mánadagur 22. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Eg havi fleiri ítrív. Eg havi spælt í Klaksvíkar Hornorkestri síðani 1986. Eg havi hjálpt
KÍ-kvinnunum við tí umsitingarliga og verið ferðaleiðari hjá teimum síðani 2000. Eg havi
røkt ymsar uppgávur fyri Summar Festivalin, millum annað havt Robin Gibb og Cliff Richard
á vitjan. Eg havi verið nevndarlimur í Norðoya listafelag í mong ár, og tað er gevandi og
læruríkt. Mær dámar eisini væl at fáast við fjall og seyð, og so er tað gott at sleppa á onkra
ferð av og á.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Eg havi ferðast víða í heiminum og vitjað nógv lond, men eg
kundi hugsað mær at vitja Galapagosoyggjarnar, sum eru nakað
heilt serligt við náttúru og djóralívi.
Eyðun Klakstein
Tá ið Heri Ellingsgaard í 1984
varð settur sum umsjónar
maður á Klaksvíkar Sjúkra
húsi, var tað lívsstarvið,
hann fekk. Tí nú 33 ár seinni
hevur hann sama starvið, og
stórtrívist í tí.
– Tað var eitt sindur til
vildarligt, at eg søkti starvið.
Sum barn droymdi eg ikki
um, at eg skuldi verða sjúkra
hússtjóri, men tá ið starvið
var lýst leyst, fekk eg áhuga
fyri tí og søkti tað. Tá hevði
eg gingið á skúla og starvast
í Danmark, men tað var ong
antíð ivi um, at eg skuldi
heimaftur at búgva og virka,
sigur Heri Ellingsgaard.
Tá í tíðini var ein felags
sjúkrahússtjóri fyri tey trý
sjúkrahúsini,
sum
síðani
høvdu politisk vald stýri,
ið høvdu stóra ávirkan á
sjúkrahúsunum. Í praksis
hevði sjúkrahússtjórin ein
avmarkaðan
leiklut,
var
skrivari hjá stýrunum og
avgreiddi mál fyri lands
stýrismannin.
Leiðararnir
á sjúkrahúsunum – sum tá
kallaðust umsjónarmenn –
høvdu dagligu leiðsluna.
–
Serliga
á
teimum
smærru
sjúkrahúsunum
stýrdu stýrini rættiliga nógv
á sjúkrahúsunum, og vóru
onkur mál av týdningi, tók
nevndin avgerðirnar, og so
skuldi umsjónarmaðurin út
føra tær. Onkuntíð kundi eg
kenna meg sum lús millum
tvær negl, tí eg skuldi stund
um ganga ímillum politiska
stýrið og sjúkrahússtjóran,
sum var ovasti umsitingar
ligi leiðarin í heilsuverkinum,
greiðir Heri Ellingsgaard frá.
– Eg havi røkt starvið so
leingi, tí tað hevur verið sera
spennandi og avbjóðandi, og
so haldi eg eisini, at tað hevur
gingið væl, hóast vit hesi
árini hava verið ígjøgnum
stórar búskaparkreppur, og
tá hevur verið trupult at fáa
raksturin at hanga saman,
sigur Heri Ellingsgaard.
Avbjóðingar
Klaksvíkar Sjúkrahús var
bygt í 1898, eftir at Norð
oyggjar síðani 1871 høvdu
havt læknahús í grannalag
num, har sjúkrahúsið nú er.
Eystari partur av Eystur
oynni var saman við norðoy
ingum í arbeiðnum at fáa
sjúkrahús í Klaksvík. Síðani
1898 eru ymiskar útbyggingar
og nýbyggingar gjørdar á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum
síðani fyrst í 1980’unum
hevur verið samanbygt við
Norðoya Røktarheimi.
Heri Ellingsgaard er stjóri
fyri Klaksvíkar Sjúkrahús
og
hevur
umsitingarligu
ábyrgdina av sjúkrahúsinum.
– Eg skal syrgja fyri, at
vit halda okkara játtan, at
játtanin verður brúkt so
væl sum gjørligt, og at vit
fáa hjálpt so nógvum fólk
so væl sum gjørligt. Um vit
høvdu
óavmarkaða
pen
ingaupphædd
at
brúka,
var ikki neyðugt við einum
stjóra. Avbjóðingin er at fáa
raksturin at bera til og at
raðfesta innanhýsis, har tað
eisini kunnu vera ymiskar
hugsanir um raðfestingar,
sigur Heri Ellingsgaard.
