Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 19 av fólki, sum ikki vilja teimum tað besta. Tá vit leggja alla hesa informatiónina á netið, so er hon beint har, lætt atkomulig fyri tey, sum vilja misbrúka hana. - Vit foreldur mugu øll hugsa um hesar ymisku støðurnar, sum kunnu henda. Tað er bert hugflogið, sum setur mørkini fyri, hvat henda kann á netinum, sigur hon. Hon er tó væl tilvitað um, at tað eru ymiskar meiningar á hesum økinum, og at øll ikki halda at tørvur er á at gera so nógv burturúr júst hesum. - Vit hava øll rætt til eina meining um evnið, og velja eisini sjálvi, hvussu vit vilja pakka okkum og børn okkara inn. Eg haldi tó, at av tí at eg havi ábyrgdina fyri teimum, so vil eg tryggja meg og døtrarnar eftir bestu sannføring, sigur hon avgjørd. Manglar upplýsing Hervør Ólafsdóttir Lützen heldur, at tað manglar upplýsing um hetta í Føroyum. Hetta er ein stórur partur av tilveru okkara í dag, og hon saknar tí, at ljós verður varpað á tryggleikan fyri okkum øll – ung sum eldri – á netinum. - Eg haldi at fólk eru vorðin meir til­vitaði um hetta seinastu árini. Tá eg bleiv mamma, var ongin upp­lýsing um hetta, men nú havi eg lisið alsamt fleiri greinar um evnið, og eg síggi eisini, at fólk byrja at ansa betur eftir og at internetið er tik­ið í størri álvara. Eg eri vís í, at tað verður betri, tí vit læra øll við tíðini, sigur hon. - Eitt sum undrar meg tó, er at ongin kunning er til nýggjar mammur um internetnýtlsu og um hetta at deila informatiónina um barn títt við øll, sum eru á netinum. Eg havi lisið allar fyri­ reik­ingar­bøkur­nar, sum eg fekk hendur á, tá eg varð við barn fyrstu ferð, og eg sá ongantíð nakað um hetta, sigur hon. - Tað er í grundini løgið, tí tá vit leggja tilfar út, so gera vit okkum inn á teirra rætt til privatan samleika, og lata fólk sum vit ikki kenna fáa innlit í lív teirra, leggur hon afturat. Manglar tær kunning, ella ynskir tú at verja barn títt á netinum, so ber til fáa til vega til­far at lesa, og møguliga broyta vanga­mynd tína, so hon verður meir privat, men ongin hevur rætta svarið til trupulleikan, og tí mugu vit gera eftir bestu s a n n f ø r i n g , heldur hon. Hervør Ólafsdóttir Lützen við yngstu dóttur sínu, Hallu Lützen. Hervør hevur tilvitað valt at avmarka myndir av døtrum sínum á netinum MYND:JAMES KELLY PHOTOGRAPHY Eitt sum undrar meg tó, er at ongin kunning er til nýggjar mammur um internetnýtlsu og um hetta at deila informatiónina um barn títt við øll, sum eru á netinum