Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 13 Almannaverkið: – Veruleikin er tann, at vit hava ikki øll amboðini, sum krevjast, um hesi ungu kriminellu fólkini skulu koma fyri seg. At døma tey til pedagogiska viðgerð, tá ið tey í veruleikanum hava tørv á nógv meira, gevur ikki meining. Tað halda leiðararnir í Almannaverkinum, Edvard Heen, stjóri og Hermann Mortensen, leiðari fyri trivnaðardeplinin fyri barnavernd og fólk við sálarsjúku, autismu og seinheilaskaða BARBARA HOLM Á Smyrilsvegi sita trígg­ ir leiðarar í Almanna­ verkinum inni í stási­ lig­um kontóri hendan mánamorgun, til reiðar at greiða frá trupulleikunum, sum tey hava við summum ungum fólkum í høvuðsstaðnum. Høvið er, at fyri kortum varð ein maður stungin fleiri ferðir við knívum, øks og goggara. Hetta hendi á Landavegnum og harðskapurin byrjaði á Íslandsvegnum, í vardum bústaði undir Almannaverkinum. So hesir leiðararnir á staðnum staðfesta skjótt, at okkurt er gingið galið. Men teir vilja ikki taka alla ábyrgdina á seg. Fyrst mugu vit hyggja eftir tí yvirskipaða leistinum. Tí alt er vard­ir bústaðir- eisini ellis og røktar­heim og sambýlir av ymisk­ um slag. Hetta slagið av vard­ um bústaði, sum talan er um á Íslandsvegnum, er ein bú­felags­ skapur, har fleiri ung búgva saman, og í hesum føri eru tvey starvsfólk á staðnum alt samdøgrið. Og kortini eydnaðist hesum ungu at halda stóra veitslu, hava vápn sum øks og goggara í kam­ar­ inum, fremja óvanliga ógvusligan harðskap móti einum øðrum í veitsluni og so framvegis. Hvussu ber tað til? Fyrsta svarið er, at tað er eitt mark millum eftirlit og sjálvsavgerðarrættin hjá hesum ungu, sum ger seg galdandi. Hitt svarið er, at tað er trupult at gera nakað í konkretu støðuni. – Okkara starvsfólk kunnu einki gera í slíkari støðu. Hvat skulu tey gera? Fara inn og steðga harðskapinum? Tað er vandamikið fyri tey, og í slíkum førum noyðast vit at hugsa um trygdina hjá okk­ ara starvs­fólkum fyrst, sigur Her­ mann Mortensen. Tað er konkreti trupulleikin í hesum førinum. Tað var ótrygt hjá starvsfólkunum at blanda seg upp í veitsluna og harðskapin. Men tað er ikki einasti trupul­ leikin. Tí umframt hetta halda leið­ararnir í Almannaverkinum, at tað er høpisleyst, at kriminellir ungdómar verða dømdir av dómsvaldinum í varðveitslu hjá Almannaverkinum, heldur enn í fongsul – ella í besta føri til eina ordiliga viðgerð fyri teirra trupul­ leikar. Ein møguleiki, sum vit ikki hava í Føroyum í dag. Tí givið er, at fongsul neyvan er tann besta loysnin fyri ung, sum hava alskyns trupulleikar at dragast við. Tað verið seg sálarligar trupulleikar, diagnosur sum autismu og líkn­ andi, rúsevnistrupulleikar, harð­ liga atferð og so framvegis. Men hvat skal Almannaverkið gera við hesi ungu, spyrja leiðararnir í Almannaverkinum. Pedagogisk viðgerð hjálpir ikki meira enn eitt vist Konkreta orsøkin til, at tað eru tvey starvsfólk til arbeiðis døgnið runt á Íslandsvegnum er, at har er ein ungur persónur, sum er dømd í varðveitslu hjá Almannaverkinum. Men viðkomandi hevur upp á sítt stutta lív megnað at hava fleiri dómar fyri rúsevnir, fyri harðskap, fyri stuldur og mangt annað. Og viðkomandi hevur trupulleikar at dragast við av ymiskum slag. Og tá hjálpir pedagogiska viðgerðin lítið. – Tað nyttar ikki at døma mis­ nýtarar til pedagogiska viðgerð. Vit enda mangan í støðum, har vit fáa eitt bræv um, at onkur er dømdur í varðveitslu hjá okkum. Spurningurin er tó ongantíð settur – um vit í