Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 28 Óli Jacobsen Kaj í Bartalstovu: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen 5. partur Í seinasta parti varð greitt frá trol­ararunum Tróndi í Gøtu. Her kann skoytast uppí, at tá ið tað fór at ganga afturá við van­liga trolarafiskiskapinum, vórðu aðrir møguleikar royndir. Ein var at fara við sildagørnum norð­anfyri. Tað var júst á hesi veiðu, at Føroyar í 1957, fyri 60 ár­ um síðani, vóru raktar av eini ta størstu skipsvanlukku, sum vit hava havt, tá ið 22 menn sjólótust. Hesa veiðu royndi Tróndur í Gøtu eisini. Men afturat hesum varð roynt at trola eftir sild í Norð­ sjónum til sildavirkið hjá Gunnar Holm Jacobsen í Kolla­firði. Her kom ov lítið burtur úr til, at hetta kundi loysa seg. Hetta var endabresturin hjá Tróndi. Men aðrir Tróndar hava tikið við seinni. Tað er eydnast væl. Slapp við Jóannes Patursson Eg kom at vera nógv við trol­ar­ an­um, Jóannes Patursson, sum tá var ein tann fremsti trolarin í flot­anum. Fyrstu ferð var í februar 1949, tá ið p/f Uvak hjá Christian Holm Jac­ob­sen framvegis átti hann. Pápi hevði verið á samfelagsmøti í Havn. Tá hevði hann búð hjá Hans Paula Johannesen, sum var skipari á Bónd­anum, sum hann eisini varð kall­aður. Pápi hevði tá spurt Hans Paula, um nakar kjansur var fyri, at eg kundi sleppa við. Eg visti ikki av nøkr­um, tá eg fekk boð um at koma við Bóndanum. Hetta var ikki hissini kjansur, og eg var veru­liga bangin fyri at gera meg fyri skommum. Her sluppu bara teir bestu menninir við. Hetta var eitt heilt annað skip enn t.d. Tróndur í Gøtu var. Tann stóri munurin var, at nú slapst und­an kolinum. Nú var tað olja, og tað var sjálvsagt nakað heilt annað og so nógv lættari at fáast við. Hesir nýggju trolararnir vóru eis­ini á nærum øllum økjum meira fram­komnir enn teir gomlu. Vit høvdu ikki radara at byrja við, men vit høvdu loran, sum var fram­komin navigatiónsútgerð. Eis­ini høvdu vit vatngerara, sum var heilt ókent tá. Vit vóru einir 42 mans í saltfiski. Í fyrsta umfari var eg tríggjar túrir við Jóannes Patursson. Tað gekk væl. Ein nýhugsan við hesum trol­ar­ um var, at teir høvdu eis­ini tele­gra­ fist at taka sær av samskiftinum. Tað gjørdist træta millum feløgini um, hvørt hann skuldi gjaldast av reið­aranum einsamøllum ella fáa part burtur av hjá manningini. Hetta førdi til sakarmál, sum reið­ ar­arnir taptu. Men á teimum næstu sáttmálasamráðingum varð kort­ini avtalað, at telegrafisturin skuldi fara av óbýttum. Tá komu báð­ir partar at gjalda. Her er eisini nógv broytt. Nú eru telegrafistar søga. Nógv sild Eg ætlaði mær á stýrimansskúla, og tá var tað eitt krav at hava 12 mán­að­ir sigling við “seglskipi”. Tá høvdu øll skip motor, men her skuldi vera talan um skip, sum eis­ ini kundu nýta og viðhvørt nýttu segl. Fyri at fáa hesa siglingstíð fór eg við Árnanes, har Poul Huus í Syðru­gøtu var skipari. Christian Holm átti Árnanes, sum veiddi sild við nót. Tá var so ógvuliga nógv sild at fáa. Vit komu eina ferð inn á Oyndarfjørð, har tað bløðraði á sjón­um av sild. Boð vórðu givin um at kasta beinanvegin. Men sildin var so smá, at