mánadagur 22. mai 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
FERÐASAMBAND
Áki Bertholdsen
Vit mugu hava eina greiða
ætlan fyri, hvussu vit gera,
skuldi tað hent, at Smyril fær
eitt brek, ella ein skaða, og
brádliga má takast úr sigling.
Tað sigur Henrik Old,
landsstýrismaður
í
sam
ferðslumálum.
– Vit kunnu skjótt koma
í
eina
slíka
bráðkomna
neyðstøðu tí sjálvandi kann
Smyril fáa eitt tekniskt brek
sum alt annað, og eitt óhapp
kann altíð henda. Tað kann
vera ein róðurskaði, ella ein
skaði á skrúvuna, sum ger,
at Smyril má av landinum í
dokk, og so eru suðuroyingar
heilt illa farnir, staðfestir
landsstýrismaðurin.
Og hann ásannar, at veru
leikin er tann, at hendir okk
urt óvæntað við Smyrli, so at
hann brádliga má takast úr
sigling, er ongin tilbúgving
fyri, hvussu vit so skulu
røkja ferðasambandið til og
úr Suðuroy.
Og hann heldur at tað
mugu vit hava, tí nú á døgum
kann tað ikki góðtakast, at
Suðuroyggin liggur við ong
um sambandi.
– Tað er neyðugt, at fólk
sleppa ímillum Suðuroy og
meginøkið. Fólk skulu til
arbeiðis, ella gava ørindi
norðanfyri, og fólk skulu av
landinum til arbeiðis ella í
øðrum øringum, og tí kunnu
vit rætt og slætt ikki liggja
við ongum sambandi, sigur
landsstýrismaðurin.
Tí skulu vit eisini hava
eina »plan-b« fyri Smyril sum
skjótast, legði hann afturat.
Samstarv við
Atlantsflog
Hendrik Old sigur, at í næst
um fer hann tískil at fáa
fund í lag við Atlantsflog við
tí fyri eyga at fáa eina avtalu
um at fáa tyrluna til taks, so
at vit ikki standa á berum
í eini slíkari bráðkomnari
neyðstøðu.
Hann vísir á, at nú Smyril
var í dokk, og Galaxy skuldi
sigla, vendi hon aftur tað
eina kvøldið, men morgunin
eftir fleyg Tyrlan tríggjar
túrar við ferðafólki ímillum
Vágar og flogvøllin.
– Tað riggaði fínt og við
tveimum tyrlum kann At
lantsflog flyta ein hóp av
ferðafólki eftir stuttari tíð,
leggur hann afrturat.
Hann hugsar um, at tey,
sum skulu av landinum við
flogfari, verða flogin vestur
á flogvøllin, men tey, sum
skulu norður á meginøki,
verða flogin í Sandoynna,
haðani tey so sleppa víðari.
Henrik Old sigur, at hetta
eru stuttir túrar, so tyrlan
kann flyta ein hóp av fólki
upp á onga tíð.
Hvat farmi viðvíkur er tað
ein annar trupulleiki, sum
eisini má takast upp, leggur
hann afturat.
VIL HAVA EINA TRYGDAR
ÆTLAN FYRI SMYRIL
Tá ið óhappið er hent, er tað ov seint at fara at hugsa um, hvat vit so skulu gera, sigur Henrik Old, vinstrumegin,
her saman við Gudmundi Mortensen á 100 ára føðingardagshaldi hjá strandferðsluni fríggjadagin
Áki Bertholdsen
Nú skal tað verða nógv lættari at
ferðast í Føroyum.
Tað fortaldi Hilmar Eliasen,
stjóri á Strandferðsluni, fyri teim
um, sum vóru komin í hundrað
ára føðingardag hjá Strandferðsl
uni í Salt á Drelnesi, fríggjadagin.
Í
hesum
sambandi
tekur
Strandferðslan
allarnýggjastu
tøknina í brúk fyri at gera tað
lættari hjá ferðafólki at fáa greiði
á ferðaætlanini.
Súsanna Sørensen á Ferðaráð
num vísti á, at útlendsk ferðafólk
halda at ferðaætlanin hjá Strand
ferðsluni er fløkt og ring at fáa
greiði á.
Men Hilmar Eliasen sigur, at nú
verður munandi bøtt um hendan
trupulleikan.
Í hesum sambandi sigur hann,
at tey arbeiða við eini skipan, har
Strandferðslan fer á Google Maps
og tað fer at gera tað nógv lættari
at ferðast í Føroyum og at fáa
greiði á, hvussu ferðast kann av
einum plássi til eitt annað.
Tá ið Strandferðslan er komin
á Google Maps, kunnu ferðafólk
skriva navnið á einum býi, ella eini
bygd, og so síggja tey alt fyri eitt,
hvussu tey koma hagar.
Hilmar Eliasen sigur, at higartil
hevur Strandferðslan mest hugsa
um at leggja ferðaætlanina eftir
teimum, sum ferðast ímillum í
sambandi við arbeiði ella skúla.
Men stjórin sigur, at tey eru greið
yvir, at nettupp eitt gott samstarv
við ferðavinnuna fer at verða ein
týðandi partur av tilverugrundar
lagnum hjá Strandferðsluni fram
yvir.
Strandferðslan tekur
nýggjastu tøkni í brúk
Á GOOGLE Google Maps skal gera tað nógv fyri at lættari at ferðast í Føroyum
FERÐASAMBAND Henrik Old vil
ikki, at suðuroyingar skulu standa á
berum, skuldi Smyril fingið brek, ella
skaða, og brádliga noyðist úr sigling