hósdagur 18. mai 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017
SOSIALURIN 58
26
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE
U
m vikuskiftið verður
níggjunda og seinasta
umfari í fyrsta triðing
inum í føroysku lands
kappingini í fótbólti. Hetta verður
mangan brúkt sum fyrsta støðu
metingin í einum kappingarári. Øll
hava spælt eina ferð móti hvørjum
og tað hómast hvør ætlar sær hvar.
Hetta kann blíva umfarið, tá KÍ
ger bart og sendir HB úr oddastríð
num – fyribils hvørtfall. Seks stig
eru millum oddaliðið og gestirnar
úr Havn.
Í hinum endanum er spennandi
dystur millum Skála og EB/Streym.
Forsøgnin sigur javnleikur, men
vinnur annar parturin, so telja
stigini nógv.
Tríggir rímiligir favorittar eru.
B36 í Gundadali móti 07 Vestur,
NSÍ á heimavølli móti ÍF og til deils
eisini Víkingur, sum fær vitjan av
TB/FCS/Royn.
NSÍ bjóðar av
NSÍ-ÍF: LEYGARDAGIN KL. 15.00
Dómari: Alex Troleis
NSÍ er stórfavorittur at vinna á
botnliðnum ÍF, men her er vert at
hava í huga, at fuglfirðingar fingu
stig móti Víkingi so seint sum í
seinasta umfari.
Runavíkingar vóru væl betri enn
07 Vestur í farna umfari. Heimalið
ið vann 4-0 og kundi enntá skifta
fleiri av lyklaspælarunum út móti
endanum. Eitt nú ein smáskaddan
Klæmint A. Olsen. Hetta ber boð
um, at NSÍ hevur at kalla allar sínar
menn tøkar til dystin, sum spældu
sunnudagin.
Innskifti Jónleif Højgaard spæl
ir tó ikki, meðan Bárður J. Hansen
og Jan Ellingsgaard eru báðir iva
samir. Hvørgin spældi móti 07
Vestur.
Fyri ÍF kemur tað væl við, at
bæði Ndende Adama Gueyé og
Alex José dos Santos eru tøkir
aftur eftir leikbann. Jákup Mikk
elsen sleppur framvegis ikki at
sita við róðrið, eftir at hann fekk
tveir dystir leikbann fyri sín lut í
Ndende-málinum.
NSÍ er favorittur at vinna dyst
in, men ein glotti tykjast hómast í
Fuglafirði. Vit tippa NSÍ at vinna
málríkan dyst, men at ÍF gevur
sterkari mótstøðu enn eitt nú í fjør
við Løkin.
Sosialurin tippar: 4-2
KÍ kann fella HB
KÍ-HB: SUNNUDAGIN KL. 15.00
Dómari: Lars Muller
Síðani aldarskiftið hevur ikki
eydnast KÍ at vunnið FM, meðan
HB hevur vunnið tað sjey ferðir. Tí
er tað ikki oftari enn so, at KÍ er
oddalið og kann fyribils seta kílar
í FM vónina hjá HB – longu í níggj
unda umfari.
KÍ er oddalið og seks stig framm
anfyri HB undan klassikaranum
sunnudagin. Í Klaksvík verður
nógv tosað um góðu gongdina, men
í skiftirúminum taka spælararnir
tað púra róligt.
– Hetta er ein áhugaverdur dyst
ur. Tað er sjálvandi hugaligt at vera
oddalið og so fáa HB á vitjan, sum
ikki hevur ráð at tapa. Vit vænta
okkum nógv fólk við Djúpumýru,
sigur Hjalgrím Elttør, sum ikki
ordiliga veit hvat hann skal vænta
av HB sunnudagin.
– Tað er ringt at meta um HB,
men kenni eg Sigfríð S. Clement
sen rætt, so hevur hann okkurt
taktiskt við í sjáttini. Tað er ilt at
siga, um teir koma at verja, ella um
teir vilja leypa á. HB er kent fyri
at hava bóltin, so tað vænti eg. Tað
eru altíð góðir dystir millum KÍ og
HB, sigur Hjalgrím Elttør, sum ikki
væntar ein málleysan dyst:
– Tað koma mangan mál í hesum
dystunum, so eg vænti ikki ein mál
leysan dyst. Nú royndu vit at liggja
á odda ein part av kappingini í fjør,
tí er hetta ikki so ókent fyri okkum.
