hósdagur 18. mai 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
25
Atfinningar tiknar
úr bláari luft
80INI
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum, sigur seg ikki skilja
hvussu fólk kunnu koma til tað niðurstøðu,
at mann nú vendir aftur til áttati árini
við at seta á stovn ein grunn til at savna
pening til eitt serstakt endamál.
SÓLVIT E. NOLSØ
A
t vit fara aftur til áttati
árini er tikið púra
burturúr bláari luft.
Einasta endamálið
við hesum grunni er at hava ein
møguleika at savna pengin saman
til hetta endamálið, ið er at menna
okkara fiskivinnu.
Tað sigur Høgni Hoydal um at
finningarnar, ið hava verið móti
nýggja Fiskivinnugrunninum,
sum ætlan er at seta á stovn.
Ætlanin við grunninum er at
savna pening saman, ið skal
nýtast til at menna øll lið í
fiskivinnuni og at fremja ný
skapan og gransking til sama
endamál. Høgni Hoydal sigur, at
peningur má savnast saman til
endamálið og í løtuni er hetta ein
ast máti at gera tað uppá, tí hesin
grunnurin hevur ikki sama enda
mál sum aðrir grunnar og tískil
er tað ikki skilagott at leggja júst
hetta arbeiðið undir ein annan
grunn.
– Millum annað sigur Gransk
ingarráðið í sínum hoyringssvari,
at tey meta Granskingargrunnin
at hava sama endamál sum Fiski
vinnugrunnurin, men tað meta
vit ikki verða heilt rætt. Gransk
ingargrunnurin hevur gransking
sum høvuðsendamál meðan
Fiskivinnugrunnurin hevur
sum høvuðsendamál at fremja
menning og nýskapan innan
fiskivinnuna, sigur Høgni Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at tað var
samtykt í 2016, at løgtingið skuldi
savna pening til endamálið og fyri
at fáa teir á eitt stað, so var gjørt á
henda hátt. Tó er tað ikki endaliga
sagt, at hetta verður endaliga
loysnin.
– Endamálið er at seta á stovn
ein depil, ið líkist Matís í Íslandi.
Tí hevur Fiskivinnugrunnurin
eisini heimild at nýta av
stovnsfænum, við loyvi frá
landsstýrismanninum, um so er
at ein slíkur depil verður settur á
stovn, so kann Fiskivinnugrunn
urin seta pening í. Annars er ikki
ætlanin, at grunnurin skal nýta
av stovnsfænum, sigur Høgni
Hoydal.
Kann takast av aftur
Stýrið fyri Fiskivinnugrunnin
verður sett av landsstýrismann
inum. Stýrið fer at hava ábyrgd
av fyrisitingini og virkseminum
hjá grunninum umframt at taka
støðu til hvørjar verkætlanir
kunnu fáa stuðul úr grunninum.
– Stýrið verður breitt saman
sett, millum annað stendur í við
merkingunum, at fólk, ið kenna til
menning av fyritakssemi innan
fiskivinnu og atknýttum virksemi
verða við í stýrinum. Umframt
onnur sjálvandi. Tí er tað heldur
ikki rætt, um hevur verið ført
fram, at vinnan einki fær at siga,
hóast tey fáa møguleika at seta
pening í grunnin, sigur Høgni
Hoydal.
Høgni Hoydal sigur, at grunn
urin kann takast av aftur seinni,
um tað vísir seg at endamálið við
grunninum verður betur røkt
aðrastaðni. Um ein depil verð
ur settur á stovn, ið røkir enda
málið ella granskingarøkið verður
samskipa betur, soleiðis at pen
ingurin í Fiskivinnugrunninum
lá betur onkra aðrastaðni.
Kristina Háfoss, landsstýris
kvinna í fíggjarmálum, segði
í Løgtinginum mánadagin, at
í Fíggjarmálaráðnum vórðu
tey ikki í iva, at tað var ein
betri loysn at koyra hesar
milliónirnar út frá fíggjar
lógini, heldur enn at gera
ein eksternan grunn sum
Fiskvivinnugrunnurin er.
Tað er eingin ivi, at vit
vildu heldur havt hetta á
Fíggjarlógini, men lands
stýrismaðurin hevur sagt,
at hetta er ein fyribils loysn.
Tí hava vit fyribils valt
at góðtaka hesa loysnina,
soleiðis at vit kunnu byrja at
savna pengin til hetta enda
málið, sigur Kristina Háfoss.
Kristina Háfoss
segði, at hon tók undir
við ætlanunum hjá
fiskimálaráðharranum,
tá hann vildi samskipa
alla gransking betur í
Føroyum og eisini undir
við ætlanunum við virðis
øking í fiskivinnuni, men
hon væntaði, at tá ein slíkur
stovnur var komin, ið kundi
átaka sær tær uppgávur,
ið Fiskivinnugrunnurin
skal fáa framdar, tá verður
grunnurin avtikin.
Tá vit hava fingið ein
stovn, ið kann líknast við
Matís í Íslandi, tá vænti
eg hesin grunnurin verður
niðurlagdur, segði Kristina
Háfoss í løgtinginum
mánadagin.
