hósdagur 18. mai 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
22
DANJAL AV RANA
L
øgtingið samtykti í fyrr í
vikuni, at fólk, sum keypa
el- ella vetnisbilar, skulu
fáa upp í 70.000 krónur av
meirvirðisgjaldinum endurrindað,
tá tey keypa sær nýggjan el-bil.
SEV og Føroya landsstýri hava
sum mál, at í 2030 skal øll fersla
á føroysku vegunum verða el-
ella vetnisrikin og fyri at skunda
undir hetta orkuskiftið í ferðsluni,
at fáa fólk at skifta frá oljubilum
til elbilar.
Løgtingið ásannar, at el- og
vetnisbilar eru nakað dýrari enn
aðrir bilar, og tí er nú samtykt, at í
eitt tvey-ára skeið kunnu fólk fáa
upp í 70.000 krónur av mvg’num
afturborið, tá tey keypa sær ein
nýggjan sonevndan “grønan” bil.
Skattalætti fyri tey ríku
Uppskotið møtti tó ikki sørt av mót
støðu á vegnum. Andstøðan kallaði
hetta fyri umvendan Robin Hood
politikk. Hon vildi vera við, at tað
bara eru tey múgvandi, sum hava
ráð at keypa el-bilar og tí fór tað
at vera at taka av skattakrónunum
hjá okkum øllum (mvg-inntøkuni)
til at stuðla teimum ríku at ogna
sær luksus el-bilar, skrivaði hon í
álitinum frá fíggjarnevndini.
Tað skal tó sigast, at tað er til at
kjakast um, hvørt tað einans eru
tey ríku, sum hava ráð til elbilar.
Gamaní, Teslabilarnir kosta
omanfyri eina hálva millión krónur,
men Nissan Leaf bilarnir kosta úr
310.000 upp í 370.000 krónur, har
ein so nú fær MVG’ið afturrindað.
Hinvegin kann so sigast, at MVG
einans verður goldið (og tí eisini
afturgoldið) av nýggjum bilum
ella gomlum innfluttum bilum. Tí
skalt tú í útgangsstøðinum hava
ráð til at keypa tær ein nýggjan
bil, um tú skalt kunna gera tær
dælt av møguleikanum, nýggja
lógaruppskotið gevur.
Hon mælti eisini til at lata
hybrid-bilar verða fevndar av
uppskotinum. Hybrid-bilar eru
væl bíligari enn el- og vetnisbilar,
men av tí at teir nýta olju og dálka
nakað meiri, vildi meirilutin í
fíggjarnevndini ikki taka undir við
hesum broytingaruppskotinum.
Tað gjørdi meirilutin (samgongan)
í tinginum heldur ikki.
Sera avmarkaður
marknaður
Nýggja lógin sigur, at tann, sum
keypir eitt motorakfar, sum er
fevnt av løgtingslóg um avgjøld við
skráseting av motorakførum, og
sum bert nýtir ravmagn ella vetni
til framdrátt, kann eftir umsókn
fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið.
Lógin loyvir, at upp til 70.000
krónur verða endurrindaðar, sum
svarar til ein keypsprís á 350.000
krónur.
Sum nú er, er tað bara ein
bilasøla, sum fær nakran ágóða av
uppskotinum. Í løtuni er tað einans
Autoservice, ið selur nýggjar el-
bilar í Føroyum, av merkinum
Nissan. Tí hevur av onkrum verið
ført fram, at løgtingið nú rekur
kundarnar í Autoservice, tá tey
skulu keypa nýggjan bil. Hinvegin
kann ein siga, at kundarnir hava
ongantíð havt nakra aðrastaðni
at fara, tá teir skulu keypa elbil.
Kappingarneytarnir
kunnu
tó møguliga iðra seg um, at
onkur teirra, sum annars høvdu
umhugsað at keypt ein hybridbil,
nú heldur velja ein elbil frá Auto
service.
Lógin fær avmarkaða
ávirkan
Málið hjá SEV og Føroya Landsstýri
um at øll ferðsla á føroyskum
vegum skal vera elrikin í 2030
er fullkomiliga í tráð við grøna
tíðarandan, og er eitt gott mál í
sjálvum sær. Men meðan 2030 er
beint um hornið, tá tað ræður um
at SEV skal útvega okkum nokk av
orku, so er 2030 longri burtur, tá
hugsað verður um, hvussu nógvar
bilar, ein familja keypir og selir til
tá.
