mánadagur 22. mai 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KURVABÓLTUR
Pætur Albinus
Leygardagin varð skipað fyri
FM-finalu í kurvabólti. Hetta
var aðruferð síðani kurva
bólturin aftur fótaði sær í
Føroyum, at stóra FM-finalu
tiltakið varð hildið. Hesaferð
var tað í Hoyvíkshøllini, har
oddaliðið í landskappingini
alt árið, Ravnur av Toftum,
dystaðist ímóti tí eina havna
liðnum, nevniliga Sporðdrek
anum.
Ravnur var sum vera man
favorittur, men teir úr Havn
ini hingu væl í fyrra hálvleik.
Ravnur var á odda 30-25 í
steðginum.
Eftir steðgin steðgaði tó
fullkomiliga upp hjá Sporð
drekanum, sum mátti seta
avgjørda profilin, Magnus
Jakobsen, á bonkin orsakað
av brotum (feilum). Triðja
fjórðingin
vann
Ravnur
einki minni enn 25-1, og við
støðuna 55-26 var so at siga
alt avgjørt.
– Alt, sum vit skutu, var
í panikki. Tað einasta, ið vit
skoraðu hendan fjórðingin,
var eitt brotskast, vísir ein
av leikarunum hjá Sporð
drekanum, John Norðbúð
Thomsen, á.
Í
seinasta
fjórðingini
sluppu fleiri av útskiftarun
um hjá Ravni at royna seg.
Endin var, at Ravnur vann
finaluna 63-38 ímóti Sporð
drekanum, og hevur unga
felagið harvið vunnið sítt
fyrsta FM-heiti.
Bjarni Werner Zachari
asen hjá Ravni varð kosin
besti spælari í finaluni. Hann
skeyt 18 stig, meðan serliga
ein av liðfeløgum hansara
var
eyðsýndur,
nevniliga
Bergur Gregersen, ið skeyt
15 stig.
Hóast hann ikki spældi
nógv, so bleiv Magnus Jak
obsen toppskjútti hjá Sporð
drekanum við átta stigum.
Hann bleiv somuleiðis kosin
besti spælari í kappingini í
ár, einamest tí at hann hevur
skotið yvir 15 stig í miðal
fyri hvønn dyst og haraft
urat hevur fingið nógvar re
bounds.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Kurvabólturin í Føroyum er
í blóma. Trý feløg hava lut
tikið í landskappingini í ár,
men okkurt bendir á, at tað
vera fimm lið við næsta ár.
Kurvabóltsfelagið
Hávur
úr Klaksvík kemur við, og
møguliga eisini eitt lið hjá
Hamar afturat við yngri leik
arum.
Umstøðurnar eru ikki av
teimum bestu, men roynt
hevur verið sum frægast,
fyrst á ov lítlum vøllum í
skúlahallum, og síðani ein
vøllur í fullari stødd til fin
aluna, har kurvar og aðrar
kringumstøður tó ikki eru
av teimum bestu.
Kurvabólturin í Føroyum
kann tó gleðast um, at um
nakrar
mánaðir
verður
nýggj høll í skúlanum á
Argjahamri liðug, har góðar
umstøður vera, eitt nú átta
kurvar, og flytur føroyski
kurvabólturin í stóran mun
inn í hesa høllina.
Næsta stóra uppgáva hjá
føroyskum kurvabólti verða
oyggjaleikirnir í Gotlandi
síðst í næsta mánaða. Fyri
tveimum árum síðani vóru
Føroyar við á fyrsta sinni.
Talan var tá um ein elddóp,
har
føroysku
menninir
runnu seg inn í nøkur stór
tap, men nú eru vónirnar
betri.
– Tað sær bara heilt gott
út. Menn eru positivir og
ikki bangnir fyri uppgávuni.
Kenslan er ikki longur hvat
vit hava róta okkum út í,
men menninir eru spent
ir at sleppa at royna seg og
venja dúgliga tvær-tríggjar
ferðir um vikuna, sigur John
Norðbúð Thomsen, ið mynd
ar
landsliðsvenjaratoymið
saman við Pól Jakobsen.
– Vit skulu koma burtur
frá at fáa bank, og heldur
royna at spæla við. Vit
leggja okkum ikki knø og
siga, at vit eru við fyri at
læra, men vit skulu síggja
framgongd. Vit kunnu ikki
vænta at hølva nakran av,
men kunnu vit yvirraska
onkran, so er tað gott. Vit
skulu berjast við øllum vit
eiga fyri at fáa eitt gott úr
slit, sigur John Norðbúð
Thomsen víðari og peikar á,
at Føroyar eru komnar í ein
sera stinnan bólk, har veik
asta mótstøðuliðið er Got
land, sum tó hesaferð hevur
heimavøll.
Tríggir útisetar eru við
hesaferð. Teir eru Steen
Rói
Lorenzen
og
Ragn
ar Jacobsen, sum spæla í
Aalborg, og Bastian Heina
son Zachariassen, sum spæl
ir kurvabólt í high school í
USA.
albinus@sosialurin.fo
Sporðdrekin megnaði bara
at fylgja við eina løtu, tá ið
kurvabóltsfelagið Ravnur
leygardagin tryggjaði sær
føroyameistaraheitið
– Kenslan er ikki longur hvat vit hava róta okkum út í, men menninir eru spent
ir at sleppa at royna seg og venja dúgliga, sigur John Norðbúð Thomsen
LEIKARAR
Magnus Jakobsen
Janus Jakobsen
Bjarni Werner Zachariasen
Fríði í Geil Jensen
Bergur Gregersen
Sjúrður Sivertsen
David Arge Galàn
Ragnar Jacobsen
Steen Rói Lorenzen
Hallur Joensen
Bastian Heinason Zachariassen
Rainer Latupeirissa
VENJARAR
Pól Jakobsen
John Norðbúð Thomsen
HJÁLPAR-/MEDIAFÓLK
Kenneth á Argjaboða
Landsliðsvenjari:
RAVNUR ER MEISTARI
VÓNIRNAR ERU GÓÐAR
Hópurin til
oyggjaleikir
2017
Magnus Jakobsen og
Bjarni W. Zachariasen
Føroyameistararnir í Ravni
Hamar vann kvinnufinaluna 22-8 ímóti Ravni