Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 27 ir 4-0 tapið fyri NSÍ í Runavík, at hann tekur ongar kjansir við pro­ fil­unum í dystinum móti B36. – Tað er ikki í hesum dystunum, at vit skulu vinna okkara stig. Hes­ ir dystirnir eru bonus, men vit arb­ eiða við at fáa allar menn tøkar til dyst­irnar móti hinum liðnum, sum vit vænta at kappast við, sigur Trygvi Mortensen. Til dystin í Runavík var Petter Bjør­lund ikki við, meðan Ivan Stoj­ ko­vic, Søren Nielsen og Holgar Djuur­hus sótu uttanfyri, meðan Ken Fager­berg mátti lata seg skifta út. Nógv bendir á ein dyst, har B36 leyp­ir á við øllu teir eiga, meðan 07 Vest­ur hugsavnar seg í størri mun um komandi dystirnar á nýggja gras­líkinum í Sørvági. Sosialurin tippar: 3-0 Onkur verður vónbrotin VÍKINGUR-TB/FCS/ROYN: SUNNUDAGIN KLOKKAN 15.00 Dómari: Eiler Rasmussen Bæði Atli Gergersen, liðskipari hjá Víkingi, og Poul Ingason, um­skúl­ að­ur miðverji hjá suðuroyingunum, ætla sær trý stig í Sarpugerði. – Vit spæla á heimavølli og tá skulu vit altíð vinna. Tað ætla vit okk­um eisini hesaferð. Vit gleða okk­um eisini at møta hes­um nógv um­talaða liðnum hjá suð­ur­oy­ing­ um, sigur Atli Greg­er­sen. Í hinum endanum er tónin eins greiður. – Tað verður ein torførur dystur, men vit fara ikki fyri at spæla eitt nú javnleik. Vit fara eftir sigrinum. Tí kann tað enda við einum sigri til annan partin, men vit fara ikki fyri at verja ein javnleik, sigur Poul Inga­son greiður á sínum suð­ur­oy­ ar­máli. Bæði liðini hava havt tað trupult í seinastu dystunum. Fyri Víking hev­ur tað givið tvey stig í tveimum dyst­um, sum liðið á papírinum skuldi havt vunnið. Javnleik móti 07 Vestur á heimavølli, og javnleik í Fuglafirði móti ÍF. – Tað er ein vælkend søga í fót­ bólt­inum, men hon passar - marg­ in­al­arnir koppa ikki okkara veg. Vit eru ikki nóg skarpir í feltiunum, og tað er í báðum endum, sigur Atli Greg­er­sen. Eftir ein framúr byrjan, har nýggja felagsliðið í Suðuroynni tók øll á bóli, hevur liðið mist í seinastu dys­t­un­um. Millum annað móti KÍ í farnu viku, tá ein verjuvilla kostaði ein javnleik móti oddaliðnum. – Munurin er ikki stórur, men vit møta í løtuni liðum, sum revsa okk­um harðari enn tey liðini, sum vit møttu fyrru umførini. Eg haldi ikki, at tað hevur nakað við spælið at gera. Tað er einki trýst á okkum, so lagið er í topp enn, sigur Poul Inga­son. Tað er minni millum hesi bæði lið­ini, enn tað upprunaliga varð vænt­að undan kappingarbyrjan. Tað kemur tó illa við, at topp­skjútt­ in í TB/FCS/Royn ikki er við. Jón Kross­lá Poulsen hevur leikbann. Tí koppa vit dystin til Víkingarnar. Sosialurin tippar 2-1 Ringt at koma uttanum javnleikin SKÁLA-EB/STREYMUR: SUNNUDAGIN KLOKKAN 15.00 Dómari: Eiler Rasmussen Skála hevur spælt seks dystir av átta javnar og tapt tveir. Hóast EB/ Streym­ur hevur tapt fýra dystir, so hava teir samlað sær tvey stig fleiri. Serliga sigurin á HB í farnu viku gjørdi mun. Sundalagsmenn hava bitið frá sær í fleiri førum, so hetta kann ikki ordi­liga roknast sum ein uppflytari á útivølli, tí tá hevði heimaliðið gjarna havt munin. Skála fer at vinna ein dyst – fyrr ella seinni, men tað er ikki til at síggja, at tað nett­upp skal verða hesin. Orsøkin er, at sundalangsmenn tykjast hava fing­ið tamarhald á verjupartinum. Her er ringt at koma rundanum javn­leik­in. Sosialurin tippar 1-1 VÍKINGUR Ikki við: Jonleif Højgaard (knæskaði, 2 vikur) Ivasamir: Bárður J. Hansen (knæskaði), Jan Ellingsgaard (lærkrikin) Ikki við: Ólavur Mikkelsen (knæskaði, 1-2 vikur) Ivasamur: Edvin Jakobsen (vøddaskaði) Við aftur: Ari Olsen (eftir sjúku) Ikki við: Salmundur Bech (knæið, óvist), Jón Krosslá Poulsen (leikbann, 4 gul) Ikki við: Jákup V. Olsen (knæið, 1-2 vikur) Ivasamur: Sorin Anghel (lærkrikin) Ivasamir: Ken Fagerberg (lærkrikin), Holgar Durhuus (fótskaði), Søren B. Nielsen (lærkrikin), Petter Bjørlund (armskaði) NSÍ TB/FSC/Royn 07 VESTUR SKÁLA 1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 1 X 2 2 X 1 NSÍ-ÍF KÍ-HB B36-07 Vestur Víkingur-TB/FCS/Royn Skála-EB/Streymur SOSIALURIN TIPPAR