Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-18, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 19. MAI 2017 SOSIALURIN 58 29 Komandi partur Í komandi parti fer Kaj sum stýrimaður við Jóannes Patursson við Svenningi sum skipara. sjúku, so hann varð hart royndur av lív­inum. Hann doyði longu í 1962, bara 59 ára gamal. Danbjørg, kendi lær­ar­ in og løgtingsmaðurin í Pork­eri, skrivaði m.a. um hann í Sosi­al­in­ um: Bygd okkara er vorðin ein góð­ an mann fátækari, hevur mist ein und­an­gongumann bæði til sjós og til lands, og eisini úr Porkeris sókn­arstýri, har hann sat í mong ár og altíð var virkisfúsur og fram­ skygd­ur, ein framburðsmaður av tí rætta slagnum, sum vildi stuðla øllum framburði. Hann spardi aldri seg sjálvan men stóð á odda alla staðni, har sum ástóð. Øll menniskju, sum arbeiddu fyri fram­burði, høvdu ein góðan vin og stuð­ul í honum. Dania var seks ára gomul, tá ið mamman doyði. Tann elsta syst­ irin, Margit, var 12 ár. Hon kom, so ung hon var, at halda hús sam­an við ommuni fyri pápan og systk­ ini, sum umframt tær báðar vóru seks ára gamla Elisabeth og fýra ára gamli Johannes. Dania fór trý ár seinni til Hvalbi­ar, har hon kom at vera hjá pápabeiggjanum, Thormann Sør­ en­sen, og konu hansara, Jastrid, sum tá vóru nýgift. Har hevði hon tað gott. Tey bæði fingu seinni tvær døtur. Soleiðis var um­sorg­an­ in tá i tíðini. Umframt Daniu, so blivu báðar systr­ar­nar giftar norð­anfjørðs. Elisa­beth giftist við Janus Petersen í Kollafirði. Mar­gith giftist til Eiðis við Nikkel Niel­sen. Teir báðir vóru eins og eg sjálvur á sjónum meginpartin av lív­inum. Beiggin, Johannes, býr í Vági. Hans Pauli giftist aftur við Bettu. Tey fingu trý børn, Katrin, sum doyði sum smágenta, Poli og Kar­in Helena, sum eru deyð sum vaks­in. Vit giftust 16. desember 1953. Børn­ini eru Kristianna, Hans Leo, Torry og Jógvan Páll. Tá ið systir Daniu, Elisabeth, doyði í 1973 frá trimum børnum, kom tað yngsta av teimum, Hjørd­ is, at búgva hjá okkum. Við Fame Eg bleiv so liðugur sum stýrimaður í 1951. Tá fór eg sum bestimaður við Fame hjá Sigurd Simonsen í Fugla­firði. Sigurd var skipari sjálvur. Vit trol­aðu eystanfyri. Hetta mátti tó sig­ast at vera ein lítil trolari. Hann tók ikki meira enn eini 80 tons. Sigurð var kendur sum ein rætt­ur slóðari. Tað sást ikki minst, tá ið hann í 1940 lat Vón byggja á Tórs­havnar Skipasmiðju. Vón var fyrsta havgangandi fiski­skip, sum er bygt í Føroyum. Með­an sluppirnar vanliga høvdu mot­or­ar sum vóru um 60 HK, so hevði Vón heilar 240 HK. Niels Juel Arge skrivar eisini í bóka­røðini um stríðsárini, at Vón var eitt av okkara skipum, sum mundi leggja mest eftir seg undir bar­dag­anum. Abbasonurin, Heri Simonsen, var so framskygdur, at hann, með­an tíð var, fekk abban at greiða sær frá søguni um Vón. Hon var prentað í seks pørtum í FF-blaðnum í 2002. Hetta var sera áhuga­vert. Tá ið 100 ár vóru liðin síð­an Sigurd var føddur í 1912 kom henda frásøgn í bók. Vissuliga ein