Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 14 Narkoløgreglan: – Tað er mangan, at ung í slíkum misbrúki eru svikin onkursvegna. Tað er mangan talan um svik í uppvøkstrinum. Og so eru tað sjálvandi nøkur, sum eru sálarliga sjúk, sigur Jan Johannesen, løgreglumaður á narkodeildini BARBARA HOLM Í skrivandi stund frættist frá narkoumhvørvinum í landinum, at tað er at kalla einki hassj at fáa hendur á. Orsøkin er helst, at løgreglan hevur megnað at fáa hendur á stórar nøgdir av hassji í ár, og tí er uppi. Men tað heldur ikki teimum ringastu narkomanunum frá at fáa ein rús. Tí tað er ikki bara hassj, sum ferðast í narkoumhvørvinum í landinum. Ritalin, sum er heili­ vág­ur, er nógv at síggja millum tey ungu, og her er trupult hjá løg­ regluni at fáa bilbugt – Veruleikin er, at vit kunnu illa gera nakað, um ung hava resept upp á retalin. Um tey so selja tað víðari til onkran annan seinni, tað er ringt at fanga, sigur Jan Johannesen. Ritalin er tó ikki einasta av­ bjóðingin. Seinastu árini eru sokallað LSD frímerki og MDMA nógv at síggja í Føroyum. Taks fangar onkuntíð brøv við slík÷um í, men tað er stríður streymur av teimum vandamiklu rúsevnunum. – Heroin og kokain er onkuntíð at síggja, men tað er sjáldsamt. Tó væntar vit, at nógv LSD frímerki koma inn, tí Taks fangar tað mang­ an í postinum, og um tað blívur við at verða bílagt, so má tað vera tí at tað riggar, sigur Jan Johannesen. Hesir marginaliseraðir bólkar av ungum, sum vit hava hoyrt nógv um í seinastuni, eru javnan í klørnum hjá politinum fyri ymisk lógarbrot. Jan Johannesen sigur, at størsti trupulleikin er vantandi tilknýti til samfelagið. – Tey keða seg, hesi ungu. Tey hava einki arbeiði og tí einki at fáa tíðina at ganga við. Vit hava hitt fleiri heimleys, sum so sova hjá vinfólkum og har, sum best ber til. Á summum bústøðum síggja vit, at fleiri ung sova í einum kamarið, tí tann, sum eigur íbúðina, lovar vinfólkum inn, sigur Jan Johannesen. Summi teirra, sum til dømis sova saman á ymiskum bústøðum, eru ikki heimleys, men tey hava eina óhepna sosiala bakgrund, so eingin í veruleikanum varnast, at tey hava verið burtur í fleiri dagar. BARBARA@SOSIALURIN.FO HESI UNGU ERU SVIKIN TEMA Ung og kriminalitetur Eyðgunn Samuelsen: – Vit hava sett gongd á at fáa skipað økið hjá millum annað hesum ungu betur, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sum saman við Heilsumálaráðnum hevur sett fleiri átøk í verk á økinum BARBARA HOLM Í farnu viku var aðalorðaskifti í Løgtinginum um millum vard­ar bústaðir, sum vit hava hoyrt nógv um í seinastuni. Og Eyðgunn Samuelsen, lands­ stýriskvinna, hevur sett fleiri arbeiðsbólkar at arbeiða við ymiskum trupulleikum á al­ mannaøkinum. Á vári 2015 var ein arbeiðs­ bólkur settur at gera tilmæli um ein føroyskan tænastupolitikk, sum skal stinga út í kortið, hvørjar meginreglur tæn­ast­ urnar framyvir skulu byggja á, hvørjar tænastur skulu veitast og hvussu hesar skulu skipast. Tænastupolitikkurin skal vera grundarlagið undir einari nýggjari tænastulóg. Skiftandi landsstýrisfólk hava arbeitt við at dagføra reglurnar í verandi forsorgar­ lóg. Byrjað varð við reglunum um hjálparráð. Reglurnar um virknistænastur, bú- og við­ gerðarstovnar og um vardar bústaðir eru somuleiðis dag­ førdar. Partar av for­sorgar­ lógini eru við løgtingslógini um arbeiðsfremjandi til­tøk og løgtingslógini um heima­ tænastu, eldrarøkt v.m., fluttar í aðra lóggávu, Næsta stigið er at smíða eina tænastulóg, ið skal betra um innihaldið í teimum tænastum, ið verða veittar borgarum, ið bera brek, eins og tænastulógin skal betra um rættartrygd borgarans við m.a. greiðum heimildum fyri tvingsilsinntrivum og eftirliti. – Hetta er eitt torgreitt økið, men samgongan leggur dent á at fáa hesi øki skipað so, at tað eydnast okkum at veita betri tilboð til hesi ungu, sigur landsstýriskvinnan. Harumframt hevur løgtingið veitt lítlan stuðul til tvey rús­ evnisviðgerðartilboð. BARBARA@SOSIALURIN.FO Vit hava sett nógv í gongd seinastu mánaðirnar