamma, so daman, ið tá var upp á vegin, rýmdi frá mær. Hon vildi hava meira burtur úr lívinum, sigur Óli Jensen. Kroppurin segði stopp Tá seinna daman rýmdi, var einki, ið longur kundi tálma hugin til rús­evnini. Næstu seks vikurnar tók Óli Jensen øll tey rúsevnir, ið hann fekk hendur á, og fór í eitt men­talt djúpt svart hol. – Eg var øgiliga deprimeraður, og sat bara einsamallur í kamarinum. Eg fekk angist, og tordi næstan ikki at fara út um dyrnar. Eg stríddist við sjálvmorðstankar, og leitaði á netinum eftir hvussu man kundi beina fyri sær sjálvum á bestan hátt. Tað bleiv tó aldrin til nakað, sigur Óli Jensen. Í staðin endaði Óli Jensen enn einaferð á sjúkrahúsinum við yvir­ dosis. Hesaferð spurdist tó okkurt gott burturúr. – Tá eg vaknaði aftur, megnaði eg ikki annað enn at gráta. Eg hevði tað ræðuligt, Eg var keddur og hjartasorgin nívdi, men fekk tá professionel hjálp. Eg fortaldi teim­ um mína lívssøgu og bleiv sendur á eina sosiala skaðastovu. Har sat eg í tímavís og greiddi frá mínari lagnu, og endiliga upplivdi eg, at onkur lurtaði eftir mær, sigur Óli Jensen. Eitt hart stríð Danska samfelagið hevur í dag tikið hond um unga mannin, og hevur veitt honum ymisk tilboð fyri at gerast rúsfríur aftur. Tað hevur tó langt frá verið lætt, og er hann eisini dottin útí aftur av og á. Tað er nevniliga torført at broyta gamla vanar. – Tá rúsurin hevur verið svarið upp á allar trupulleikar síðan man var tannáringur, so er torført at sleppa tí aftur. Men nú fái eg professionella hjálp, og arbeitt verð­ur við høvd, sál og alt fyri at eg verði verandi rúsfríur, sigur Óli Jensen. Og fyri fyrstu ferð í langa tíð er Óli Jensen glaður fyri lívið. – Eg havi tað so gott nú. Áðrenn viðgerðina sá eg onga orsøk at liva. Nú eri eg glaður fyri at liva, men keddur yvir, at eg onga hjálp fekk í Føroyum. Eg verið her í Danmark so leingi sum børnini eru her, tí eg royni, at vera tann besti pápin eg kann fyri míni børn, sigur Óli Jensen. Óli Jensen er væl vitandi um, at hann hevur tikið nógvar skeivar avgerðir í lívinum, men í dag ynskir hann at vera ein ávaring fyri onnur. – Nú royni eg at gera okkurt gott við mínum lívi, og tá eg havi verið rúsfríur í nøkur ár, vil eg gjarna sleppa at greiða teimum ungu í fólka­skúlanum um mítt lív og avleið­ingarnar av teimum valum, ið man tekur, sigur Óli Jensen. HALLUR@SOSIALURIN.FO TEMA Ung og kriminalitetur Síðan eg varð tveittur úr barna­ skúlanum, havi eg aldrin fingið ein skúlavin. Eg havi altíð følt meg uttanfyri. Í staðin fyri at hava fylgst við mínum vinum, so bleiv eg tann persónurin, ið altíð var einsamallur