Endamálið við lógini er at
skunda um orkuskiftið, at fáa
føroyingar at fara frá oljuriknum
bilum til elriknar bilar, hóast
streymurin framvegis í stóran
mun verður framleiddur av
tungolju. Soleiðis sæð er skilligt,
at Føroya landsstýri og løgtingið
vilja avmarkað lógina til einans at
galda bilar uttan koltvísúrnisútlát.
Sannlíkt fara tó mong at skifta
bilin bæði eina og tvær ferð innan
vit náa 2030.
Kanska ein gongd leið hevði
verið at stuðla upp undir, at so
nógv sum gjørligt skiftu sera
dálkandi bensin- og dieselbilarnar
út við minni dálkandi bilar. Um tað
var endamálið, hevði verið betri at
latið hybridbilarnar eisini verið
umfataðar av lógini. Sigurin fyri
umhvørvi hevði uttan iva verið
størri. So kundu myndugleikarnir
í næstu atløgu, tá útboðið av el- og
vetnisbilum er størri og kappingin
harðari, stuðla upp undir eitt skifti
fullkomiliga burtur frá oljuriknum
bilum, eisini hybridunum.
EL-BILAR
Tað er bara ein bilasøla, sum kann fáa nakran ágóða,
nú fólk kunnu fáa meirvirðisgjaldið á el- og vetnisbilum
endurgoldið, tí einans ein bilasøla hevur elbilar til sølu
EINANS EIN
BILASØLA
FÆR ÁGÓÐAN
Fakta um el-bilar
Rásarúm
Spurningurin mong seta sær er, hvussu langt
kann ein koyra við í einum el-bili, áðrenn hann
má løðast aftur. Í dag er rásarúmið hjá flestu
el-bilum millum 100 og 500 kilometrar.
Kostnaður
Ein el-bilur er dýrari enn aðrir bilar í sama
flokki. Teir krevja kortini minni viðlíkahald,
tí tað eru færri deilir, ið kunnu rusta og
annars oyðileggjast. Samlaða sparingin við
at skifta til ein el-bil verður tó væntandi
lítil og er tengd at, hvat tú samanber við,
hvussu tú koyrir og hvønn elbil, tú velur.
Haldføri
Nógv orka verður løgd í at hava tey bestu
battaríini. Í dag veita flestu bilamerki átta ára
garanti upp á battarí í elbilum ella 160.000
kilometrar av koyring. Elbilar halda leingi, tí at
teir slítast minni enn vanligir bilar. Sum áður
nevnt, er hann samansettur av færri lutum.
Løðistøðir
Tað eru fimm løðistøðir til el-bilar í Føroyum.
Tær eru í Klaksvík, við Streymin, á Tvøroyri
og tvær í Havn. Talan er um sonevndar Quic
Charge løðistøðir, sum løða el-bilin upp á 80%
eftir 20 minuttum. Prísurin fyri uppløðing er
DKK 500 um mánaðin, sum er minsta gjald.
Dálking
Ilt er at meta um, hvussu nógv minni elbilar
dálka. Sjálvur bilurin hevur jú einki útlát, men
orkan, sum krevst fyri at fylla bilin eigur at
vera partur av roknistykkinum. Alla ta tíð, SEV
enn nýtir tungolju til at framleiða orku við, er
vinningurin við elbilum nakað skerdur, men jú
meiri av orkuni í Føroyum verður grøn orka,
jú størri verður vinningurin við, at vit nýta
elbilar heldur enn bensin- ella dieselmotorar.
Nissan e-NV200 og Nissan Leaf og eru einastu
elbilar, sum eru til sølu í Føroyum
Tann, sum keypir
eitt motorakfar,
sum er fevnt av
løgtingslóg um avgjøld
við skráseting av
motorakførum, og sum
bert nýtir ravmagn
ella vetni til framdrátt,
kann eftir umsókn
fáa endurgoldið
meirvirðisgjaldið