mánadagur 22. mai 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Triðingurin av kappingar
árinum er av. Øll liðini hava
spælt einaferð ímóti hvørjum
øðrum, og sunnudagin verð
ur farið undir annan triðing.
Tá verða innanhýsis upp
gerðirnar tær somu, sum tær
vóru í triðja umfari.
HB er við at seta merkis
vert met. Tað man neyvan
vera komið fyri áður, at sig
ursvanda felagið í Gundadali
hevur spælt fimm ferðir á
útivølli og ikki hevur skorað
mál. HB hevur ikki skorað á
útivølli í 467 minuttir. Síðsta
HB málið á útivølli var í 27.
umfari í fjør. Leygardagin
22. oktober ella í dag fyri
sjey mánaðum síðani var tað
Øssur Dalbúð, sum skoraði
bæði HB málini í 2-2 javnleik
inum á Skála.
Inntil í gjár var tað ikki
eydnast hjá Skála at vinna
fulla úrtøku í ár. Tí var einki
at siga til, at lagið var gott
og lættin stórur, tá ið síðsta
bríksl ljóðaði, og fyrsti sigur
in var komin til høldar – 3-2 á
heimavølli ímóti EB/Streymi.
Fimm minuttir undan
leikloki varð Andras Freder
iksberg skiftur inn á miðvøll
in, og tríggjar minuttir seinni
syrgdi hann eftir hornaspark
fyri sigursmálinum.
Skála venjarin, Pauli Poul
sen, var væl nøgdur:
– Vit hava fleiri ferðir
mist á stokkinum, og tá ið
innskifti Leif Niclasen við
beinleiðis frísparki javnaði
til 2-2, tá ið tað restaðu tólv
minuttir, kundi tað sæð út
til, at tað aftur hesaferð fór
at enda javnt, men tíbetur
reistu vit okkum.
Var hetta besta avrikið hjá
tykkum í ár?
– Hetta var fyrsti sigurin,
og tað telur nógv. Men vit
hava avrikað heilt væl fleiri
aðrar ferðir, eitt nú í javn
leikunum ímóti NSÍ og B36,
tá ið vit vóru óhepnir ikki at
vinna. Hóast EB/Streymur
legði seg framum, so vístu vit
góðan moral, og Michal Przy
bylski bæði javnaði og legði
okkum framum, áðrenn tað
fram ímóti endanum varð
heilt spennandi og hending
arríkt, sigur Skála venjarin.
Í EB/Streyma leguni iðr
aðu teir seg um, at tað ikki
eydnaðist at halda tørn um
javnleikin, sum Leif Niclasen
syrgdi fyri átta minuttir eftir,
at hann var komin á vøllin.
– Vit løgdu væl fyri, og vit
áttu yvirtakið í spæli, inntil
Rógvi Egilstoft Nielsen legði
okkum framum. So mistu
vit endan, og teir tóku av.
Hóast teir løgdu seg fram
um, so svaraðu vit aftur, tá
ið Arnbjørn Hansen og so
Leif Niclasen vóru komnir
á vøllin, sigur EB/Streyma
venjarin Heðin Askham.
Nú eru tit bara tvey mál
frá niðurflytingarplássi?
– Vit hava gott mót sam
stundis, sum vit ásanna, at
tað eru uppgerðirnar ímóti
næstu kappingarneytunum,
ið hava kostað. Tað er ikki
nóg gott, at vit hava tapt all
ar tríggjar ferðirnar ímóti ÍF,
07 Vestur og nú ímóti Skála,
tí tað eru fyrst og fremst
úrslitini ímóti hesum, sum
verða avgerandi. Okkara lið
mennist støðugt, og eg rokni
við, at tað ímóti hesum lið
unum fer at roynast betri
næstu ferð, enn tað hevur
gjørt higartil, sigur Heðin
Askham.
Hildu stílin alla tíðina
Tað var stórur lætti í B36 leg
uni eftir 4-0 sigurin ímóti 07
Vestur. Úrslitið ber við sær,
at B36 er á fjórða plássi, og
at kósin harvið nú er ímóti
europeiskum atgongumerkj
um.
