Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 18 Myndir av børnum á Facebook: LÍVSSTÍLUR ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO 24 ára gamla Hervør Ólafsdóttir Lützen eigur tvær døtrar, sum eru fýra og eitt ár, og tá hon átti fyrsta barn­ið sum 19 ára gomul, hugsaði hon ikki so øgiliga nógv um, hvørt tað var rætt ella ikki, at leggja myndir av barni sínum á netið. Hon greiðir frá, at hon varð meira til­vitað um at leggja myndir út á sosialar miðlar, eftir at hon hevði hoyrt evnið viðgjørt. - Alt tað sum fer á netið av børnunum, verður har restina av lívi teirra, sama hvat tú gert. Tá eg gjørdist tilvitað um tað, byrjaði eg við bert at leggja myndir á privatar familju bólkar, so familjan kundi síggja myndir av barni mínum á tí bólkinum, men nú geri eg heldur ikki tað longur, tí tær myndirnar eru jú framvegis á netinum. Í staðin skrivi eg uppdateringarnar eina ferð um árið við onkrari mynd á familjubólkin, sigur hon. - Tíðina eftir eg hevði átt, fór alt út á Facebook, men sjálv byrjaði eg at sýla frá, tí eg sá, at tað var í meira lagi. Eg tók tó ikki avgerð um, at minimera tað sum eg legði út, fyrr enn ein vinkona mín segði, at hon ong­ar myndir legði út av børnum sínum. Eg haldi, at vit mugu taka ábyrgd­ina vit hava fyri børnum okkara í álvara. Tey eru ov lítil at taka støðu til, hvat er rætt fyri tey, sigur hon avgjørd. - Summi foreldur leggja als onki út á netið, og halda tað undir ongum umstøðum vera í lagi at onnur gera tað. Sjálv haldi eg, at man skal velja sítt stríð, og um omman til dømis leggur eina mynd út, og eg ikki haldi, at nakað á myndini kann níva barn mítt, tá tað verður vaksið, so lati eg myndina vera har, sigur hon. Hon greiðir frá, at familja henn­ ara góðtekur avgerðina, tí øll vilja tey gentunum tað besta. -Eg stóli uppá, at tey taka ábyrgd­ ina í líka stórum álvara, sum eg geri. Hóast tað, so plagi eg líka at hyggja at um myndirnar, sum familjan velur at deila eru í lagi, og tað hevur ongan­tíð verið nakað, sum fer um mørk. Verða genturnar illar um okk­urt av hesum, sum farið er út á netið, tá tær verða vaksnar, so veit eg í minsta lagið, at eg havi gjørt eftir bestu sannføring. Tað er vónleyst at spáa um, hvussu reaktión teirra verð­ur og at fyribyrgja øllum, sigur hon. Tó so er umráðandi fyri Hervør, at ongar myndir eru av børnum henn­ara uttan klæðir, tá tær eru í bað, ella í øðrum viðkvømum støð­um, sum kunnu misnýtast av onkr­um, sum ikki vil teimum væl. - Tað eru nógvir pædofilar í Før­oyum, og man hoyrir, at teir nýta myndir av børnum av sosialu miðlunum og viðgera tær eisini. Hóast eg eigi myndirnar, so kunnu tær verða stolnar á sama hátt sum okkurt annað, sum eg eigi kann verða stolið, sigur hon umhugsin. Hugsar seg væl um 24 ára gamla mamman greiðir frá, at valið hon hevur tikið ikki merkir, at hon als ongar myndir leggur út, men at hon hugsar seg væl um, áðrenn hon ger tað, og at hon ikki ger tað ofta. - Hava vit havt tað serliga stutt­ ligt ein dag, og eg havi eina góða mynd av tí, so velji eg onkuntíð at leggja hana út í staðin fyri at vísa hana fyri familjulimunum ein og ein. Eisini skrivi eg tøkk og hefti myndir við um jólini, páskirnar, til føðingardagar og aðrar merkisdagar. Og tað leggi eg á veggin hjá mær á facebook, sigur hon. - Eg hugsi um, hvørt døtrar mínar verða keddar seinni í lívinum av tí, sum verður lagt út av teimum. Tí royni eg eisini at lata vera við at skriva sovorið, sum tær siga og gera, sum