mánadagur 22. mai 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 21 • 22. MAI 2017
5
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
Aftur í ár fyrireikar Team Rynkeby Føroyar seg
til langa súkklutúrin til franska høvuðsstaðin,
París. Endamálið er at savna inn pening til lívs
hættisliga sjúk børn og familjur teirra.
Team Rynkeby er eitt vælgerandi súkklulið,
sum á hvørjum ári súkklar til París.
Í fjør luttóku 1600 súkklarar og 360 hjálpar
fólk á tilsamans 38 liðum úr Føroyum, Danmark,
Svøríki, Finnlandi og Noregi.
Við á Team Rynkeby Føroyar, sum var eitt av
38 liðum í 2016, vóru 50 súkklarar og 10 hjálp
arfólk.
Súkklutúrurin til París í ár verður 6. juli, og tí
brúkar Team Rynkeby Føroyar nú hvørt vikuskifti
at súkkla langar túrar, umframt at skipað venj
ing eisini er onnur kvøld í vikuni. Haraftrat verður
súkklað, sum hvør einstakur sjálvur hevur hug
til.
– Longu súkklutúrarnir um vikuskiftini verða
gjørdir við tí fyri eyga at fáa nógvar kilometrar
í beinini, áðrenn langa súkklutúrin til París, siga
Team Rynkeby Føroyar á sínari Facebook-síðu.
Colorama stuðlar
Millum mongu stuðlarnar hjá Team Rynkeby eru
eisini teir tríggir Colorama-handlarnir í Føroyum
– Colorama á Hálsi í Havn, Colorama í Saltangará
og Colorama á Tvøroyri - sum allir hava tað til
felags, at teir selja alla Beckers-seriuna.
Beckers Danmark stuðlar eisini Team Ryn
keby og stjórin, Kenneth Johansen, hevur eisini
verið við á donskum liði, sum hevur súkklað til
París.
Í februar mánaði í ár lótu Colorama-handl
arnir í Føroyum ein kekk á krónur 80.000 sum
stuðul til Team Rynkeby Føroyar.
Tað er nevniliga soleiðis, at føroysku handl
arnir lata 100 krónur av hvørjari málingaspann á
10 litrar til Team Rynkeby Føroyar, tá selt verður
av Beckers Perfekt-seriuni, sum í hesum føri
fevnir um uttandura træverju, bæði sum olju-
og vatnbasserað træverjumáling.
Øll, sum keypa 10 litrar av Beckers Perfekt-
seriuni av træverju, eru samstundis við til at
stuðla børnum og familjum teirra, sum eru rakt
av lívshættisligari sjúku.
Peningur fer óskerdur
Á Facebook-síðuni hjá Team Rynkeby Føroyar er
mynd av Eyðuni K. Mouritsen, sum vegna Colo
rama-handlarnar handar Finn Danberg kekkin á
80.000 krónur.
– Hjartans tøkk fyri fantastiska stuðulin, har
peningurin fer óskerdur til føroysk børn og fam
iljur teirra við lívshættisligum, krabba-, lunga-
og hjartasjúkum.
Soljóðandi er teksturin, sum Team Rynkeby
Føroyar á sínari Facebook-síðu hava viðheft til
hesa mynd.
Aftur í ár er henda sama avtalan galdandi,
har teir tríggir Colorama-handlarnir í Føroyum
lata 100 krónur av hvørjari seldari málingaspann
á 10 litrar - av Beckers Perfekt-seriuni av træ
verju – óskert til Team Rynkeby Føroyar.
Beckers-træverja er dygdarmáling og við
skiftafólk, sum einaferð hava málað við Beckers,
eru ógvuliga trúføst. Beckers er ein kend mál
ingavøra, sum í Føroyum hevur røtur langt aftur
í tíðina.
Nú summarið stundar til, og fólk hava hug
at fara út um at snøgga sær hús, hjall ella garð,
er Beckers Perfekt træverja eitt gott val, sam
stundis sum tú við at keypa hesa máling hjálpir
Team Rynkeby Føroyar at hjálpa børnum og
familjum teirra, sum eru rakt av álvarsligari
sjúku.
í Føroyum
nkeby Føroyar
PERFEKTA ÚRSLITIÐ
Millum mongu stuðlarnar hjá Team Rynkeby eru eisini teir
tríggir Colorama-handlarnir í Føroyum – Colorama á Hálsi í
Havn, Colorama í Saltangará og Colorama á Tvøroyri – sum allir
hava tað til felags, at teir selja alla Beckers-seriuna
Perfekt Akrylat Plus er máling av bestu dygd við bestu verju til
timburklædning, har liturin verður varðveittur, og málingin
hevur serstyrki móti veðri, dálkandi skitti og svampi
Tá tú byrjar at mála, er umráðandi, at
fyrireikingararbeiðið er væl gjørt – ja, tað er snøgt
sagt alfa og omega, um tú skalt náa besta úrslitinum
Finn Danberg tekur vegna
Team Rynkeby Føroyar ímóti
kekkinum á 80.000 krónur, sum
Eyðun K. Mouritsen handar
vegna teir tríggjar Colorama-
handlarnar í Føroyum