Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59 við­gera og hjálpa teimum sjúku, men eg ímyndi mær, at heilsu­verkið eisini fær ein leik­lut í rákinum við størri fyri­byrgj­andi viðgerð. Heri Ellingsgaard roknar eisini við, at tað koma onkrir heilsudeplar afturat kring landið. – Primera heilsutænastan fer at verða betri samskipað, og eg vænti, at vit fáa onkrar heilsudeplar afturat kring landið, sum fara at líkjast smáum sjúkrahúsum. Tað kann fara at hava við sær, at sjúkra­húsini fara at blíva brúkt meira til serøki, sigur hann. Greiðari skipan Afturvendandi kjak er um heilsuverkið, og ein av føstu táttunum í hesum kjaki er, um tað er neyðugt við trim­ um sjúkrahúsum í einum so lítlum landi sum Føroyum. – Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum, og tað verða eisini trý sjúkrahús frameftir, og tí er tað kjakið ikki so áhuga­ vert. Áhugaverdari er at kjak­ ast um, hvussu vit skipað sjúkrahúsverkið og fáa tað besta burtur úr teimum trim­um sjúkrahúsunum, sigur Heri Ellingsgaard. Hann heldur, at kjakið um før­oyska heilsuverkið er óneyðuga fløkt, og ein høv­uðs­orsøk til tað er, at myndu­g­leikarnir hava ikki ásett neyvt, hvussu sjúkra­ hús­verkið skal skipast, og hvørjar viðgerðir skulu verða í Føroyum. – Tað er ov tilvildarliga ásett, hvørji serøki eru á før­oysku sjúkrahúsunum, og hvørjar viðgerðir eru hvar. Hetta er bara við til at gera kjakið óneyðuga fløkt. Myndug­leikarnir eiga at áseta neyvt, hvørjar viðgerðir skulu vera í Føroyum, hvørj­ ar viðgerðir vit fáa í út­land­ inum, og í hvørjum førum vit fáa hjálp uttanífrá til við­ gerðir í Føroyum. At hetta ikki langt síðani er ásett, hevur havt við sær óenda­ liga kjakið um, hvat før­ oyska sjúkrahúsverkið skal taka sær av, og hvat tey trý sjúkra­húsini skulu gera. – Politiski og fakligi mynd­ugleikin eigur at fáa stað­fest, hvørjar viðgerðir vit hava í Føroyum, og hvussu vit so fáa útnytta kapasitetin á teimum trimum sjúkra­hús­ un­um best og sam­starva um upp­gávurnar. Sjúkra­hús­ verk­ið skal heilt einfalt skip­ ast og samskipast betur. – Eg havi vónir um, at vit fáa eina felagsleiðslu fyri sjúkrahúsverkið, sum verður noydd at hugsa upp á tvørs og sær eitt samlað sjúkrahúsverk. Tær tríggjar leiðsl­urnar mugu og skulu sam­starva. At ein av hesum leiðslupersónum so fær høvuðsábyrgdina í hesum sam­starvi, eigur og skal ikki verða ein forðing fyri sam­ starvinum. Tað sokallaða samstarvsástøðiðið má tó sum altíð galda. Millum part­ arnar má vera virðing, álit og hugbinding. Um ikki spyrst einki burturúr – tað vita øll, sigur Heri Ellingsgaard. UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Tað er gittarin, og tað er eingin ivi um, at hon er kvennkyn. Hvat skal hon hava gjørt, at hon skal verða kallkyn, tá ið øll hini vøkru ljóðførini eru kvennkyn? Eg haldi á gittarini hvønn dag og spæli eitt sindur upp á hana. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? – Millum tónleikarar verður stundum tosað um at gera sín ”Yesterday”. Tá verður sipað til sangin hjá Paul McCartney, sum verður roknaður sum ein næstan fullkomin sangur. Einfaldur og vakur. Í føroyskum tónleiki hevur Jóan Jakku Guttesen við countrysanginum Túsund og eina nátt skrivað sín ”Yesterday”, og Martin Joensen hevur við sálminum Uttan teg skrivað sín ”Yesterday”. Klaksvíkar Sjúkrahús aftur til upprunan Klaksvíkar Sjúkrahús hev­ ur eina blandaða seingja­ deild við 24 plássum, sum hevur umleið 1.400 inn­ leggingar um árið. Sjúkra­ húsið hevur eisini stórt ambulant virksemi, sum hevur verið vaksandi seinnu árini. Umleið 150 fólk starvast á Klaksvíkar Sjúkrahús, og tað svarar til umleið 110 ársverk. Rakst­ rar­játtanin í ár er 68,7 milli­ ónir krónur. Gjøgnum tíðina hava norð­oyingar verið í stórum meiriluta, tá ið tað ræður um viðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hetta er broytt munandi, síðani Norð­oya­tunnilin kom. Í løt­ uni eru umleið 55 prosent av fólkunum, sum brúka Klaks­víkar Sjúkrahús, úr Norð­oyggjum, og 45 prosent eru aðrastaðni úr landinum – ser­liga úr Eysturoynni. – Norðoyatunnilin hev­ur gjørt, at Klaksvíkar Sjúkra­ hús í grundini er far­ið aftur til upprunan, tí í 1898 vóru tað norðoyingar og fólk í eystara parti av Eystur­ oynni, sum slóðaðu fyri, at sjúkrahúsið varð bygt. Síðani undirsjóvartunnilin kom, hava eysturoyingar og onnur í nógv størri mun brúkt Klaksvíkar Sjúkrahús, og tí virkar sjúkrahúsið nú á einum størri øki, enn vit gjørdu fyri 15 ella 20 árum síðani, sigur Heri Ellingsgaard. – Vit hava trý sjúkrahús í Føroyum, og tað verða eisini trý sjúkrahús frameftir, og tí er tað kjakið ikki so áhugavert. Áhugaverdari er at kjakast um, hvussu vit skipað sjúkrahúsverkið og fáa tað besta burtur úr teimum trimum sjúkrahúsunum, sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Mynd: Eyðun Klakstein