mánadagur 22. mai 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tað var sera áhugavert at hava Sonna L.
Petersen, fyrrverandi formann í NSÍ, sum
gest í Sportboxini á Rás2 farna fríggjadag.
Síðani hann legði frá sær sum formaður
hevur hann skrivað eitt sindur um sínar
meinginar á einum bloggi, sum hevur sett
gongd á áhugavert kjak.
Millum annað um útjavning av Evropa-
pengum, og um hvussu fótbóltskjakið til
stóru fundirnar hjá Fótbóltssambandinum
mangan er á ov lágum stigi.
Tað hendir ov oftani, at fólk enda í
nevndum og nærmast blíva frontfigurar
fyri síni feløg, uttan at hava gjørt sær
stórvegis tankar um havt tey hava bjóðað
seg fram til. Tá so eitt stórt mál kemur fyri
– serliga tey uttan ávaring og fyrireiking
– so er torført at fáa eitt skilagott kjak um
evnið.
Eisini vísti Sonni L. Petersen á hvussu
hart og uppslítandi nevndararbeiði er
í feløgunum. Fyri tey fremstu er tað
eitt nú dystirnir í Evropa, sum krevja
nógva fyrireiking. So nógv, at hann sum
formaður í NSÍ næstan ikki ynksti at
koma víðari, tí tað fylgir so nógv arbeiði
við. Í øðrum feløgunum er tað fíggjarligi
parturin, meðan uppaftur onnur eru so
smá, at hendurnar eru ikki nógvar, tá
stórar papírsuppgávur skulu latast inn –
eitt nú luttøkuloyvi.
Landsliðsfótbólturin hevur flutt seg
ótrúliga langt og feløgini eru nógv meiri
tilvitaði um, hvat eitt besta lið skal hava,
fyri at klára seg. Fleiri feløg eru eisini væl
skipaði, men tað er av stórum týdningi, at
vit lurta, tá tey sum arbeiða ókeypis byrja
at siga frá.
Sonni L. Petersen heldur fyri, at eitt nú
formansposturin skal lønast, tí tað liggur
so nógv arbeiði í at verða formaður í
einum fótbóltsfelagi.
Herfrá skal ikki sigast um júst hetta er eitt
gott hugskot, men verður kravt meiri av
feløgunum, so mugu vit eisini innsíggja,
at tey allar helst koma at krevja meiri
hinvegin.
At sita í nevd í einum ítrottarfelagi skal
kunnast gerast av áhuga og við gleði –
annars er tað eitt arbeiði.
trondur@sosialurin.fo
Uppslítandi
nevndararbeiði
KLUMMAN
Tróndur Arge sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Aftur í ár hevur Ítróttar
Sosialurin sett eitt ársins
lið fyri fyrsta triðingin av
landskappingini. Tað hevur
ikki verið lætt og tað er ikki
innanhýsis semja, tí tað eru
fleiri boð um fleiri av pláss
unum. Á hesum liðnum
verður ikki hugsað so nógv
spælararnir í veruleikanum
høvdu kunnað spælt saman,
men meiri um teirra avrik
fyri síni lið.
Tað er næstan einki pláss,
har tað ikki finst minst eitt
gott alternativ á liðnum
hesaferð. Avrikini hava verið
rímiliga javnt góð hjá fleiri
spælarum. Hetta er okkara
boð upp á ársins lið higartil.
Ársins lið higartil:
Uppstilling: 4-4-2
Málmaður: Símun Rógvi
Hansen (NSÍ)
Hevur verið sannførandi í
sínum avikum og tykist væl
fyri. NSÍ hevur ikki bestu
verjuna í landinum, men við
sandoyinginum á liðnu hev
ur tað hjálpt væl í ár.
Onnur boð: Kristian
Joensen (KÍ)
Høgri Bakk: Gert Hansen
(Víkingur)
Royndi bakkurin hevur
veruliga funnið seg til rættis
í Víkingi, eftir at hann bleiv
fluttur á høgra bakkin.
