Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 4 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Vilmund Jacobsen Sum nevnt í greinini um Team Rynkeby Føroyar, stuðla teir tríggir Colorama-handlarnir í Før­oy­ um tí átaki, sum París-súkklarar í Føroyum eru partur av. Stuðulin hjá Colorama er, at handlarnir lata 100 krónur av hvørjari seldari málingaspann á 10 litrar av Beckers Perfekt træverju til átak­ið hjá Team Rynkeby Føroyar - at hjálpa lívs­hætt­ is­liga sjúkum børnum og familjum teirra. Fevnt av hesi stuðulsavtalu er øll Beckers Per­fekt-træverjuserian, sum Colorama-handl­ ar­nir í Føroyum selja. Talan er soleiðis bæði um olju-og vatnbaseraða træverju í Colorama á Hálsi í Havn, Colorama í Saltangará og Colorama á Tvøroyri. 15 ára litgaranti Úr dygdargóðu Beckers Perfekt træverjuni er eitt nú Perfekt Akrylat Plus, sum hevur 15 ára lit­gar­anti. Hetta er máling av bestu dygd við bestu verju til timburklædning, har liturin verður varðveittur, og málingin hevur serstyrki móti eitt nú veðri, dálk­andi skitti og svampi. Tað er ógvuliga lætt at mála við Beckers Per­ fekt Akrylat Plus. Málingin tornar skjótt, og tú kanst skjótt mála útyvir aftur. Beckers Perfekt-serian hevur nógvar møgu­ leik­ar og eginleikar, og tú fært alt tað, sum tú hev­ur brúk fyri av træverjumáling. Á donsku heimasíðuni – www.beckers.dk – kanst tú lesa um stóra útboðið av Beckers, og ert tú í iva um, hvørja træverju tú skalt velja til júst tína uppgávu, eru teir tríggir Colorama- handl­arnir í Føroyum altíð til reiðar at vegleiða og ráðgeva. Góð fyrireiking Tá tú fert at mála, er ógvuliga umráðandi, at fyri­reik­ingararbeiðið verður gjørt væl – ja, tað er snøgt sagt alfa og omega, um tú skalt náa besta úr­slit­in­um. Tú eigur at vera umhyggin og skynsamur, og best er at lata fyrireikingararbeiðið taka tað tíð, tað tekur, áðrenn tú byrjar at mála. Tá fært tú besta úr­slitið, og málingin heldur sær vøkur í nógv ár. Tað fyrsta, tú eigur at hava í huganum, áðr­ enn tú byrjar at mála, er, at veggurin er reinur og turr­ur, at rot ikki er í – og at eingin leys máling er. Colorama-handlarnir ráðgeva og vegleiða teg um, hvussu veggurin skal grundast, og hvør tíðin er, áðrenn tú byrjar at mála við Beckers Perfekt træ­verju­máling. Umhyggin og nærlagdur Tá tú málar, er best at byrja ovast og mála nið­ur eftir, og eingin orsøk er at spara upp á mál­ing­ ina. Tú eigur at vera umhyggin og nærlagdur um sam­ankomingar og endabretti, eins og tú syrgir fyri, at málingin eisini dekkar sjálva flatuna. Umráðandi er, at málingin er tornað, áðrenn tú málar útyvir aftur, og annars er ein vegleiðing á mál­ingaspannini, sum tú eisini eigur at hyggja eft­ir. COLORAMA stuðla Team Ry BECKERS PERFEKT GEVUR TÆR TAÐ Úr dygdargóðu Beckers Perfekt træverjuni er eitt nú Perfekt Akrylat Plus, sum hevur 15 ára litgaranti