eg haldi kundi verði flovisligt hjá teimum, tá tær verða eldri, hóast eg av og á ikki klári at lata vera, sigur hon. - Einaferð hevði eg skrivað eina støðu á Facebook, um fyrstu ferð dóttir mín hevði sitið á potti. Vit vóru í Danmark tá, og tað var ein støða, sum eg vildi deila. Dagin eftir við­merkti ein í flokki mínum, at tað sum eg hevði skrivað var flovisligt, og at dóttir mín fór at verða flov av tí, tá hon varð eldri. Eg tók ta viðmerkingina til mín, og hóast eg broytti tað sum eg skrivaði tá, so kann eg ikki vera vís í, at tað er burtur. Alt sum fer á netið verður á netinum, tí internetið sýgur alt til sín, sigur hon álvarsom. Netið er ikki ein lítil eskja Tá vit sita við telduni ella telefonini og samskifta á sosialu miðlunum, so hava vit lesaraskarðan í huga, men ofta er hann minni í huga okkara, enn hann er í veruleikanum. Internetið í sjálvum sær er abstrakt, og torført kann vera at ímynda sær, hvar alt veruliga endar, sum vit leggja út. - Alt ov ofta gloyma vit, at mill­ um annað Facebook ikki er ein lítil boks. Vit hava nøkur fá í huga, sum vit ynskja at deila við, men í veru­ leikanum kunnu øll síggja alt, og tað fer ongantíð burtur aftur. Heldur ikki vita vit, hvussu tað vit siga og gera á netinum fer at ávirka børn okkara, tá tey verða eldri, og tí mugu vit meta um hvør í sínum lagi, sigur hon. - Eg havi eina rúgvu av vinfólki á face­book, og eg hugsi ikki altíð sjálv um, hvat tað eru fyri fólk, sum nú hava atgongd til alt, sum eg skrivi og leggi út. Kanska er tað vinfólk hjá vinfólki, sum tú ikki kennir, ella fólk tú ikki hevur samand við meir, sigur hon spyrjandi. Netið er ikki av tí ónda Tað er gott at hava tankar um sosialu miðlarnar, og um hvat ein ynskir at almannakunngera har, men tað er eisini gott at minnast til, at netið ikki bert er farligt og ræðandi. - Sjálv brúki mest messenger, tí tað er lætt atkomuligt, og flest fólk eru har og tey svara skjótari har, enn um tú sendir teimum eitt sms boð. Tað er minni persónligt og átroðk­ andi á ein hátt, tí tey sjálvi kunnu velja, um tey svara tær. Tað kunnu tey ikki, tá tú ringir til tey. Eisini eru sosialu miðlarnir eitt frálíkt tól til at halda samband við familju og vinir, sum ikki búgva í Føroyum, greiðir hon frá. - Sosialu miðlarnir eru nútímans máti at halda samband við hvønn ann­an á og deila informatión við vin­fólki, men ofta fara teir avstað við ov nógvari tíð og orku, tí dámar mær væl tá telefonin knappliga sløkn­ar og eg ongan løðara havi í nánd. Tá njóti eg løturnar, flennir Hervør Ólafsdóttir Lützen. Øll skulu ikki hava upplýsingar um børnini Hví skulu øll hava atgongd til hesar upplýsingarnar og myndirnar av børnum okkara, spyr hon. Hon heldur, at hóast vit í Føroyum kenna okkum trygg, so kann tað sum vit leggja út lættliga misnýtast Øll skulu ikki hava upplýsingar um børn míni Alt tað sum fer á netið av børnunum, verður har restina av lívi teirra, sama hvat tú gert Hvørja ábyrgd hava foreldur av myndum av børnum teirra, sum verða deildar á sosialu miðlunum. Skulu foreldur hugsa seg serliga væl um, áðrenn tey leggja myndir og skriva um, hvat barnið sigur og ger? - Tá eg varð mamma fyri fyrstu ferð, legði eg eina rúgvu av myndum av barni mínum á facebook, og eg hevði onki filtur. Tá eg hevði verið mamma í eitt hálvt ár, byrjaði eg at hugsa meg alsamt meir um, og valdi tilvitað at minka um myndirnar av mínum barni, sum eg legði á netið, sigur 24 ára gamla Hervør Ólafsdóttir Lützen