Í
altjóða
samanhangi
eru sjúkrahúsini í Føroyum
sera smá, og í føroyskum
samanhangi er Klaksvíkar
Sjúkrahús annað av smáu
sjúkrahúsunum.
Nógva
staðni er avbjóðingin at fáa
læknar og onnur útbúgv
in heilsustarvsfólk til smá
sjúkrahús, sum liggja í útjað
ara, men hesin trupulleikin
er ikki stórur á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
– Vit hava so fáar læknar,
og tí skulu vit heldur ikki
finna so nógvar læknar, og
tað hevur víst seg, at tað ber
til hjá okkum at fáa læknar
at arbeiða á sjúkrahúsinum.
Høvdu vit skulað funnið eitt
størri tal av læknum, hevði
tað verið ein trupulleiki at
funnið teir.
– Fleiri og fleiri føroyingar
hava útbúgvið seg innan
heilsuøkið, og tað hevur eis
ini hjálpt munandi um hjá
okkum at finna røttu fólk
ini til tey ymsu størvini.
Vit hava verið heppin við
okkara starvsfólkum, tí tey
eru dugnalig og leggja sera
nógva orku í sítt starv.
Heri Ellingsgaard heldur,
at støðan, sum Klaksvíkar
Sjúkrahús hevur í kjakinum
um føroyska heilsuverkið,
hevur verið viðvirkandi til,
at starvsfólkahópurin hevur
verið motiveraður og íðin í
arbeiðnum.
– Vit eru lítlibeiggin, og
vit eru stundum undir trýsti.
Tað verður tosað um at
niðurleggja sjúkrahúsið, og
fólk stúra fyri sínum starvi.
Hetta er nakað, sum skapar
samanhald og ídni, og fólkini
vilja vísa, at tey duga. Tað er
gott at vera stjóri á einum
slíkum arbeiðsplássi, sigur
Heri Ellingsgaard.
Í februar mánaði vóru
fólk frá danska stovninum
IKAS og kannaðu, um før
oyska sjúkrahúsverkið lýkur
dygdarkrøvini,
sum
Den
Danske Kvalitetsmodel setir.
Klaksvíkar Sjúkrahús fekk
sum tað einasta góðkenning
uttan viðmerkingar.
– Akkrediteringin var ein
staðfesting av, at Klaksvíkar
Sjúkrahús er í toppformi, og
vit eru sera errin av hesari
góðkenning, sigur Heri Ell
ingsgaard.
Broytingar
Stjórin á Klaksvíkar Sjúkra
húsi roknar við, at virksemið
hjá heilsuverkinum fer at
broytast í framtíðini.
– Fólk eru meira tilvit
að um at fyribyrgja væl
ferðarsjúkur, og tey hava
størri vitan um heilsu og
hugsa meira um kost og
rørslu og annað. Í grundini
kann sigast, at fólk geva
sær sjálvum fyribyrgjandi
viðgerð, og tað sæst eisini
aftur í, at talið á fólki, sum
eru innløgd við álvarsomum
sjúkum, minkar. Vit liva
betri, og vit liva longri.
–
Viðgerðirnar,
sum
sjúkrahúsini veita, blíva fleiri
og betri, og alt meira verður
gjørt
ambulant
ella
við
stuttari innlegging. Eg síggi
fyri mær, at sjúkrahúsini í
framtíðini í størri mun fara
at hava ein fyribyrgjandi og
ráðgevandi leiklut. Sjúkra
húsini
fara
sjálvandi
at
– Tað er ov tilvildarliga ásett, hvørji serøki eru á føroysku sjúkrahúsunum, og hvørjar viðgerðir eru hvar. Hetta er
bara við til at gera kjakið óneyðuga fløkt, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann heldur, at
neyðugt er við nógv greiðari áseting av virkisøkjunum í sjúkrahúsverkinum og betri samstarvi millum sjúkrahúsini
KJAKIÐ UM
SJÚKRAHÚSINI ER
ÓNEYÐUGA FLØKT
UM HERA ELLINGSGAARD
Heri Ellingsgaard er klaksvíkingur og hevur síðani
1984 verið stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hann
hevur útbúgving av handilsskúla niðri. Umframt
at hava leitt Klaksvíkar Sjúkrahús í 33 ár, hevur
hann eisini verið virkin tónleikari – til dømis eitt
skifti í rockbólkinum Straight Ahead og í eini 30
ár í Klaksvíkar Hornorkestri, har hann eisini hevur
verið formaður.