mánadagur 22. mai 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTT SØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Finnur
Justinussen
fekk
avgerandi
leiklut,
tá
ið
Fremad
Amager
í
gjár
tryggjaði sær yvirliving í
næstbestu donsku deildini.
Við 1-0-sigri ímóti AB skal
Fremad Amager nevniliga
aftur spæla í NordicBet-
liguni næsta kappingarár,
og einsamalla sigursmálið
skeyt Finnur Justinussen
tá ið smáir tíggju minuttir
vóru spældir. Hetta var
triðja málið hjá Finni hetta
kappingarárið. Eitt umfar
er eftir at spæla, men tað er
nú greitt, at Fremad Amager
ikki kann flyta niður.
Føroyingarnir
í
Vend
syssel FF eru tryggjaðir at
sleppa at spæla um upp
flyting í Superliguna, men
sunnudagin tóku teir eitt
risa fet mótvegis at sleppa
at flyta beinleiðis upp. Við
3-2-sigri á HB Køge hava teir
nú sama stigatal sum Hobro
á fyrsta plássi. Eitt umfar
er eftir at spæla, og tá hitt
ast nevniliga Vendsyssel FF
og Hobro. Tí er lagt upp til
sera spennandi finalu leyg
ardagin, har vinnarin flytur
beinleiðis upp í Superliguna.
Endar tað javnt, flytur Hobro
upp. Einans Meinhard Olsen
var við í hópinum í gjár, men
hann kom ikki inn á vøllin.
Hallur Hansson og AC
Horsens fingu eitt skilagott
útgangsstøði við sær úr aftur
Esbjerg, har teir leygardagin
spældi fyrra dystin ímóti
Esbjerg um at yvirliva í
Superliguni. Eftir sjálvmál
var AC Horsens á odda 1-0
í hálvleikssteðginum, men
Esbjerg fekk gjørt tað til
endaliga úrslitið 1-1. Hallur
Hansson varð útskiftur tá ið
20 minuttir restaðu í. Seinni
og avgerandi dysturin verður
spældur í Horsens komandi
sunnudag.
Jóan Símun Edmundsson
var skaddur og ikki við, tá ið
liðfelagar hansara leygar
dagin spældu 1-1 á heimavølli
ímóti Randers FC í fyrra
dystinum um at sleppa at
spæla Europa League kom
andi kappingarár. Við einum
manni í undirtali og Randers
FC á odda 1-0 skulu teir í OB
vera glaðir fyri 1-1-javnleikin,
sum Rasmus Jønsson syrgdi
fyri. Seinni og avgerandi
dysturin um atgongumerk
ið til Europa League verður
spældur
komandi
mána
kvøld.
Viljormur Davidsen var
skaddur og ikki við, tá ið Vejle
í gjár tapti týdningsleysan
dyst ímóti FC Helsingør. Úr
slitið gjørdist 1-0 til Helsin
gør, og málskjútti var fyrr
verandi B36-leikarin, André
Riel. Jákup Thomsen, sum
er útleigaður frá FC Midt
jylland til Skive, fekk sein
asta hálva tíman á vøllinum
í 2-3-tapi ímóti Nykøbing FC.
Tapið kom illa við, tí nú má
Skive vinna síðsta dystin
umframt dúva upp á onnur
úrslit, skulu teir røkka triðja
plássinum, ið gevur atgongd
at spæla um uppflyting til
Superliguna.
Gilli
Rólantsson
fekk
ein lítlan tíma á vøllinum
leygardagin, tá ið hann og
liðfelagarnir úr Brann vend
ur einum hóttandi tapi á
útivølli ímóti Sogndal til
ein 3-2-sigur. Hóast Brann
kom afturúr 2-0 stutt eftir at
Gilli varð útskiftur, so syrgdi
eitt rimmar comeback fyri
at Brann vann 3-2 og nú er
á øðrum plássi í Eliteserien
saman við Sarpsborg 08,
meðan Rosenborg er oddalið
einans eitt stig frammanfyri.
Jónas Tór Næs og Kaj Leo
í Bartalsstovu, sum spæla við
ÍBV á Vestmannaoyggjunum
í Íslandi, vóru báðir við í øðr
um sigrinum á rað, tá ið ÍBV
í gjár vann greitt 3-0 ímóti
Víkingi
Ólafsvík.
Jónas
spældi allan dystin á høgra
bakki, meðan Kaj Leo varð
innskiftur tíggju minuttir
fyri leiklok og náddi at leggja
upp til seinasta málið. ÍBV
hevur nú sjey stig fyri fýra
dystir og er á 4. plássi. Gunn
ar Nielsen og liðfelagarnir á
meistaraliðnum FH spæla í
kvøld heima ímóti Fjølnir.
FIMLEIKUR
Estetiska fimleikaliðið hjá
ÍF Føroyum hevur um viku
skiftið luttikið í DM í estet
iskum fimleiki. Kappingin
var í Sorø, har átta lið lut
tóku. Í innleiðandi umfar
inum leygardagin fekk før
oyska liðið stigatalið 12,04,
og var hetta nóg mikið til at
vera eina av seks liðunum,
ið kom við í finaluna. Í fin
aluni í gjár fingu tær før
oysku stigatalið 12,57, og við
samlaða stigatalinum 24,610
rakk tað til eitt fimta pláss
hjá Team Nordik, sum før
oyska liðið kallar seg. Vinn
andi liðið gjørdist Team
Zelda úr Espergærde IF. Tær
fingu stigatalið 31,520.
HONDBÓLTUR
Føroyameistararnir í kvinnu
deildini, Kyndil, fáa aftur í
komandi kappingarári gleði
av at hava Maju Dragoljubo
vic í málinum. Serbiski mál
verjin, sum í ár varð kosin
at vera besti málverji og
besti leikari í Hvonndeildini,
hevur sett sína undirskrift á
ein sáttmála, ið er galdandi
fyri komandi kappingarár.
Fáar dagar frammanundan
kunngjørdi Kyndil eisini, at
serbiski Milan Zegarac kem
ur til Føroya at styrkja um
mansliðið. Hann er lámur
og hevur seinast spælt við
RK Spacva í bestu kroatisku
deildini.
RÍÐING
Ríðisamband Føroya hevði
aðalfund leygardagin, har
roknskapur
varð
lagdur
fram og val av nevnd fór
fram. Nevndin heldur fram
óbroytt, og hon er mannað
soleiðis: Brandur í Dali, for
maður, Zacharias R. Jacob
sen, næstformaður, og Símun
Skaalum, kassameistari. Ætl
anin er at senda fólk til HM
í gonguløgum í Hollandi í
summar. Føroyar hava fólk
ið kunna kappast á hægsta
altjóða stigi, men av tí at
tað er sera kostnaðarmikið
at flyta ross uttanlanda til
kappingar, so verður tað
helst ein avmarkaður hópur
ið fer til Hollands at dystast
hesuferð.
Finnur Justinussen var sigursharri í umráðandi sigri
Maja Dragoljubovic skrivar her undir við Kyndil
FINNUR VAR HETJAN
Finnur Justinussen tryggjaði Fremad Amager enn eitt ár
í næstbestu donsku deildini. Eisini aðrir útisetar hava
roynt seg hetta vikuskiftið, eitt nú í fimleiki, umframt
at nýtt er úr hondbólti her heima á klettunum.
ÍF Føroyar bleiv nummar fimm í DM