Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 16 BRÚDLEYP Maiken bloggar Tað allar torførasta hevur verið, at funn­ið útav, hvørjum vit skuldu bjóða í okkara brúdleyp. Vit hava havt óteljandi diskussiónir um, hvussu vit skuldu loysa tann “trup­ ul­leikan”. Mín allar fyrsti tanki var, at tað skuldi vera eitt ordiliga lít­ið brúdleyp, har vit bjóðaðu for­eldr­ um og systkjum við makum og børn­um, men sjeikurin vildi hava eitt stórt brúdleyp. So fóru vit til eitt brúdleyp hjá einum vinarpari hjá okkum, har tey bara høvdu bjóð­ að nærmastu familjuna og vinum, og eg helt, at tað var so hugnaligt, og kom í aðrar tankar. Hugsaði, at tað var næstan synd, um vit ikki gjørdu eitt sindur burturúr einum so stórum degi! Hevði nokk angrað tað í framtíðini. Og so sjálvandi eis­ ini, at ein vil jú, at onkur skal síggja teg, tá tú enduliga sært gott út. Eg havi aldrin verið tann stóri fjepp­ ar­in av makeup, móta og øðrum, og Youtube hevur mangan hjálpt mær, tá eg ikki veit, hvat ein brúkar hetta ymiska makeup’ið til. Aftaná hesar óteljandi diskussi­ ón­ir, og vit komu ongan veg, segði sjeik­urin við meg, at nú seta vit eitt dato á, nær vit skulu hava avgjørt, hvørj­um vit bjóða. 14. januar bleiv dato’­ið, og tá var tað eingin góða mamma! Tað hjálpti, tí tá tann dag­ur­in upprann, høvdu vit gjørt ein inn­bjóðingarlista, sum vit vóru samd um, og tað endaði við at verða ein listi við uml 100-110 fólkum á. Ikki dugi eg serliga væl við pynti og detaljum, so eg var púrasta í dýr­ astu neyð, tá eg skuldi finna útav, hvussu hølið og borðini skulu pynt­ ast. Onkur viðmælti mær at brúka hasa appina, sum eitur Pinterest, men eg helt, at hon var so rótut, og eg dugdi slett ikki at brúka hana, so eg slettaði hana aftur. Eg vendi mær so til mín góða ná­ búgva, sum eisini kortsíðani er bliv­ in gift, og hon hjálpti mær við tí. Eg haldi, at eg nevndi litin gult fyri henni, og at mær dámar so sera væl blómuna, sum eitur Solsikke. Hon er grafikari og hon dugir sítt shit, so tað var skjótt, at hon fann ymiskar uppsetanir av pynti, borð­ um o.ø, og eg fall beinanvegin fyri tí!! Faktist er tað so stuttligt, at for­ bók­stavirnir hjá henni og manni henn­ara eru teir somu sum okkara, og mað­urin hjá henni hevði gjørt eitt so fantastiska flott handverk úr træi við ljósi og tí heila, har teirra bókstavir eru “smeltaðir” sam­an í eitt. GENIALT!!! Tað hekk aft­an­fyri har sum tey sótu, tá tey høvdu brúðarveitslu, og tað hava vit fingið loyvi til at læna til okk­ara brúd­leyp. So tað er okkara “some­ thing borrowed”. Annars so havi eg fingið mær Pinte­rest aftur, og dugi betur at brúka tað hesaferð. So til hesar lortu glaskrukkurnar, sum eg havi sett mær fyri at samlað. Eg sá, at onkur annar hevði brúkt tað, og helt tað var so fitt og smart. Eg havi heitt á fólk um at goyma glaskrukkur. Eg ætlaði í roynd og veru fyrst, at tað bara skuldi vera livurposteikrukkur, men so sá eg,at tað bar slett ikki til. So bleiv tað til livurposteikrukkur og súlti­toyskrukkur, men tað gong­ ur heldur ikki, tí eg nái ikki at samla allar tær krukkur eg skal brúka. Tað endaði so við at blíva all­ar krukkur í øllum støddum. Nakað, sum eg havi lært higartil, er, at aaaldrin blívur tað, sum ein all­ar fyrst ætlar sær, so ein broytir mein­ing umleið 1000 ferðir. Sum tá eg skuldi finna kjólan! Eg havi leig­að kjólan frá Brúðarlín, tí eg tími ikki at keypa nakað, sum bara skal brúk­ast einaferð. Ikki tað, eg havi nokk nøkur pløgg í klædna­ skáp­inum, sum kanska eru brúkt eina­ferð ella ongantíð. Eg hevði gjørt mær allar møgu­ lig­ar tankar um, hvussu kjólin skuldi síggja út, men tá eg prøvaði kjól­ar, fann eg skjótt útav, at eg slett ikki klæddi tað, sum eg hevði ímyndað mær. Men kjólin er so viktigur, at hann má fáa eina “grein” fyri seg sjálvan, so hann goyma vit til næstuferð. Nakað, sum eg havi lært higartil, er, at aaaldrin blívur tað, sum ein allar fyrst ætlar sær, so ein broytir meining umleið 1000 ferðir. Maiken Brúdleyps­ fyrireiking Stutt um okkum Nøvn á komandi brúðarparinum: Maiken Sigmundsdóttir og Jan á Líðarenda Størv: Maiken er skrivstovukvinna á Fiskavirkinum í Gøtu, og Jan er vinnuráðgevi hjá Elding Komandi brúdleypsdagur: 01.07.2017 Eg eiti Maiken Sigmundsdóttir og eri 31 ára gomul. Eg eri fødd og uppvaksin í Kollafirði, so eg eri Koll­firð­ingur until the day i die!! Sum 23 ára gomul møtti eg mínum komandi manni, sum eitur Jan á Líðarenda. Hann var 22 ára gamal tá. “Kuvøsuguf”, eg veit, men vit høvdu tað so sjúkliga stuttligt, og hann var barasta so fittur og sjeikaligur, so “screw that” Og søgan um, hvussu vit møttust, er eisini virkuliga stuttlig, men hana goyma vit til onkran annan dag. Jan er føddur og uppvaksin í Norðragøtu, og í dag búgva vit í Norðragøtu og eiga 3 dreingir. Teir eru 11 ár, 4 ár og 9 mðr., so tað er rættuliga rokaligt hjá okkum, sum oftast. Nógv er hent tey 8 árini, vit hava verið saman, men tað hevur bara styrkt okkum sum par. Í septembur 2013 fór Jan á knæ og spurdi, um eg vildi giftast við sær, og sjááálvandi segði eg ja. Vit avtalaðu tá, at vit absolut ikki skuldu verða ein av teimum pørunum, sum eru ringforlovaði í fleiri ár, so vit søgdu, at innanfyri tey næstu 2 árini skuldu vit vera gift, og nú skriva vit 2017. Men nógv hendi aftaná hann hevði verið á knæ, sum faktist gjørdi, at vit ikki ordiliga vóru í “celebration mood”, so tí bleiv tað longri enn ætlað, men hjá teimum allar flestu gongur tað ikki altíð sum ætlað, so hví skulu vit vera nakað undantak. Nú hava vit alt, og mangla bara at blíva gift, so í ár verður tað! AT FINNA PERFEK BRÚÐA K­J­ÓLA­N Harriet bloggar