Hevur verið javnt góður í
ár. Hevur eisini hjálpt til við
trimum málum.
Onnur boð: Tobias W.
Olesen (NSÍ), Sørmundur
Kalsø (KÍ)
Miðverji: Hørður Askham
(KÍ)
Hevur fingið eina góða
byrjan upp á tíðina sum
KÍ spælari. Passar væl til
stílin og tykist passa væl til
spælskipanina við trimum í
miðverjuni.
Onnur boð: Jonas F.
Rasmussen (KÍ), Jóhan T.
Davidsen (HB)
Miðverji: Atli Gregersen
(Víkingur)
Landsliðsmiðverjin er
betri fyri enn hann hevur
verið í langa tíð. Hansara
evir at stýra og leiða eru
ein undirmettur partur av
spælinum. Hevur eisini
spælt allar 810 minuttirnar
higartil.
Onnur boð: Odmar Færø
(B36), Per Langgaard (NSÍ)
Vinstri bakk: Hanus
Jacobsen (Víkingur)
Hevur í fleiri ár verið ein
fastur partur av verjuni hjá
Víkingi. Í ár hava avrikini
eisini verið góð og Víkingur
fær góða nyttu burturúr
Hanusi í bæði álopsstøðu og
verjustøðu.
Onnur boð: Einar Trónda
gjógv (NSÍ) og Ári Mohr
Jónsson (HB)
Høgri miðvøllur: Árni
Frederiksberg (NSÍ)
Er undangongumaðurin
á NSÍ liðnum. Leggur upp
og skjýtur mál. Tykist væl
fyri og er málrættaður
í sínum spæli. Ein tann
mest spennandi spælarin í
føroysku kappingini.
Miðvallari: Róaldur
Jakobsen (B36)
Tann føroyski Andrea Pirlo.
Er í einum flokki fyri seg,
tá hann er í góða lagnum.
Ein spælari, sum er verdur
allar pengarnar, bæði fyri
áskoðaran og fyri B36.
Miðvallari: Semir
Hadzebulic (KÍ)
Prógvaði í fjør, at hann
er ein av stinnastu
spælarunum í landinum. Í
ár hevur hann avrikað frá
byrjan og er ein lyklaspælari
í FM stríðnum hjá KÍ.
Vinstri miðvøllur: Jóannes
Bjartalíð (KÍ)
Hevur skotið trý mál
higartil og eigur sín lut
í, at KÍ er oddalið í Effo-
deildini higartil. Er ikki altíð
so sjónligur í spælinum,
men skarpur, tá hann fær
møguleikan.
Onnur boð: Benjamin
Heinesen (B36)
Áleypari: Klæmint A. Olsen
(NSÍ)
Tað er næstan ikki neyðugt
at seta orð á hví. Hann er
ein arbeiðshestur, sum
er garantur fyri mál. NSÍ
hevur skotið flest mál
saman við B36, og tað er
ikki so løgið við Klæminti A.
Olsen í álopinum.
Onnur boð: Páll A.
Klettskarð (KÍ)
Áleypari: Patrik
Johannesen (B36)
Meðan B36 hevur fingið
eina misjavna byrjan, so
hevur Patrik Johannesen
ikki spurt eftir. Hann koyrir
bara á og er toppskjútti
saman við Klæminti A.
Olsen. Hevur eisini vunnið
liðnum brotsspørk og verið
við í fleiri álopum.
Onnur boð: Ken Fagerberg
(07 Vestur), Jón Krosslá
Poulsen (TB/FSC/Royn)
Venjari: Maurice Ross (TB/
FC Suðuroy/Royn)
Skotin hevur verið maðurin
aftanfyri góðu gongdina
hjá nýggja felagsliðnum.
Hann hevur havt styttst
tíð at fyrireika sítt lið, og
torførastu umstøðurnar,
tí fleiri spælarar venja
í Havn. Alíkavæl hevur
hann megnað at fingið
heili 12 stig burturúr fyrsta
triðinginum. Venjari hjá
ársins liðið higartil.
ÁRSINS LIÐ – HIGARTIL