tað stóð í hvørjum meski. Tað tók sína tíð at fáa sild­ ina burtur úr nótini. Vit fóru so at hova uppí Árnanes. Men tað var so nógv í, at sildin doyði í nótini, og hon skrædnaði. Hetta var ikki eitt nóta­skip, sum vit kenna tey í dag. Hann tók eini 60 tons. Vit mettu, at tað vóru eini 500 tons í nótini. Hetta var ikki smá­ vegis. Tað, sum kom til sætt­is, fór til Kolla­fjarðar til silda­olju­verk­ smiðj­una hjá Christian Holm, har son­urin Gunnar var stjóri. Henda verk­smiðjan var eitt dømi um tær ný­hugsanir, sum Christian Holm stóð fyri. Andreas Poulsen undir Gøtu­ eiði, sum var bestimaður, skuldi fara til Íslands at keypa eina tættari nót, so sleppast kundi undan at sildin stóð føst í mesk­ un­um. Men Andreas varð ráddur frá at fara, tí nú var farið at standa á hjá Christian Holm. Tískil varð nótin heldur ikki keypt, sum var betri parturin. Tann nótin, sum lá á Oyndarfirði, kom til Kollafjarðar, har hon loypt­ist og fór fyri einki. Á stýrimansskúla Á heysti 1949 fór eg á stýri­mans­ skúla í Havn. Tá ið eg fekk summ­ ar­feriu vildi eg sleppa til skips. Eg fór út á Tórgarð, har Hans Pauli búði. Ørindini vóru at sleppa við í feriuni. Hans Pauli var sera blíður og segði: “Tú kom sera be­ tíðs, tí eg skuldi beint fara heim á skrivstovuna at gera mann­ing­ ar­listan. Og tú sleppur við!” Hetta eydn­aðist eisini væl. Meðan eg gekk á stýri­mans­ skúla búði eg úti á Landavegnum, sum tá var nr. 42, hjá Olaf Andre­ as­sen. Nú er tað nr. 54. Har kom eg at kenna Daniu úr Porkeri, sum tænti har. So tað kann sigast, at hon kom uppí hend­urnar á mær ella øvugt! Tað rann skjótt saman okkara mill­um. Skjótt tóku vit eisini ring uppá. Hann hevur verið á fingr­ in­um í 65 ár, og hann heldur enn! Hetta vóru húsini, har trú­boð­ ar­in Daniel J. Danielsen, kendur frá Congosøguni, búði frá tí, hann kom til Føroya í 1904 til hann doyði í 1916. Hann hevði annars roynt at selja húsini í 1914. Kona hansara Lina fór av landinum um 1920. Helst vóru húsini tá seld til Olaf. Hetta var tá langt uttan fyri býin. Seinni kom eg so at búgva hjá Eli Christiansen á Dalavegnum. Hetta var mitt í býnum. Dania misti mammuna seks ára gomul Dania er dóttir Kristionnu, ætt­að úr Leirvík, og Hans Paula Sør­en­ sen undir Stígnum í Porkeri. Í 1937 doyðu fleiri konur í Pork­ eri av havhestasjúkuni. Kristianna var ein teirra. Hon doyði frá fýra børn­um, einans 37 ára gomul. Hans Pauli var tá burtur til skips við vágsskipinum “Agnas Louise”. Hann visti av ongum, at konan var deyð. Soleiðis vóru sam­ skift­is­møguleikarnir tá á døgum. Tá ið jarðarferðin av Kristionnu var byrjað, síggja teir Agnes Louise koma inn eftir fjørðinum á veg til Vágs. Steðgað var sostatt við jarð­ ar­ferðini, til Hans Pauli var komin í land. Í staðin fyri at hitta eina fegna konu, mátti hann ta tungu leið beint í jarðarferðina hjá henni. Hans Pauli var einans 13 ára gam­al, tá ið hann misti pápan av Hjá mongum fiskimonnum var strembað eftir at sleppa á brúnna. Hetta kravdi siglingstíð og skúlagongd. Tá fann Kaj eisini konuna NÚ VAR AT KOMA UPP Á BRÚNNA Jóannes Patursson kemur á Havnina fyrstu ferð Kaj í Bartalstovu