Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru sand­oy­ ing­ar og skúvoyingar og tóku nátaegg í bjørgunum. Í Sandoynni vóru menn Yv­iri á Egg, teir rópa, og her vóru bæði tilkomnir menn og einir fýra dreingir niður í 10-13 ára aldur. Farið varð ikki í bakkan fyrr enn seinnapartin fríggja­ dagin, og tí gjørdist dag­ur­in ikki so langur. Stund­ir vóru tó til eini tíggju sið. Bergið um hesar leiðir ligg­ur um einar 100 metrar, og tey longstu siðini vóru niðri á umleið 60 metrum. Onn­ur vóru stutt niður frá bakk­an­um. Nakað var av vindi fríggja­dag­in, og tí vórðu mest tey syðru siðini tikin. Tey norð­aru kunnu saktans geva væl av eggum, men við tað, at dagurin ikki varð so lang­ur, og lítið tóktist vera vorp­ið, søkt teir ikki tey norð­aru siðini. Vanligt er at taka nátaegg um 20. mai, men í hesum føri vóru menn ein dag fyrr enn tað, og hetta kann gera stór­ an mun. Menn vóru tó samdir um, at lítið var vorpið í mun til, hvat kundi vera tey góðu ár­ini. Onkuntíð eru menn, sum hava verið í bakkanum 19. ella 20. mai, farnir avstað aft­ur, tí so lítið var vorpið, og síðan eru teir farnir aftur í bjørgini einar tveir ella tríggj­ar dagar seinni. Henda dagin Yviri á Egg fingu teir 160 nátaegg til­ sam­ans, sum verður mett at vera rættiliga lítil fongur. Bestu siðini góvu ávikavist 30 og 26 egg, og hetta eru sið, sum áður kundi geva eini 100 egg hvørt. Tá góðu árini, tá nógvur náti var, kundu somu sið, sum gjørd vórðu hesaferð, giv­ið eini 500-600 egg. Men, sum nevnt, er møgu­ligt, at siðini høvdu giv­ið meira í ár, um tey vórðu gjørd einar tveir ella tríggj­ar dagar seinni. Sagt verður av monnum, sum vóru Yviri á Egg, at lítil náti var at síggja, og nógv reið­ur vóru tóm. Ungu dreingirnir, sum við vóru hesa dagin, vóru ógvu­liga spentir og hug­ tikn­ir, og onkur teirra var eis­ini niðri í lín­uni og slapp at royna seg í berginum. Skúvoyingar vóru eis­ini eft­ir nátaeggum fríggja­dag­ in, men heldur ikki hjá teim­ um vignaðist dagurin nak­að serligur í tali av egg­um. Teir fingu 236 egg í siðum, sum tá fuglurin var mestur kundu givið eini 1000-1200 egg. ­ Sandoyingar og skúvoyingar eftir nátaeggum fríggjadagin­ ÚTIVIKA: Hesa vikuna er útivika í Sjóvar kommunu, og her er nógv forvitnisligt á skrá. Útivikan í kommununi er fyri øll – frá tí yngsta til hin elsta, og henda vikan plagar at vera sera hugnalig og stuttlig. Vilmund Jacobsen Um einar 14 dagar fara teir norður í Ummanaq-fjørðin at taka ímóti fiski Frystilínuskipið Ågot, sum seinastu tíðina hevur lig­ ið út fyri Ilulisat í Grøn­ landi og tikið ímóti fiski frá grønlenskum út­róðr­ ar­monn­um, hevur higartil ver­ið einaferð inni og land­ að. Hetta var hin 18. mai, og tá landaðu teir 90 tons, meg­inparturin svartkalvi. – Vit byrjaðu at taka ímóti aftur sama dag. Nú er minni ísur, og fleiri jollur eru flotaðar her í fjørð­in­ um. Hjaltur Poulsen skipari á Ågot, sigur, at umleið 35 joll­ur landa til Ågot hvønn dag­in. Umborð verður fiskurin so hagreiddur, frystur og s e i n n i land­að­ur. Fríggjakvøldið, tá Sosi­al­ ur­in hevði sam­band við skip­ar­an á Ågot, vænt­aði hann, at teir um ein­ar 14 dagar ella so fara norð­ur í Ummanaq-fjørðin at taka ímóti. – Alt veit væl umborð, og tað gongur væl, sigur Hjalt­ ur Poulsen, skipari. Fríggjadagin 19. mai varð skipað fyri frá­far­ing­ar­ løtu í sam­band við, at Jens David­sen, lækni, gevst. Borg­ ar­stjórarnir í Eiðis lækna­dømi hildu røðu og handaðu Jens Davidsen gávur og takkaðu fyri tíðina Planta við Stórá Vilmund Jacobsen Nú verður aftur eitt høvi at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá í Trongisvági. - Tørvur er á sjálvbodnum, sum hava hug til at hjálpa til, bæði stytri og longri tíð, og aldur hevur einki at siga. Øll eru hjartaliga vælkomin. Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at um vðrar verða fólk, ið vilja hjálpa til, biðin um at møta fríggjadagin 26. mai klokkan 9.30 í Ítróttardeplinum við Stórá. - Til ber eisini at møta seinni, og fólk eru vælkomin at hava børnini við. Um morgunin verður kaffimunnur at fáa, og á døgurða bjóðar kommunan okkurt lætt til matna. - Vónandi fáa vit øll ein góðan dag saman, samstundis sum vit fáa nakað væl av skafti - býnum til prýði, og fólkinum til gleði, siga tey í Tvøroyrar kommunu. vilmund@sosialurin.fo Ågot hevur landað 90 tons í Grønlandi – Tað hevur verið nógvur ísur, men nú er ísurin minkaður, sigur skiparin á Ågot Myndin er tikin í Lonini, men seinasta fríggjadag vóru menn Yviri á Egg á Sandoynni. Eisini í Skúvoy vóru teir eftir nátaeggum fríggjadagin. Í báðum førum var fongurin vánaligur Mynd: Vilmund Jacobsen Í Sandoy og Skúvoy varðveita tey gamlan siðaarv við at taka nátaegg um 20. mai, og soleiðis var eisini seinasta fríggjadag