hósdagur 18. mai 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
17
Tann perfekti brúðarkjólin, eitt sum allar flestu
brúðrar ganga sera høgt upp í. Um tað er kjólin, sum
tær hava droymt um, síðan tær vóru heilt lítlar, hava
sæð í einum mótablaði, funnið á pinterest ella okkurt
heilt annað, so hevur kjólin sera nógv at siga.
Góð ráð, ið kunnu
hjálpa tær at finna
júst rætta kjólan til tín
Byrja tíðliga við at leita eftir kjólanum
Hóast tú hevur dreymakjólan í høvdinum, er tað ikki altíð líka lætt
sum vænta. Tað kann til tíðir eisini verða neyðugt at seyma kjólan um,
soleiðis, at hann passar perfekt til tín. Tað síðsta, tú hevur brúk fyri
beint áðrenn brúdleypið, er at stressa um at finna tann rætta kjólan.
Hóast tú møguliga ætlar at klænka teg, blíva eitt sindur brún ella, hvat
tað annars skuldi verið, kanst tú altíð finna kjólan, tær dámar og síðan
fáa hann gjørdan til áðrenn brúdleypið.
Finn títt kropsskap og stíl, lurta eftir tær
sjálvari, og hvat tú følir teg væl í
Ikki læsa teg fastan eftir, hvat er moderna júst nú, tí tað er jú ikki
sikkurt, at tann stílurin passar so væl til tín, ella at tú yvirhøvur dámar
tað. Um tú ikki veitst sjálv, hvat tær klæðir, so er eitt gott hugskot at
ráðføra teg við ein stylist ella lesa eitt sindur um kropsskap og seta teg
inn í, hvør útskering o.s.fr. er hóskandi til títt skap.
Ver opin fyri øðrum hugskotum.
Hóast tú hevur dreymakjólan í høvdinum, so er tað ikki heilt víst, at tað
er tann perfekti, tá tú ert í honum. Ver opin fyri at prøva aðrar kjólar, tí
hvør veit? Kanska tú finnur tann rætta kjólan, sum als ikki er tann, tú
hevði í huganum av fyrstan tíð.
Hugsa um árstíðina, stað og stíl.
Er tað eitt summar- ella vetrarbrúdleyp? Hvar blíva tit gift og ikki
minst, hvar hugsa tit at taka myndir? Hvussu nógv skalt tú flyta teg,
ganga og ikki minst dansa á brúdleypsdegnum? Hugsa um, at kjólin
helst skal passa til dagin og ikki skal gerast tær ein byrða, áðrenn
dagurin er komin í helvt, uttan so, at tú ert fyrireika uppá tað sjálvandi.
– Tak eina mynd av tær sjálvari í kjólinum, tær dámar væl, so hevur
tú myndirnar at hyggja aftur á, tá tú ert komin heim.
Kelda: http://www.bridemagazine.co.uk
Góða eydnu og minst til: Ikki stressa, tann perfekti kjólin til tín er har,
hóast tað møguliga ikki er tann, tú upprunaliga hugsaði.
TA
R
NAVN:
Harriet Olafsdóttir
av Gørðum
BRÚDLEYPSDATO:
06.07.2012
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM
BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ
BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!
Eg minnist tað sjálv, eg forelskaði
meg í tí (helt eg) perfekta kjólanum
beinanvegin, tá eg byrjaði at leita.
Hann hevði massar av glimmur,
stórt tyll skjúrt, stuttar ermar og
langt sleip.
Eg prøvaði fleiri kjólar, bæði í
Føroyum og var enntá niðri í Dan
mark og leitaði eftir tí perfekta
brúðarkjólanum. Eg fór sjálvandi
altíð fyrst eftir tí, sum líktist kjól
anum, ið eg hevði goymt mær
myndina av, og sum eg helt vera
tann perfekti.
Eg helt, at tað fór sjálvandi at
vera ordiliga lætt at finna ein kjóla,
tí eg visti jú akkurát, hvussu hann
skuldi síggja út. MEN tað, sum eg
tíðanverri mátti ásanna, var, at
møguliga var hetta lættari sagt enn
gjørt. Hvørjaferð eg prøvaði kjólar
nar, ið líktust júst tí, eg vildi hava,
bleiv eg bara meira og meira ósikk
ur og ónøgd við meg sjálva, tí, synd
at siga, so klæddi eg teir als ikki!
Eg sá bæði styttri út, enn eg var, og
so eisini minst 10 kg tjúkkari – tað
er jú júst tað øvugta av tí, sum tú
ynskir av einum brúðarkjóla.
So naiv sum eg var, helt eg sjálv
andi at tað var bara, tí eg ikki hevði
funnið TANN kjólan, also tann á
myndini.
Eg fór tí til Eiðis til eitt, ið æt
“Kjólar”, har tey høvdu eitt lítið
showroom við kjólum og annars
hjálptu tær at bílleggja júst tann
kjólan, tú ynskti tær – sergjørdan
úr Kina. Eg fór har við tí fyri eyga
at bíleggja tann kjólan eg hevði
mynd av.
Tíðanbetur høvdu tey góða veg
leiðing og ein seljara, ið tordi at siga
sína meining og spurdi, um eg var
heilt vís í, at júst hasin kjólin var
tann rætti til mín?! Hann bað meg
líka prøva onkrar av teimun, ið tey
høvdu í “showroom’inum” og prøva
at leggja tann “perfekta kjólan” á
hillina eina løtu.
Hetta eri eg SO glað fyri, at eg
gjørdi, tí tann kjólin, eg bílegði tann
dagin var als ikki tann sami, sum eg
hevði sett mær fyri.
Tað endaði við, at eg prøvaði ein
veitslukjóla, sum tey høvdu hang
andi inni í handlinum. Tann kjólin
fekk meg at føla meg ordiliga sum
eina prinsessu og mótadrotning alt
í einum.
Við smávegis broytingum bleiv
ordrin sendur inn uppá ein kjóla, ið
hevði stórt tyll skjúrt, var stuttur,
tvs. til øklarnar, hevði tíðskil einki
sleip, og hann hevði ongar ermar.