Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. mai 2017 · Nr. 59 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Elisabet, tú hevur akkurt vunnið Fitness Før­oy­ar bólkin fyri Ladies figure og nummar trý í Bikini fitness, ert tú nøgd við úrslitið? Ja, eg eri sera væl nøgd. Eg valdi at fara við til báðar kappingarnar, tí eg var ikki heilt vís í hvar eg lá viðvíkjandi kropsforminum.Teo­ ret­iskt sæð er tað ikki møgu­ligt at standa best í báðum, tá ið tað jú eru tvær ymiskar greinar, so eg eri sera væl nøgd. Hvussu fekst tú áhuga fyri Fit­ness av fyrstan tíð? - Eg havi gjørt ymsan ítrótt síðan eg var heilt lítil, og havi altíð dáma væl at vant. Tá ið stóri beiggin síða­ni byrjaði at styrkilyfta, og eg hoyrdi um hendan ítróttin, fall eg fullkomiliga fyri tí. Tá eg var um 16 ár byrjaði eg at styrkivenja. Síð­ an tá havi eg bara koyrt á. Hvussu hevur tú tað við at standa á einum palli og vísa teg fram og verða dømd av øðrum? - Eg kann erligt siga, at tað var ikki lætt fyrstu ferð... men so við og við havi eg innsæð, at tað er ikki mín útsjónd sum verður "dømd", men úrs­lit­ið av míni venjing og harvið form­urin av musklunum. Tá ið eg havi vant so hart og miðvíst, verð­ur tað meiri ein stoltleiki at vísa fram. Tú spælir eisini við kvinnu­ landsliðnum í fót­bólti. Hvussu riggar tað saman við venjing og kroppinum? Tað er eitt sindur hvørsítt, ha? - Jú, tað tykist at vera heilt hvør sítt, men faktist gongur tað hond í hond nógv betur enn ein heldur. Tá ið eg kappist í fitness, skal nógv feitt av kroppinum, og hetta er fót­bólturin ein góð hjálp til, við hesi sonevndu "cardio-venjingini". Tað er eisini gott at vera í góðum formi í fótbóltinum og kunna brúka eitt sindur av musklum at gera nøkur síðuskump. Tó skal sigast, at tá fitness kapping nærk­ ast, og kosturin er ávísur og ikki nógvur, er tað lítil og eingin orka til fótbólt... tí havi eg eina pausu frá fótbólti í eitt tíðarskeið áðr­ enn fitness kapping. Tú hevur vunnið fyrr. Hevur tú ætlan um at halda fram og royna teg í øðr­um kappingum, ella hvat er motivatiónin? - Eg havi ikki gjørt mær nakað skema fyri kappingum í fram­ tíð­ini, men eftir ætlanini er hetta ikki seinastu ferð á senuni. Moti­ va­tiónin til at halda á fram eru dag­ar sum hesin. At standa á senu­ni, eftir alt tað harða arbeiði, og so at koma heim við einum fyrsta plássi. Vikan ið fór KÍ vinnur klassikara móti HB og heldur fast í oddastøðuni í landskappingini. Skála vinnur sín fyrsta dyst í ár og nú liggur ÍF aftast Hallur Hansson og AC Horsens spæla javnleik 1-1 móti Esbjerg í niðurflytingardysti í Superliguni. Taparin skal spæla um beinleiðis niðurflyting Ravnur vinnur sítt fyrsta FM heitið í kurvabólti. Í finaluni, sum verður stroymd, vinnur Ravnur 63-38 á Sporðdrekanum Finnur Justinussen er hetjan, tá Fremad Amager tryggjar sær plássið í næstbestu deildini í Danmark. Hann skorar einsamalla málið í sigri á AB. Ransin N. Djurhuus var dómari í dystinum. Ein av U17 landsliðsspælarunum, Andrias Edmundsson, skal komandi tíðina venja við OB, har stóribeiggin, Jóan Símun Edmundsson spælir. Real Madrid og Juventus vinna meistaraheitini í ávikavist Spania og Italia. Liðini møtast í Champions League finaluni Liverpool vinnur sær pláss í Champions League komandi kappingarári við sigri í seinasta dystinum í Premier League. Arsenal endar uttanfyri topp 4 fyri fyrstu ferð í 20 ár. John Terry spælir eisini sín seinasta dyst fyri Chelsea ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR 4 AV 6 Fleirifaldi OL