virð­is­mikil partur av okkara fiski­ skaps­søgu. Men søgan um Fame er eisini eitt dømi um Sigurd sum slóðara. Hann keypti Fame í 1945 frá Jacob Har­ald­sen, keypmann í Fuglafirði. Um heystið varð Fame um­bygd­ ur á Tórshavnar Skipasmiðju, og var hon tá sum eitt annað skip. Í 1952 varð Fame seldur til Vest­ manna. John Dam gjørdist skipari og fleiri av hansara skipum gjørdu navn­ið Fame kent. Í 1946 var Sigurd við at keypa trol­ar­an Vitin, har hann eisini var skip­ari. Hann fekk nakað somu livi­tíð sum hinir gomlu trolararnir, sum komu til landið eftir kríggið. Hóast mótrák gav Sigurd ikki upp. Í 1965 hevði hann í umbúna at keypa íslendskan trolara Akur­ey, men hann fekk ikki inn­flutn­ings­ loyvi. Hann náddi tó at gera ein túr við honum. Sigurd hevði eisini handilsvirki í Fuglafirði. Hann var ættaður úr Sanda­vági men valdi at búseta seg í Fuglafirði, har tað vóru góð­ ar umstøður hjá virkisfúsnum monn­um. Sonurin Sigurd hevur skriv­að um pápan, at persónligu eg­in­leik­ ar­nir hjá honum vóru ikki at taka feil av. Áræðinum bilaði einki. Hann hevði mansdirvi, og nerv­ar­ nir vóru úr stáli. Hann var fram­ sígg­in og vitborin maður. Kortini var hann eyðmjúkur sum fáur. Eg var bara tann eina túrin við Fame. Hann vardi einar tveir mán­ að­ir. Fiskurin sum fór aftur til sjós Tað var annars tiltikið, at serliga við Bjarnoynna var fiskurin so smá­ur, at meginparturin fór fyri borð aftur, tí tað loysti seg ikki at flekja hann. Sum onkur segði: “Tá ið tit hava fylt bátin hava tit koyrt fýra bátar út aftur”. Hetta hevði tí­ bet­ur ikki gingið í dag. Eystanfyri var eisini ofta rok­as­ ligt á annan hátt. Tað gav at býta eina­ ferð vit við Jóannes Patursson skuldu hava kol til upphiting, og kol ikki var at fáa. Kortini fóru vit út aftur, men nú er einki kol til at hita manningarrúmini. Hetta end­aði við, at vit máttu saga allan tøk­an við, sum var umborð til at kyka við. Hetta var ein dýr sparing. Oyrasker Fyrstu ferð eg var skipari, var við slupp­ini Oyrasker. Vit fór á sild við gørn­um, sum var ein nýggj veiða tá. Andreas Winther var skipari í fyrsta umfari. Men mitt á túrinum fekk Andreas ein blóðtøpp. Hetta var ikki bara sum at siga tað á víð­ um havi langt frá landi. Men so heppið var tað, at ikki langt frá okkum lá ein norsk kor­vett, sum var hjálparskip hjá norsku sildaskipunum. Vit sigldu uppá prei, og so heppið var tað eisini, at lækni var umborð. Teir skipaðu eisini fyri at sigla inn á Norðfjørðin við Andreasi. Teir kundu jú gera tað nógv skjót­ari enn vit. Spurt varð eftir rokn­ing­ ini, men tað søgdu teir, at tá talan var um mannalív, so var eingin rokn­ing. Vit fóru so til lands, og næsta túr­in gjørdist eg skipari. Andreas kom fyri seg aftur og var til sjós nógv ár eftir hetta. Hans Pauli Johannessen í bestikkrúminum Kaj og hansara á gullbrúdleypinum. V.f. eru tey Hans Leo, Kristianna, Dania, Kaj, Torri og Jógvan Páll Foreldrini hjá Daniu, Kristianna og Hans Pauli Sørensen Fame, tá ið hon umbygd kom til Fuglafjarðar