hósdagur 18. mai 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
21
Móttøka
Fríggjadagin 19. mai kl. 15-17
Í sambandi við at deildin í Havn er farin í nýggj
høli verður almenn móttøka á Staravegi 9,
á Hálsi, fríggjadagin 19. mai kl. 15-17.
Benjamin Rajani fer at spæla tónleik og
ein gáva verður latin til vælgerandi endamál.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Handilslærlingur til Málingahandilin
Hevur tú áhuga fyri máling og litum, so
hevur tú møguleikan júst nú.
Málingahandilin við Landavegin søkir
eftir handilslærlingi.
Sum partur av sølutoyminum í
málingahandlinum hevur tú nógv
samskifti við kundar okkara. Tænastan
til kundan er av størsta týdningi
fyri okkum, og tí vænta vit at tú ert
fyrikomandi og arbeiðssamur, og
at tú dugir væl at samstarva við
arbeiðsfelagum tínum.
Sum partur av lærutíðini er skúlagongd,
sum fer fram í Danmark.
Tað er ein fyritreyt at tú hevur FHS- ella
HH prógv.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Meira fæst at vita um starvið við
at venda sær til Snæbjørn Hansen,
handilsleiðara, á telefon 542521
Umsókn við avrit av prógvi, CV og
møguligum ummæli skulu sendast
til pm@litaval.fo skjótast til ber, og
íseinasta lagi 31. mai
Málingahandilin
OKKUM TØRVAR
FOSTURFORELDUR
serliga í miðstaðarøkinum
Kundu tit hugsað tykkum at gjørt
mun fyri eitt barn, sum tørvar eina
hjálpandi hond? Lat okkum so
frætta frá tykkum!
Eitt fosturfamilja er ein familja, sum hevur børn
og ung búgvandi hjá sær til fosturs í styttri ella
longri tíð.
Talan kann eisini verða um at hava børn til
umlættingar, eitt nú í vikuskiftum. Endamálið
við umlætting er at veita foreldrum, sum vanliga
hava eitt gott samband við barnið, men sum
ikki hava orku til at ansa barninum alla tíðina,
umlætting.
Sum fosturforeldur
• Geva tit einum barni umsorgan og tryggleika,
og lata heimið upp fyri tí
• Gera tit tykkara egna gerandisdag ríkari
• Kunnu tit gleðast um at síggja eitt barn vaksa
og menna seg
• Fáa tit eina samsýning í hóskandi mun til upp
gávuna, umframt eina upphædd til vistarhald
og klæði til barnið
• Arbeiða tit í tøttum samstarvi við barna vernd
ar tænastuna, Fosturforeldraskipanina og
foreldrini hjá barninum.
Tit fáa meira at vita við at venda tykkum til
Barna verndarstovuna, tlf. nr. 302480, so kunnu
vit práta nærri. Ella send ein teldupost til bvs@
bvs.fo.
www.bvs.fo