mánadagur 22. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐASAMBAND
Áki Bertholdsen
– Tað verður ikki góðtikið at
smákegl skal forða fyri, at
ein talgild ferðaseðlaskipan
verður sett í verk á Strand
ferðsluni.
Tað gjørdi Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum,
greitt
á
hundrað ára føðingardags
haldinum hjá Strandferðsl
uni fríggjadagin.
Strandferðslan
hevur
leingi arbeitt við eini skipan,
har tað skal bera til at keypa
sær ferðaseðil við á internet
inum og á fartelefonini.
Hendan talgilda ferða
seðlaskipanin er liðug og
hon hevur verið klár at seta
í verk í eina tíð.
Ætlanin hevur verið at
seta hana í gildi fyri Teist
an fyrst, tí har hevur trup
ulleikin við bíðirøðum verið
størst.
Tá ið skipanin so er roynt
á Teistanum, hevur ætlanin
verið at seta hana í gildi á
øðrum rutum eisini.
Sandingar hava eisini í
fleiri ár strongt á Strand
ferðsluna, og á politiska
myndugleikan, at fáa eina
slíka talgilda ferðafólkaskip
an, har ferðafólk kunnu bí
leggja sær ferðaseðil framm
anundan.
Men nú Strandferðslan
var klár at seta skipanina í
verk, vildi Gerhard Lognberg,
borgarstjóri í Skopum, ikki
góðtaka hana.
Hann kravdi, at talgilda
bíleggingarskipanin
bara
skuldi umfata helvtina av
plássinum á Teistanum, tí
hin helvtin skal framvegis
vera til fólk, sum fara á ferju
leguna at stilla seg við bilin
um, sum vanligt.
Hann metir nevniliga, at
tað eru so nógv eldri fólk,
sum ikki duga at brúka teldu
og at tey mugu kunnu fara
við Teistanum, uttan at hava
bílagt ferðaseðil á internet
inum.
Onki vunnið
Hilmar Eliasen hevur áður
sagt við www.in.fo, at skal
talgilda bíleggingarskipanin
bara umfara helvtina at
plássinum á Teistanum, er
onki vunnið við henni. Tá
fara fólk framvegis at noyð
ast at standa í longum bíði
røðum, akkurát, sum nú, so
er endamálið við skipanini
mestsum dottið burtur, segði
hann herfyri.
Annars segði hann, at í
skipanini er eru annars eitt
ella tvey pláss eftir til bilar,
sum ikki hava bílagt ferða
seðil á telduni.
Landsverk hevur biðið
Skopunar Kommunu um
loyvi til at merkja bíðirøð á
havnarlagnum í Skopun til
bilar, sum hava bílagt ferða
seðil á teldu, men borgar
stjórin noktaði fyri tí. Og so
statt gjørdi Hilmar Eliasen
gjørdi greitt, at ætlanin varð
løgd á hillina til hann fekk
eina felags fráboðan frá
kommununum í Sandoy.
Skal gerast nú
Henrik Old sigur, at hann
góðtekur ikki, at »smákegl«
skal forða fyri, at hendan
skipanin verður sett í verk.
Hann sigur, at hann vil
hava skipanina setta í verk
nú í summar.
Og vilja sandoyingar ikki
hava hana, verður skipanin
sett í gildi aðrastaðni ístaðin.
Hann sigur, at hann hevur
verið í sambandi við fólk,
sum vara av ferðavinnuni
norðanfyri, og har er stórur
áhugi fyri at fáa eina slíka
talgilda ferðafólkaskipan.
Vilja
sandoyingar
ikki
hava hesa talgildu ferða
fólkaskipanina, verður hon
tískil sett í verk fyri Sam,
sum siglur ímillum Klaksvík
og Syðradal, sigur Henrik
Old.
Tað er somuleiðis greitt,
at ein talgild ferðafólka hev
ur stóran týdning fyri ferða
vinnu í Føroyum, tí Súsanna
Sørensen á Ferðaráðnum,
sigur, at ein kanning vísir, at
útlendsk ferðafólk halda, at
tað er ein stórur trupulleiki
at vit ikki hava eina slíka
talgilda ferðafólkaskipan í
Føroyum, tí tey vilja fegin
hava møguleikan at leggja
alla Føroyaferðina til rættis
heimanífrá.
– At vit ikki hava eina slíka
skipan, kann vera orsøkin til,
at ikki fleiri ferðafólk vitja á
útoyggj, sigur Súsanna Sør
ensen.
SANDOYINGAR MISSA
STÓRT FRAMSTIG AV
HONDUM
Strandferðslan heur bíðað eftir sandoyingum, sigur Hilmar Eliasen, stjóri, høgrumegin, saman við Jóan Peturi Abrhamsen,
rakstrarleiðara hjá Strandferðsluni. Men nú verður ikki bíðað longur, sigur landsstýrismaðurin
Hann vil hava skipanina
setta í verk nú í summar
FERÐASEÐLAR Á INTERNETINUM Ístaðin fyri sandoyingar,
verður tað nú helst norðoyingar sum fáa eina skipan, har
ferðaseðlar við Strandferðsluni kunnu keypast á internetinum