Vit vita at tað er eitt trýst á, tá tú
liggur fremst, men eg haldi ikki tað
fyllur so nógv hjá okkum í mun til
prátið í býnum. Tað er ov tíðliga
at tosa um Fm og annað aftaná 8.
umfar, og tað er stutt niður til Vík
ing og NSÍ, staðfestur Hjalgrím
Elttør.
KÍ er uttan lyklaspælaran á
miðjuni, Semir Hadzibulic. Hann
hevur longu fingið fýra gul kort
og hevur tí leikbann.
Teitur
vil hava
ein sigur
Hóast HB tapti
fyri EB/Streymi eru vónir
nar góðar í HB undan dystinum í
Klaksvík.
– Tað verður ein spennandi dyst
ur. Hetta er stuttligasti dysturin
at spæla fyri okkum, sum ikki er í
Gundadali. Umstøðurnar eru fant
astiskar og klaksvíkingar eru rask
ir at møta upp. Eg føli at vit kunnu
vinna á øllum og tí fara vit eisini til
Klaksvíkar fyri at vinna, sigur Teit
ur Matras Gestsson, sum væntar
ein harðan dyst í Klaksvík.
– Eg vænti ein kropsligan harð
an dystin, sum væntandi eisini
verður javnur. Skulu vit vinna, so
skulu allar á liðnum raka dagin. Tað
er ikki lætt at koma til Klaksvíkvar
og bara halda upp bóltin, tí vænti
eg ein dyst við fleir longum sendin
um og fleiri nærdystum, sigur mál
verjin hjá HB, sum hevur røtur úr
Klaksvík. Hann heldur ikki at HB
er so kroyst, hóast stigatalvan hev
ur hug at muta ímóti.
– Eg haldi ikki vit eru so kroystir.
Kappingin er
tøtt og tað er
stutt millum liðini
og vit hyggja bara upp
eftir, sigur Teitur M. Gestsson.
Hvørki KÍ ella HB hava vunnið
ein innanhýsis dyst millum topp
fimm liðini. Hóast KÍ hevur undan
vind, so bendir nógv á ein javnleik
í Klaksvík.
Sosialurin tippar 1-1
B36 skal vinna
B36-07 VESTUR:
SUNNUDAGIN KLOKKAN 15.00
Dómari: Kári á Høvdanum
Er HB nakað koyrst undan dystin
um móti KÍ, so er B36 eisini kroyst
at vinna á 07 Vestur. Eftir nakrar
góðar javnleikir í fyrstu umfør
unum, hevur B36 ikki megnað
at vunnið teir dystirnar, sum á
papírinum vóru lættari. Tap fyri
TB/FCS/Royn og javnleik móti
EB/Streymi og Skála. B36 er sjey
stig frá oddinum og tað skal ikki
økjast eftir hetta umfarið, um B36
skal spæla við um gullið.
Vágamenn eru skerdir í løtuni.
Trygvi Mortensen segði greitt eft
Ikki við: Hannes Agnarsson (knæskaði,
ógreitt hvussu leingi), Jógvan Skeel
Nolsøe (vøddaskaði, 1-2 vikur), Høgni
Eysturoy (lærkriki, 1-2 vikur), Fróði P.
Rasmussen (skaddur, ógreitt hvussu
leingi) Ivasamir: Alex Mellemgaard
(lærkrikin), Lukasz Cieslewicz (knæskaði),
Philip Lund (vøddaskaði)
Ikki við: Arnbjørn T. Hansen
(fipurspreinging, ógreitt hvussu leingi)
Brian Olsen (burturstaddur)
Ivasamur:
Andras Olsen (fótskaði)
Ikki við: Daniel “Elly” Pedersen
(ryggurin, óvist)
Ivasamur: Jógvan Rói Davidsen
(fóturin, hevur vant í vikuni), Ári Mohr
Jónsson (knæið), Bartal Wardum
(ryggurin)
Við aftur: Ndende Adama Gueyé
(leikbann) og Alex José dos Santos
(leikbann)
Ikki við: Poul N. Mikkelsen
(langtíðarskaddur), Gunnar
Christiansen (langtíðarskaddur)
Ikki við:
Semir Hazdibulic (leikbann, 4 gul)
Ivasamur: Atli Danielsen (knæið)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
EB/Streymur
KÍ
ÍF
Upptakt til 9. umfar:
FÓTBÓLTUR Tað kann blíva dagur í viku við Djúpumýru, um
KÍ vinnur klassikaran móti HB. Klaksvíkingar eru oddalið,
meðan HB skal í minsta lagi hava stig, um felagið skal
hava nakran sum helst møguleika fyri at hanga í
KLASSIKARIN
KANN FELLA HB