Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 20 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E lin Michelsen, mast­er í cross-media com­muni­ca­ tion, heldur, at vit skulu hava í huga, at per­sóns­ data­lógin sigur, at vit ikki hava loyvi til at leggja myndir av fólki á sosialu miðlarnar uttan samtykki. Fyri at læra børn okkara, at tað er góð­ur fólkaskikkur at spyrja fyrst, so burdu vit foreldur byrjað vit at spurt børnini sjálvi, um tey ynskja mynd­ir av sær á netinum. -Vit síggja ofta børn okkara sum eitt for­longilsi av okkara egna image, og ikki sum egnir persónar. Vit burdu vent tí við og spurt tey, hvat tey halda um, at myndir verða deildar av teimum, um tey eru nóg gomul til tað. Ofta vísir tað seg, at børnunum slett ikki dámar tað, tí tá missa tey tamarhaldið av sínum “online image”, og tey vilja stýra tí, sum liggur á netinum um tey og skapa sín egna sosiala samleika, sigur hon. Eisini er munur á tí, sum foreldur leggja út av børnum sínum og á tí, sum børnini sjálvi høvdu valt at lagt út. Ofta verður reypað av karakterum og gullmedaljum, hóast barnið ikki sjálvt hevði valt hasar søgurnar, sigur hon. Tú fráskrivar tær avgerðarrættin Tað er eisini umráðandi at spyrja, um tað tú leggur út kann brúkast til annað enn tað var ætlað til. Tað er ikki bert pædofilar, sum taka myndir av børnunum, men tær kunnu eisini verða brúktar til lýsingartilfar, greiðir hon frá. -Tú hevur fráskrivað tær avgerðarrættin yvir tí tilfari, sum tú leggur út, sigur hon. Vit kenna ikki avleiðingarnar Av tí at internetið er nýtt, og vit ikki hava havt nógv ár at gera okkum royndir í, so er torført at meta um, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri børnini. -Okkara børn eru prøvukaninir, og tað er ikki fyrr enn tey verða vaksin, at vit vita, hvussu hetta ávirkar tey. Skrekkurin man vera, at barnið kemur til tín seinni og spyr, hví tú sum foreldur ikki vardi tað betur á netinum, sigur Elin Michelsen. -Facebook er vert nógvar milliardir, og tað er ókeypis at nýta, av tí at vit jú eru vøran, og upplýsingar verða latnar um okkum. Hetta merkir ikki, at man nýtist at lata vera við at leggja myndir út, men gott er at spyrja barnið fyrst, staðfestir hon. Mugu hugsa okkum um Nógv okkara brúka sosialu miðlarnar til stuttleika, og hava í veruleikanum onga hóming av, hvat potentiali teir hava. -Hjá okkum er tað tillært, tí vit ikki eru uppvaksin við tí, og vit síggja ikki hvussu stórt internetið er. Børnini eru meir intuativ til at brúka miðlarnar fult út. Eisini mugu vit hava í huga, at tað sum lagt verður út, ikki bert er tað besta av tí besta. Ikki bert tá barnið fær gull, ella tá barnið fær góð skoðsmál, tí tá fortelja vit børnum okkara nakað um, hvat vit virða við teimum. Tey vita, at vit eru øgiliga væl nøgd, tá vit leggja okkurt á Facebook, sigur hon. Eisini tekur Elin Michelsen undir við Hervør Ólafsdóttir Lützen í, at vit sklu ansa okkum við, at fortelja flovisligar søgur um børnini, og mugu hava í huga, hvussu søgurnar reflektera aftur á tey. -Tað er ikki alt, sum øll verðin skal hava at vita, sigur hon til endans. Tá tú leggur út fráskrivar tú tær avgerðarrættin Samskifti á netinum er tillært hjá okkum foreldrum, og tí skilja vit ikki veruliga hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av tí, sum vit gera har. Tá tað kemur til børn okkara, so mugu vit skilja, at tað sum vit leggja á netið, leggur afturat sosiala samleika teirra og ikki altíð er í tráð við tað, sum børnini sjálvi ynskja, heldur Elin Michelsen, master í cross-media communication Fyri at læra børn okkara, at tað er góður fólkaskikkur at spyrja fyrst, so burdu vit foreldur byrjað vit at spurt børnini sjálvi, um tey ynskja myndir av sær á netinum Hjá okkum er tað tillært, tí vit ikki eru uppvaksin við tí, og vit síggja ikki hvussu størt internetið er. Børnini eru meir intuativ til at brúka miðlarnar fult út Serfrøðingurin: Ofta vísir tað seg, at børnunum slett ikki dámar tað, tí tá missa tey tamarhaldið av sínum ‘online image