Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Fólkatalið sigur, at tað áttu at verið í hvussu so er trý lið úr høvuðsstaðnum í bestu deild­ini. AB hevur fleiri ferðir ver­ið í fremstu røð og harvið bjóð­að fótbóltsspælarum í høv­uðs­staðnum ein annan møgu­leika at royna seg í bestu deildini enn í B36 og HB. Higartil hevur tað ikki eydn­ast argjamonnum at bíta seg fastar í fremstu røð. Giza Hoyvík er ein annar møgu­leiki í høvuðsstaðnum, men higartil hevur tað liðið ong­an­tíð verið longri uppi enn í næstbestu deildini, og í løtuni bendir einki á, at upp­flyt­ing verður á skrá í ár. Held­ur snýr tað seg um at varð­veita plássið í fyrstu deild. Triði møguleikin Nú vøllurin í Hoyvík er um at vera klárur, rokna teir í Giza Hoyvík við, at tað fer at bera til at draga nógv­ar ung­ar spæl­ar­ar úr granna­ lag­num at liðnum. Tað átti at giv­ið møguleikar fyri góðum úr­slitum í næstbestu deildini – í hvussu so er um nøkur ár. Spurningurin er so, hvør í høv­uð­staðnum verður triði møgu­leikin í fremstu røð. Um tað verður AB ella tað verð­ur Giza Hoyvík. Stigatalvan sigur, at í løt­ uni er tað AB, sum er betra boðið. Giza Hoyvík er á átt­ anda plássi við níggju stig­ um, meðan AB er á triðja plássi við átjan stigum. Leygardagin megnaði Giza Hoyvík málleysan javn­leik á heima­vølli ímóti KÍ, sum er næst­fremst. Væl mann­aða KÍ liðið trýsti síðstu løt­una fyri at vinna sig­urs­mál­ið, men Giza Hoy­ vík helt tørn. Tað kann fara at vísa seg av­gerandi fyri AB, at Giza Hoy­vík syrgdi fyri, at úr­tøk­ an hjá KÍ varð avmarkað til eitt stig. NSÍ er eftir trivaligan 4-0 heimasigur ímóti HB ovast, og KÍ er næstovast. Um tað eftir kappingarlok eru trý lið, sum eiga lið í bestu deildini, sum eru ovast, so verður eing­in uppflyting. Um t. d. AB og B68 vera millum trý tey fremstu, so flyta bæði upp. Um annað teirra verður mill­um trý tey fremstu, so flyt­ur eitt lið upp. AB styrkti sína støðu Leygardagin styrkti AB um sína støðu, tá ið tað eydn­að­ ist at vinna 2-0 á heima­vølli ímóti B68. Harvið hevur AB átjan stig, og B68 hevur fimt­ an stig. B68 eigur tó út­sett­an heimadyst á. Hann er ímóti Giza Hoyvík. – Vit vóru greitt omaná, og tað var eftir bókini, at vit vunnu fulla úrtøku. Tríggir teir fyrstu dystirnir hjá okk­ um endaðu javnir. Nú hava vit vunnið fýra ferðir á rað, so tað sær gott út, sigur AB mál­verjin Heðin Stenberg. Í B68 leguni var hýrurin ikki so góður eftir tapið á Argj­um: – Teir eru betri enn vit í fyrra hálvleiki, men eftir steðg­in er tað meiri javnt. Vit kundu havt megnað javnleik, men tað gjørdu vit ikki. Vit hava tapt tríggjar dystir á úti­vølli – ímóti Víkingi, suðr­ ing­um og nú á Argjum – men vit liggja framvegis væl fyri, og vit hava framvegis sum mál at vinna okkum upp­ aftur í bestu deildina, sig­ur B68 veteranurin Jóhan Dáv­ ur Højgaard. Jákup á Borg aftur á máltalvuni B36 hevur alt kapp­ing­ar­árið verið undir nið­ur­flyt­ing­ar­ strikuni. ÍF er aftast við ong­ um stigi, og fuglfirðingar hava ivaleyst ásannað, at hetta verður ov stórur biti. Leygardagin hevði B36 vitj­an av ÍF. B36 liðið var væl mann­að, eitt nú var Jákup á Borg á liðnum. Tað eydnaðist B36 at vinna trivaligan 5-0 sigur. Árstalsfelagið er fram­ veg­is undir strikuni. Nú eru tað tvey stig fram til áttanda pláss­ið og grannarnar í Giza Hoy­vík. Leygardagin fær B36 vitj­an av Suðringum, og so verð­ur grannauppgerð ímóti Giza Hoyvík. Suðringar áttu leyg­ar­dag­ in heimavøll ímóti Vík­ingi, sum fór norður aftur við 3-1 sigri. Hetta var triðja tap­ið hjá Suðringum á rað. Teir hava ikki vunnið síð­ani B68 29. apríl noyddist av Vágseiði við 2-1 tapi. Úr­slit­ið ber við sær, at Vík­ing­ur nú fer at nærk­ast heið­urs­merkja­ plássi. At tað stendur væl til við fólki í Runavík sást á mann­ ing­ar­listanum, tá ið tað leyg­ardagin endaði við 4-0 heima­sigri á HB. Jann Mart­ in Mortensen, sum leingi hevur verið skaddur, var á miðvøllinum. Haraldur R. Højgaard, sum í nakrar vik­ ur hevur vant við fullari ferð eftir skaðasteðg í eitt ár, var mill­um lyklaspælararnar. Hes­ir báðir eru nú avbjóðarar til pláss á besta liðnum. TRIÐI MØGULEIKIN SPØKIR AFTUR NSÍ-HB 4-0 (2-0) 1-0: Aron Knudsen 39. 2-0: Sølvi Sigvardsen 42. 3-0: Jann Martin Mortensen 61. 4-0: Mórits Heini Mortensen 73. B36-ÍF 5-0 (2-0) 1-0: Hugin Samuelsen 21. 2-0: Jákup á Borg 26. 3-0: Magni á Køk 56. 4-0: Símun Joensen 66. 5-0: Gilli Samuelsen 81. Giza Hoyvík- KÍ 0-0 AB-B68 2-0 (1-0) 1-0: Jobin Drangastein 8. 2-0: Jónas Stenberg 78. Suðringar- Víkingur 1-3 (1-2) 0-1: Fannhard Skoradal 11. 1-1: Tóki Mortensen 18. 1-2: Hans Jákup Lervig 39. 1-3: Elias Lervig 90. 10. umfar Leygardagin 27. mai: KÍ-B68 Víkingur-AB HB-Giza Hoyvík B36-Suðringar 28. mars ÍF-NSÍ 1-7 1. DEILD: Argjamenn síggja ljóst uppá tað, eftir at tað fyrstu umførini ov ofta endaði javnt 1. deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 NSÍ II 10 7 1 2 33 10 +23 22 2 KÍ II 9 6 1 2 24 13 +11 19 3 AB 9 5 3 1 24 11 +13 18 4 B68 8 5 0 3 12 8 +4 15 5 Víkingur II 9 5 0 4 15 17 -2 15 6 HB II 9 4 2 3 30 14 +16 14 7 TB/FCS/Royn II 9 3 1 5 17 27 -10 10 8 Giza Hoyvík 8 2 3 3 13 14 -1 9 9 B36 II 9 2 1 6 18 22 -4 7 10 ÍF II 10 0 0 10 4 54 -50 0 Heðin Stenberg er fegin um at argjamenn aftur hava kós móti bestu deildini, eftir at AB vann 2-0 á B68 Mynd: Álvur Haraldsen 9. umfar: