mánadagur 22. mai 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
Vilmund Jacobsen
Tað var stutt fyri jól í 2015, at
MEST søkti um byggiloyvi
til eina høll oman yvir turr
dokkina á Skála.
Í viðgerðini av málinum
kom fram, at einasta tøkni
liga forðing í málinum er, at
mest loyvda hædd í økinum
er 6,5 metrar, hóast fleiri
bygningar í økinum eru
hægri enn hetta.
Tá ætlanin er at byggja
góðar 40 metrar uppeftir,
gjørdist greitt, at neyðugt er
at broyta byggisamtyktina
og møguliga býarplanin, um
Runavíkar kommuna skal
geva loyvi til byggingina.
Longu 19. og 20. januar í
2016 tóku vinnu- og havnar
nevndin og byggi- og býar
skipanarnevndin hjá komm
ununi málið upp og mæltu
til, at tekniska deild arbeiðir
víðari við málinum.
Á býráðsfundi hin 28.
januar í 2016 tekur Runavíkar
býráð undir við tilmælunum
frá nevndunum báðum, og
í skrivi boðar borgarstjórin
MEST frá hesum.
Í fyrstu atløgu varð málið
sent landsmyndugleikanum
við umbøn um at broyta við
urskiftini soleiðis, at byggj
ast kann uttan avmarking í
hæddini, men hesum kundi
Heilsu- og innlendismálaráð
ið ikki ganga á møti.
Í
sínum
svari
heldur
Heilsu- og innlendismála
ráðið, at ein stór høll við eini
hædd á 50 metrar nærindis
íbúðarøki er eitt so stórt inn
triv, at tað má lýsast væl og
virðiliga fyri borgarunum,
eitt nú við myndum, sum
vísa bygningin ymsastaðni
frá á Skála og hinumegin
fjørðin.
Eisini mælir Heilsu- og
innlendismálaráðið til, at
bygging omanfyri 15 metrar
skal gerast samsvarandi ser
stakari byggisamtykt.
Báðar
nevndirnar
hjá
Runavíkar kommunu taka
undir við hesum, og tað ger
býráðið eisini hin 23. februar
í ár.
Hin 27. apríl í ár samtykkir
Runavíkar býráð, at borgara
fundur skal haldast um mál
ið á Skála hin 23. mai 2017.
–
Á
borgarafundinum
fer MEST at sýna fram,
hvussu ætlaða útbyggingin
av Skipamiðjuni fer at taka
seg út í eygunum á fólkin
um, sum býr á Skála. Høvið
verður á fundinum at gera
viðmerkingar til framløguna,
men eingin niðurstøða verð
ur gjørd, tí ætlandi verður
málið lagt fram fyri almenn
ingin at gera skrivligar við
merkingar til í seks vikur –
fyri síðani at verða viðgjørt
av landsmyndugleikanum av
nýggjum saman við møgu
ligum viðmerkingum ella
kærum, siga tey í Runavíkar
kommunu.
Vilmund Jacobsen
Í morgin tíðliga byrjar
grønlendska
uppsjóvar
skipið Tasilaq at landa
700 tons av svartkjafti til
Havsbrún í Fuglafirði, og í
annaðkvøld kemur Christi
an í Grótinum við umleið
2500 tonsum.
Skipini, sum seinastu
dagarnar
hava
landað
svartkjaft
í
Fuglafirði,
eru
Finnur
Fríði,
sum
hevði umleið 2500 tons og
grønlendska
uppsjóvar
skipið Polar Amaroq, sum
hevði umleið 2100 tons.
Herfyri landaðu eisini
Tróndur í Gøtu, Borgarin
og Høgaberg svartjaft til
Havsbrún í Fuglafirði.
Havsbrún í Fuglafirði fær framvegis
nógvan svartkjaft frá føroyskum
og útlendskum skipum
Í annaðkvøld klokkan 19 verður borgarafundur í Ítróttarhøllini
á Skála, har einasta mál á skrá er umrøða av dokkhøllini,
sum skipasmiðjan MEST ætlar at byggja á Skála
KUNOY: Kunoyar
kommuna bjóðar nú
til búmerkjakapping
um nýtt búmerki til
kommununa. Hetta
hevur kommunustýrið
í Kunoy samtykt á
fundi. Í fyrstu atløgu
verður kappingin
bert fyri borgarar í
Kunoyar kommunu
Lítil fiskur
er at fáa
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarar
eru til fiskiskap,
men teir hava
smáligan fiskiskap.
Partrolarapørini koma
inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Trý pør fiska gulllaks.
Ein djúpvatnstrolari
partrolar saman við
øðrum ísfiskatrolara
eftir upsa, ein
fiskar blálongu og
stinglaks, og ein
frystitrolari er farin
til Eysturgrønlands
at fiska svartkalva.
Tveir
djúpvatnstrolarar,
sum fiska svartkalva
og kongafisk, koma
væntandi inn at
landa hesa vikuna.
Fríggjadagin, tá tey á
Fiskamarknaði Føroya
gjørdu sínar metingar
fyri hesa vikuna, var
bara ein trolbátur til
fiskiskap. Teir koma
væntandi inn at landa
seint í hesi vikuni og
hava mest av toski
og nakað av hýsu.
Nakrir trolbátar
rigga til at fara á
landleiðina at fiska,
og onkur er á beding.
Á Fiskamarknaði
Føroya vænta tey, at
seks línuskip koma inn
at landa hesa vikuna.
Skipini hava øll
verið undir Føroyum,
men fiskiskapurin
er smáligur.
Línuskipini hava eina
blanding av toski,
hýsu, longu og brosmu.
Eitt línuskip er nýliga
byrjað túr undir
Íslandi og kemur
neyvan heim at landa
fyrr enn í næstu viku.
Tvey frystilínuskip
eru eisini til fiskiskap
undir Íslandi.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey eisini
at siga, at streymurin
fer at harðna, sum
henda vikan gongur,
men útlit eru til,
at veðrið fer at
roynast hampiligt.
- Tí eru útlit til, at
nakað verður av
útróðri, verður
lagt aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Nógvur
svartkjaftur
Dokk umrøðast
á borgarafundi
Forskúlabólkurin í
Vágs kommunu hevur
seinastu árini hildið til í
Eikilund, men árgangurin
í ár er so stórur. Nú hevur
forskúlabólkurin fingið
hølir í Vágs skúla
Føroyska svartkjaftakvotan í ár er stór,
men prísurin fyri fiskin er lágur
Í annaðkvøld verður bygging av høll oman yvir dokkina á Skála einasta evnið á borgarafundi