hósdagur 18. mai 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
23
DANJAL AV RANA
– Um ein vildi borgarunum tað
besta, hevði ein valt eina meiri
fleksibla loysn. Nú verða øll noydd
at keypa sær ein Nissan, sum er
einasti el-bilur til sølu í Føroyum í
løtuni, sigur Gordon Rajani, stjóri í
bilasøluni Nordcar
Nordcar var ein av tveimum
bilasølum, sum tóku sær tíð til at
senda eitt hoyringssvar til lands
stýrið um lógina um endurrindan
av mvg á el-bilum. Í hoyrings
svarinum sæst greitt, at bilasølan
heldur, at landsstýrið hugsar ov
lítið um brúkaran í uppskotinum.
– Eg haldi, at talan er ov nógv um
súmbolpolitikk í hesum førinum.
Útboðið av el-bilum í Føroyum
er ógvuliga avmarkað, tað er í
veruleikanum bara ein bilasøla,
sum hevur el-bilar í løtuni. Lógin
umfatar eisini vetnisbilar, men vit
hava onga vetnisstøð ella nakað
undirstøðukervið til vetnisbilar,
sigur Gordon Rajani, sum væntar
ikki, at lógarbroytingin í sjálvum
sær fer at gera størri mun.
Helst kundi Gordon Rajani
hugsa sær, at øll avgjøld á nýggjum
bilum bleiv strikað.
– Millum 42 og 48 prosent av
prísinum á einum nýggjum bili
eru avgjøld. Um tey vóru strikað,
kundu vit selt føroyingum nógv
betri bilar, við nógv minni útláti
enn flestu bilarnir, sum koyra í Før
oyum í dag, nógv bíligari. Ein BMW
hevði kostað minni í Føroyum enn
í Svøríki, sigur Gordon Rajani.
Hann heldur, at fatanin í lógini
enn er, at bilurin er ein luksusvøra.
– Vit høvdu luksustoll á ymisk
um vørum fyrr, men hann er burtur
á næstan øllum vørunum. Bilurin
er ikki ein luksusvøra longur. Hann
er eitt neyðugt arbeiðstól hjá hvørji
einasti føroyskari familju. At strika
avgjøldini hevði ført til at vit fingu
nýggjari, grønari og tryggari bilar
til føroysku familjurnar, sigur
hann.
Tað hevði tó havt sín prís.
Útrokningarnar siga, at tað hevði
kostað landskassanum eini 100
milliónir í mistum avgjøldum, tó
at allarhelst hevði heilt fitt komið
inn aftur í øktari sølu og tí mvg-
inntøku. Ein millumloysn hevði
tí verið, um Landsstýrið lat lógina
um mvg-afturbering eisini umfata
hybrid-bilar.
– Hybrid-bilarnir eru ein betri
loysn fyri allar flestu føroysku
kundarnar. Tað liggur ein eyka
trygd í at vita, at um battaríið á
bilinum verður tómt, so skiftir
motorurin yvir til at brenna bensin
inntil tú fært løtt bilin aftur. Tað
er øgiliga keðiligt at steðga upp
millum Fjarða, tí tú goymdi at løða
bilin, áðrenn tú fórt heimanífrá.
Kortini minka hybridbilar um
koltvísúrniútlátið heilt nógv,
tí fólk yvirhøvur minnast til at
løða bilarnar. Hetta hevði eisini
tryggjað, at munur ikki bleiv gjørd
ur á bilasølunum, tí at allar bila
sølurnar hava hybrid-bilar, greiðir
Gordon Rajani frá.
Gordon Rajani vísir eisini á,
at elbilar eru ein stór avbjóðing,
tá tað kemur til umvælingar. Í
hoyringssvarinum metir Nordcar,
at tað fer at kosta um eina millión
krónur fyri hvørt bilmerki, sum
skal umvælast. Talan kann tí ger
ast um eina risastóra íløgu hjá bila
sølunum.
– Tað eru strong krøv til umvæl
ingar av el-bilum og fer at seta stór
krøv til tey, sum selja í Føroyum.
Skulu hesar milliónaíløgurnar
gerast, skulu tær eisini heintast
inn aftur onkra aðrastaðni, og tað
verður sannlíkt hjá kundanum,
sigur Gordon Rajani.
Í løtuni hevur Nordcar ongar
el-bilar til sølu, men Gordon
Rajani sigur, at tá hetta er kósin,
sum myndugleikarnir stinga út í
kortið, so verður Nordcar noytt at
fylgja eftir.
– Eg havi tí heitt á okkara
donsku veitarar um at seta ferð
á, so vit kunnu fáa el-bilar sum til
dømis BMW i3 til Føroya so skjótt
til ber, sigur hann.
DANJAL AV RANA
– Lógarbroytingin fer ikki at hava
stórvegis ávirkan á bilasølurnar í
Føroyum, heldur Sámal av Reyni,
stjóri á Reyni Service.
– Tað verður ikki fyrr enn at
sølan av el- og vetnisbilum er
voksin nakað, at eitt slíkt uppskot
fer at hava nakra ávirkan. Men
til ta tíð er kortini sannlíkt,
at tíðaravmarkaða lógin um
afturbering av MVG fyri el- og
vetnisbilar, ikki longur er í gildi,
sigur hann.
Sjálvur harmast hann um,
at gildistíðin er so stutt, nýggju
bilarnir skulu vera skrásettir innan
2019, tí hann væntar ikki, at tíðin
røkkur til at fáa vetnisbilar til
Føroya innan ta tíð.
– Vit hava framvegis ikki
undirstøðukervið til vetnisbilar í
Føroyum, og eg trúgvi ikki, at tað
er komið upp á pláss áðrenn 2019.
Tí heitti Reyni Service á løgtingið
um at leingja gildistíðina nøkur ár
afturat, sigur Sámal av Reyni.
Reyni Service hevur ongar el-
bilar til sølu í løtuni, og Sámal
av Reyni sigur, at tað neyvan fer
at vera í bræði, at teirra kundar
kunnu keypa nýggjar el-bilar.
– Vit eru umboð hjá Toyota og
vit bíða eftir, hvat Toyota ger á
hasum økinum. Í løtuni liggur altso
einki í kortunum fyri, at vit fara at
selja el-bilar í Reyni Service, sigur
hann og vísir á, at vetnisbilar eru
fremri í teirra hugaheimi.
– Undirstøðukervið fer at koma,
onkrir veitarar eru í gongd við at
gera til reiðar at bjóða vetni til
bilar og tí vænti eg, at vit selja
vetnisbilar áðrenn
Gildistíðin er ov stutt til, at lógin
skal fáa nakra varandi ávirkan,
heldur hann.
– Útboðið av el- og vetnisbilum
skuldi kanska verið nakað størri,
um lógin skuldi havt nakra størri
ávirkan. Men tá útboðið er voksið
um nøkur ár, er sannlíkt at lógin
verður tikin av, tí at saman við
einum hægri útboðið fylgja gjarna
lægri prísir, sigur Sámal av Reyni.
Gildistíðin er ov stutt
Sámal av Reyni:
Ikki besta loysnin fyri brúkaran
Gordon Rajani:
Reyni Service bíðar eftir
vetnisbilunum, sigur
Sámal av Reyni, stjóri.
Nordcar fer væntandi at taka
elbilar inn í næstum, sigur
Gordon Rajani, stjóri.
Soleiðis síggja Toyota Mirai, vetnisbilurin hjá Toyota, og BMW i3, elbilurin hjá BMW, út.