veruleikanum hava nakað tilboð at bjóða hesum. Tí enda vit við ungum, sum vit ikki kunnu handfara, sigur Hermann Mortensen. Veruleikin er, sambært Her­ manni Mortensen, at tað í dag eru førleikar til í Føroyum at hjálpa hesum, men teir eru spjaddir millum fleiri ymiskar stovnar og tí ikki samskipaðir. Fyrr vórðu tey send til Danmarkar, men tað er heldur ikki ein gongd leið. Tó mugu vit sum samfelag taka støðu til – nú tá vit ikki vilja senda tey av landinum – um vit ikki skulu hava nøktandi tilboð til hesi ungu, sum detta niður í millum. – Vit mugu fara inn í okkum sjálvi sum samfelag. Vit mugu hyggja kritiskt eftir tí, sum er á økinum í dag, og finna útav, hvat skal til fyri at lofta hesum ungu. Vit hava nógv tilboð, sum rigga í dag. Men veruleikin er, at har eru nøkur ung, sum vit ikki klára at lofta, leggur Edvard Heen aftrat. Og sambært honum er tað besta sum kann henda, at vit nú av álvara fara at kjakast um teir trupulleikar, sum vit hava á økinum. – Føroyar hava ikki eitt nóg sterkt apparat til at lofta ung­um við rúsdrekka og rús­evnis­trupul­ leikum. Vit mugu øll seta okkum saman og finna fram til, hvat vit kunnu gera. Og tað besta er, at man loftar teimum, áðrenn tey blíva 18 ár, tí tá tey eru myndug er rættiliga lítið man kann gera, sigur Edvard Heen. Setast við fundarborðið Hesir leiðararnir í Al­manna­verk­ inum, sum hendan dagin sita við fundar­borðið, eru sannførdir um, at tað er ein tvørfaklig loysn, sum skal til. Tí Almannaverkið sjálvt megnar ikki at bjarga hes­ um ungu. Men vón er, at um Almannaverkið, stovnar undir Heilsu og Innlendismálaráðnum, Psyki­atriski Depilin, løgreglan, Kriminalforsorgin, Dómsvaldið og kanska nakrir myndugleikar aftrat setast við fundarborðið og taka hesa støðuna upp til viðgerðar, so ber til at finna loysnir, sum halda í longdini. – Vit fara altíð at síggja ung við trupulleikum, sum tað er ringt at gera nakað fyri. Men í dag eru konkretir trupulleikar í skipanini, og tað kunnu vit gera nakað við, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. Tí hevur myndugleikin, sum í dag fær 31% av fíggjarlógini, tikið hendingina á Landavegnum herfyri í størsta álvara, sambært sær sjálvum. – Vit kunnu ikki liva við, at hetta hendir einaferð aftrat. Tí mugu vit finna útav, hvat vit skulu gera við støðuna hjá hesum ungu, sigur Edvard Heen. Spurningurin er tó, hvussu tað í fyrstu atløgu ber til, at ung við slíkum trupulleikum, verða savnað undir einum taki. Tað eru orsøkir til, at tað er eitt gott hugskot. Tað eru eisini orsøkir til, at tað er eitt ringt hugskot. Í øllum førum er tað veruleikin. Og grannar á Ís­landsvegnum hava sagt við Sosialin, at hesin búfelagsskapurin undir Almannaverkinum hoyrist javnan, og at løgreglan mangan er á staðnum. At tað eru trupulleikar í hesum búfelagsskapið vita vit – tað endaði jú við ógvusligum harðskapi, og at fýra unglingar vóru skuldsettir fyri drápsroynd fyri stuttum. Og hendan mánamorgun á Smyrilsvegi sigur Almannaverkið, at tey fara at gera alt fyri, at hetta skal vera síðstu ferð, at slíkur ógvusligur atburður ferð fram fyri skattaborgarans pengar. Tí spurningurin, sum skríggjar til himmals er, hvussu ofta ætla vit at síggja hesi ungu í Mjørkadali aftrat, áðrenn vit vakna og hjálpa teimum burturúr trupulleikum, ella tryggja samfelagnum í móti kriminalitetinum, sum stendst av hesum ungdóms umhvørvi? BARBARA@SOSIALURIN.FO HØPISLEYST AT TEY UNGU VERÐA DØMD AT VERA HJÁ OKKUM Edvard Heen, stjóri í Almanna­ verkinum