– Eg havi fleiri ferðir sagt,
at tað fer at ganga væl, tá ið
vit ikki bara spæla væl í løt
um. Vit eiga nógvar góðar
spælarar, og serliga í øðrum
hálvleiki ímóti 07 Vestur var
avrikið fínt. Serliga hugaligt
var at síggja Róald Jakobsen
og Eli Falkvard Nielsen hava
so gott tak á miðvøllinum, og
at Lukasz Cieslewicz var før
ur fyri at spæla í meiri enn
trý korter. Hann er ein leiðari
á vøllinum, og tí er tað so
týdningarmikið, at hann er
við, sigur B36 venjarin Jákup
á Borg.
Róaldur
skoraði
tvær
ferðir – við brotssparki og frí
sparki – og Pætur Petersen
skoraði fyri fyrstu ferð í
bestu deildini. Tá átti Patrik
Johannesen næstsíðsta fótin
á, og við 4-0 málinum lyfti
Patrik Johannesen seg við
sjey málum upp á máltindin
– undir liðina á Klæminti A.
Olsen.
07 Vestur venjarin Trygvi
Mortensen ásannar, at tað
var stórur munur á.
– Eftir fína avrikið og
javnleikin í Gøtu hava avrik
ini ikki verið nóg góð ímóti
NSÍ og nú B36. Serliga seinna
hálvleik ímóti B36 kendust
okkara menn at vera tungir.
Vit høvdu stórar trupulleikar
at flyta spælið fram á vøllin,
og B36 stýrdi øllum. Eg havi
sagt við spælararnar, at vit
mugu leggja hetta aftur
um okkum og avrika betri.
Tíbetur eru skaddu spæl
ararnir um at koma fyri
seg.
Málverjin
noyddist
tó skaddur av vøllinum í
Gundadali, men vit vóna, at
tað ikki er so álvarsligt, sigur
07 Vestur venjarin.
Suðringar hava
mist takið
Undan steðginum var mun
urin á liðunum ikki so eyð
sýndur, tá ið Víkingur hevði
vitjan av Suðringum, sum
høvdu ágrýtna Poul Ingason
í fremstu røð.
Marius Berntzen í málin
um hjá gestunum bjargaði
meistarliga til horna, tá ið
Andreas Lava Olsen royndi
seg úr stuttari fjarstøðu,
og so bendi nógv á, at fyrri
hálvleikur
fór
at
enda
málleysur. Eftir langt inn
Hatta var ein
offdagur sum
má vaskast
av aftur sum
skjótast! KÍ á
útivølli verður ikki lættasta
uppgávan, men vit fara í
arbeiðshanskarnar at gera
tað besta.
Tá mann ikki
spælir ein
góðan dyst,
og allíkavæl
vinnur 3-0, so
stendur væl til!
Yngsti maður koyrdi tað
heim!
Góðir!
Mótbrekkan
var tung í
forvegin. So
tá dómarin
setti Víking
í gongd bleiv hon brattari.
Fyrsti triđingurin er góđtikin
:) SUĐRINGAR
Tað betra liðið
tapti í dag, vit
vóru bara so
nær við. Okur
fara, at vinna
á TB/FCSuðuroy/Royn
til næsta dyst. Saman
standa vit sterk
3-0 tað er ikki
gott, vit kunna
bara blíva
betri,
Koyr á ÍF
Haleluja
syngur í
mínum hjarta
tað er so
herligt at
verða B36'ari ..... F A N T A S
T I S K T !
V I T verda ikki til at steðga
aftur !
Tađ bleiv
lyggjari í
Eysturkomm
unu, eini 3 stig
ella so. Ein
fult uppiborin sigur, nú koyra
vit bara á! Drívi á dreingir!
WLYV
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
JANUS KJÆRBO TB/FCS/ROYN
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
SÆBJØRN LEITI ÍF
LISSI MOURITSEN B36
JOHN REID NYBO VÍKINGUR
9. umfar:
Meðan HB hevur mist málini á útivølli burtur, so hevur Skála av álvara fingið glið
á málskjótingina, og so eydnaðist tað loksins at vinna fulla úrtøku
B36 ER NÚ Á
EUROPAVEGNUM
Eftir eina góða byrjan hevur tað gingið striltið hjá Búa Egilsson (t.v.) og nýggja felagsliðnum í suðri.
Mynd: Sigmar Mørkøre