vinnarin í kapprógving hevur skrivað bók, um at hugsa sum ein vinnari. Eskild Ebbesen hevur eisini fyrilestrar og hevur millum annað verið í Føroyum við sínum tankum. Talan er um eina lætta bók, sum tey allar flestu kunnu lesa uttan at kýta seg. Eskild Ebbesen hevur heilt greitt vísa áhuga fyri hvussu tú kanst fáa meiri burturúr, og tað er ikki bara sum ítróttarfólk, men eisini í arbeiðslívinum og privatlívinum. Bókin er løtt og dømini eru til at kenna aftur frá gerandisdegnum. Tí kennur tú teg eisini aftur í bókini, sum ikki fer í smálutir við kanningum, men heldur á ein yvirskipaðan hátt gevur tær nøkur amboð at brúk í tínum lívi. Flestu dømini taka útgangsstøði í hansara egna lívi og eru rættiliga grundleggjandi. Hann dugur eisini væl at greiða frá hvar eitt nú viljin kemur frá, og hvussu tú fært mest burturúr honum. Tað er munur á at lesa um Jóhan Cruyff, “Buck” Knight (Nike) og onnur, sum eru í heimselituni – og so einum rógvara úr Danmark, sum hevur meiri vanligar trupulleikar. Eisini bókin um Mads Timm, sum bleiv ummælt herfyri er meiri jørð kend fyri okkum føroyingar. Í rógving telja hundrindapartar av sekundum nógv. Tað merkist eisini í løtum í bókini, men sum heild eru fleiri góð ráð at heita. Ein løtt bók, sum er skjót og áhugaverd at lesa. LES UM: Tú saknar eitt sindur av motivatión og tú ikki fær dagin at hanga saman, ella ætlar tær at koma eitt stig hægri IKKI LESA UM: Tú væntar at fáa allar tær nýggjastu kanningarnar innan fysiologi og mentala venjing, og nágreiniligar niðurstøður HVUSSU ER AT LESA: Hon er løtt at lesa og tað er nógv “luft” í tekstinum, men hon setur gongd í nakrar tankar HVAT SIGUR TÚ: Eg haldi hon er verd at lesa, um tú er í eini skiftistíð, ella kennir at tú stendur í stað. Góð og einfald ráð frá einum manni, sum vil meiri enn miðal persónurin. Ongin kærleiki til Víking frá grannanum úr Fuglafirði, Ara Ó. Ellingsgaard Sonni L. Petersen, fyrrverandi formaður í NSÍ, á Rás2 um uppslítandi nevndararbeiði í føroyskum fótbólti -Tað var næstan so, at eg hevði hug at rópa á Linfield, tí eg ikki vildi hava NSÍ víðari -NSÍ er eitt nógv betri lið enn Víkingur. NSÍ spælir fótbólt, tað ger Víkingur ikki Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Eliasbet Vang Aldur: 19 ár Starv: Fótbóltur og fitness Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Michael Jordan er heimsins kendasti kurvabóltsspælari, men fyri hvat fyri lið er hann mest kemur at spæla fyri? 2 Hvat nummar hevði Michael Jordan á troyggjuni, tá hann spældi? 3 Av teimum trimum kurvabóltsfeløgunum í Føroyum, hevur eitt eina væl drúgvari livitíð – hvat av teimum? 4 Larry Bird er ein legenda í amerikanskum kurvabólti, men hvat felag er hann best kendur fyri at spæla við? 5 Ein onnur legenda er Kobe Bryant, men hvar spældi hann? 6 Í NBA verður endaspælið spælt í serium, har tvey lið spæla móti hvørjum øðrum fleiri ferðir, men hvat er treytin fyri at koma víðari 7 Tveir mans eru stóru stjørnurnar í NBA í dag. Annar er LeBron James. Hann er aftur har hann byrjaði, eftir nøkur ár í Miami Heat, men hvar spælir hann nú? 8 Hin er maðurin á myndini – hvør er hann? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1: Chicago Bulls 2: 23 3: Hamar 4: Boston Celtic 5: LA Lakers 6: Tað verður spælt besta av sjey 7: Cleveland Cavaliers 8: Stephen Curry, Golden State Warriors UMMÆLI Eskild Ebbesen: Tænk som en vinner Fakta: Eskild Ebbesen er cand.scient. í ítróttarfysiologi, trýfaldur OL gull vinnari og er 32. limurin í Sportens Hall of Fame.