MATÍS
Bæði Høgni Hoydal og Kristina Háfoss nevndu fleiri ferðir í tinginum,
at ynski var at fáa ein “Matís líknandi stovn í Føroyum”. Hvat er Matís?
Matís er ein almennur íslendskur stovnur, ið bleiv stovnaður í 2007.
Tríggir almennir granskingarstovnar blivu lagdir saman í ein stovn,
nevndur Matís. Endamálið hjá stovninum er fyrst og fremst at granska
og menna matvøruídnaðin og biotøkni í Íslandi.
Yvir 100 fólk eru í starvi á Matís og umsetningurin var í 2014 góðar
75 milliónir krónur, harav 35% var frá altjóða samstørvum.
ETT VIÐ
NIN
Niclasen.
Bæði Høgni Hoydal og Kristina
Háfoss grundgóvu millum annað
fyri fiskivinnugrunninum í
tinginum við at siga, at samgongan
hevði sett sær fyri, at fáa pengin
settan av til gransking og nýskapan
í fiskivinnuni og hetta var ein
máti at fáa peningin til høldar og
at ætlanin var seinni at seta teir í
ein granskingarstovn, sum mann
ætlaði at seta á stovn. Eftir ætlan
longu í ár.
– Eg skilji ikki ikki hví mann
ger tað á henda hátt. Um mann
ætlar at seta peningin í ein stovn,
hví stovnar mann so ikki stovnin
beinaveg og bíðar við peninginum
inntil stovnurin er til. Eg haldi tað
er skeivt at gera tað á henda hátt,
sigur Jørgen Niclasen
§2. Fiskivinnugrunnurin verður
skipaður sum ein eksternur
grunnur. 6. mió. kr. verða
settar í grunn, harav stovnsfæ
grunsins er 3 mió. kr.
Stk. 2. Grunnurin hevur
sjálvstøðugan roknaskap
og fíggjarstøðu í
landsroknskapinum.
Stk. 3. Grunnurin kann fáa ein
árligan stuðul á Løgtingsins
fíggjarlóg.
Stk. 4. Grunnurin kann taka
í móti stuðli og fígging frá
øðrum.
§4. Stýrið ger virkisætlan
og stuðulsætlan fyri trý
ár í senn, og leggur hana
fyri landsstýrismannin til
góðkenningar.
Stk. 2. Grunnurin kann ikki
nýta av stovnsfænum. Tó
kann grunnurin, við loyvi frá
landsstýrismanninum, nýta
av stovnsfænum at seta í
støðisogn til endamálið í hesi
løgtingslóg, ella seta pening
í felag, ið útinnur virksemi
við sama endamáli sum
Fiskivinnugrunnurin.
Stk. 3. Stýrið ásetur nærri
reglur fyri mannagongdum
viðvíkjandi tilsagnum, og
verða hesar at góðkenna av
landsstýrismanninum.
royndir til ætlaða endamálið.
Gjaldstovan sigur í síni viðmerk
ing, at tey síggja ikki nakra orsøk
til, at nýggi grunnurin skal hava
heimild til at keypa fastognir um
framt hann eisini kann nýtast til
at seta pening í partafeløg, uttan
møguliga um virksemi felagsins
skal verða í einum øðrum felag og
Fiskivinnugrunnurin skal virka
sum eitt holdingfelag.
Andstøðan er sum verða mann
eisini atfinningarsom. Báðir
formennirnir í teim stóru and
støðuflokkunum, Bárður S. Nielsen
fyri Sambandsflokkin og Jørgen
Niclasen fyri Fólkaflokkin, vísa á,
at hetta er ein skeiv kós at ganga og
at latið verður upp fyri, at grunnar
aftur sleppa at liva sítt egna lív utt
anfyri fíggjarlógina. Báðir vístu á,
at tað er fyrr sæð, at grunnar, ið
hava heimild til millum annað taka
lán, fara ov langt. Harumframt
setur meirlutin í vinnunevndini
spurnartekin við, hví mann velur at
seta á stovn enn ein grunn at taka
sær av nýskipanum og menningar
ætlanum í fiskivinnuni, tá grunnar
og stovnar longu finnast, ið kunnu
taka sær av sama virksemi.
Ein niðurstøða hjá grein 19 nevndini, ið kannaði áttati árini í
Føroyum:
“§19-nevndin er sannførd um, at skipanin við nógvu
landskassagrunnunum var ein orsøk til, at politikarar og
landsumsitingin mistu tamarhaldið á útreiðslunum og gjaldføri
landskassans í 80- árunum, serliga seinast í 80-árunum, tá ið
upphæddirnar gjørdust stórar. Broytingin í fíggjarlógarmannagongdini
á hesum øki kom tó alt ov seint, og ikki fyrr enn trupulleikarnar av
álvara høvdu tikið seg upp. Skipanin við grunnunum gjørdi sítt til,
at búskapurin varð ovurspentur, og hetta sást ikki beinleiðis aftur í
fíggjarlóg og landsroknskapi.”
Í nevndini sótu: Lisbeth L. Petersen, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø,
Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana
Vænti at
Fiskivinnu
grunnurin
verður
avtikin
aftur seinni