Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 24 FISKIVINNUNÝSKIPAN SÓLVIT E. NOLSØ J ørgen Niclasen sigur, at upp ígjøgnum øll áttati árini hevði mann grunnar uttanfyri fíggjarlógina, yvir 90 í tali tá teir vórðu mestir, og at landið hevði mist tamarhaldið á teimum. – Mann helt í áttati árunum, at hesir ymsu grunnarnir vórðu fullir í pengum, men tað vísti seg ikki at passa. Teir flestu av teimum vórðu tómir og fullir í skuld. Mann hevði púra mista tamarhaldið á teimum og tí fór mann einvíst í 1990unum at avtaka teir. Endamálið var, at fáa alt umvegis fíggarlógina og inn á roknskapin, so mann sá hvat gekk fyri seg og hvussu veruliga støðan var, sigur Jørgen Niclasen. Jørgen Niclasen sigur, at hóast eftirlitið við grunnum er betur í dag enn tað var fyri 30 árum síðani, so eru tað framvegis ivamál, ið stinga seg upp, til dømis nú tá Bústaðir (fyrrverandi Húsalánsgrunnurin), herfyri fekk loyvi at taka eitt lán áljóðandi 250 milliónir krónur. Jørgen Niclasen setur spurnartekin við hví samgongan vil gera hetta umvegis ein grunn og ikki umvegis fíggjarlógina. – Hetta er sami hugburður sum í 80unum, tá mann goymdi slíkt í grunnum ístaðin fyri at lata tað síggjast á fíggjarlógini, so mann visti hvussu alt sá út, sigur Jørgen Niclasen. Fiskivinnugrunnurin ov víðar heimildir Jørgen Niclasen heldur, at hesin nýggi grunnurin hevur alt ov víðari heimildir, ið ógvuliga lætt kunnu føra við sær, at hann hevur átikið sær nógv meir enn upprunaliga ætla. Til dømis vísir Jørgen Niclasen á, í stk. 4 í §2, stendur, at grunnurin kann fáa stuðul og lán frá øðrum enn landskassanum. – Stuðul merkir ein gáva og fígging merkir lán. Tað vil siga, at mann vil loyva grunninum at átaka sær lán, sum ikki fara at síggjast aftur í fíggjarlógini, sigur Jørgen Niclasen. Harumframt sigur Jørgen Niclasen, at í §4 í lógini vil mann loya grunninum at seta pening í ognir og at seta pening í feløg, ið útinnur sama endamál sum fiskivinnugrunnurin. Tað merkir, at grunnurin kann í útgangsstøðinum verða við til at seta á stovn almenn partafeløg. – Hetta minnir alt meir um eina kontu hjá landsstýrismanninum at ráða yvir, men sum hann bara ikki hevur kontroll yvir, sigur Jørgen HUGBURÐURIN MINNIR UM SPURNARTEKIN S FISKIVINNUGRUN SÓLVIT E. NOLSØ S ambært uppskotinum skal grunnurin standa fyri fyri “fígging, menning, ný­ skapan, gransking, roynd­ um og verkætlanum í fiskivinnuni. Endamálið er at menna átøk og skip­anir í føroyskari fiskivinnu við atliti til lívfrøðiligari, bú­skap­ ar­ligari og samfelagsligari burð­ar­ dyggari gagnnýtslu av hav­til­feing­ inum”. Grunnurin verður skipaður sum ein eksternur grunnur, við seks milliónum í, harav tríggjar milli­ónir eru stovnsfæ. Júst tað, at grunnurin verður skip­aður sum ein eksternur grunn­ ur, uttanfyri fíggjarlógina, hevur fing­ið fleiri at seta spurnartekin við mannagongdina. Millum ann­ að hevði Atli S. Leo, ráðgevi í fíggj­ ar­málaráðnum, eina við­merk­ing á Facebook, har hann undraðist á hví landsstýrið valdi at seta á stovn ein grunn, ið lá uttanfyri tað almenna virksemi. Tað var júst ein manngaongd, ið tann grein 19 nevnd, ið var sett at kanna áttati árini, frámælti (sí faktaboks). Tað vórðu 92 almennir grunnar í áttati árunum, ið allir lógu utt­ an­fyri fíggjarlógina. Virksemi og fíggjarstøða teirra gekk ikki aft­ur í fíggarlógini og tí sást ikki hvussu í veruleikanum stóð til. Um trup­ul­ leikan við grunnunum segði lands­ stýr­ið í 1991 soleiðis: – “Stórur partur av virksemi lands­kassans sást ikki á fíggj­ ar­lógini, bæði tí virksemið varð fíggj­að við lánum uttan um fíggj­ ar­lógina, men eisini varð tað fíggj­ að yvir grunnsjáttanir frá ár­un­um frammanundan. Sostatt var tað sera torført at gera sær eina heild­ ar­mynd av, hvussu stórt virksemi lands­kassans kundi vera einstøku ár­ini. Landsstýrið hevur nú lagt um til eina skipan, har allar útreiðslur standa á fíggjarlógini, uttan mun til um tær eru fíggjaðar við skatti, láni ella úr grunni. – Harumframt er onki samsvar mill­um bruttoupphæddina í grunn­inum og peningaogn gruns­ ins. Stundum hevur Landsstýrið ikki sett pening av, ið mótsvarar brutto­upp­hædd grunsins, stund­ um pen­ing­ur fluttur yvir í lands­ kassa­gjald­førið, fyri at uppviga hall á øðrum økjum, og uppaftur í øðr­um førum eru grunnarnir sjálv­ ir yvirtrektir” Hesum arbeiðshátti valdi mann at fara frá fyrst í níti árunum. Mill­ um annað blivu 67 av 92 grunnum av­tiknir í 1991 og seinni aftur blivu 15 grunnar afturat avtiknir. Løgmansskrivstovan sera atfinningarsom Í hoyringsvarinum til lógarup­skot­ ið er serliga løg­mans­skriv­stov­an sera at­finn­ing­ar­som. Tey meta tað verða sera undrunarvert, at Fiski­ mála­ráð­ið vil stovnseta ein nýggj­ an grunn, vísandi til at arb­eitt hevur ver­ið uppá at av­taka lands­ kassa­grunn­ar síðan 1991. Tí ynskja tey sær ein nærri grundgeving fyri hví ein nýggj kós nú verður stungin út í kortið og hví ein vanliga játtan á fíggjarlógini ikki er nøktandi. Eisini Granskingarráðið setur spurn­artekin við nýggja grunnin og vísir á, at granskingargrunnurin hev­ur neyðugu lógarkarmar og Løgtingið samtykti mánadagin við 2. viðgerð løgtingsmál nr. 101/2016, ið er eitt uppskot til løgtingslóg frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, at seta á stovn ein fiskivinnugrunn. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, var sera kritiskur móti ætlanunum hjá Høgna Hoydal at seta á stovn ein fiskivinnugrunn.