Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Anton Olsen í Rituvík gjørdi eitt satt bragd í Suð­ ur­kin­esiska havinum, tá hann í 1975 sum skipari á danska farmaskipinum Claru Mærsk bjargaði 4.423 suðurvietnamnesiskum flóttafólkum av søkk­andi skútu. Anton doyði í 1997, men einkjan eftir hann, Berg­tóra Olsen, hevur sagt John S. Myllhamar frá hend­ingini, sum kom á forsíðuna í tíðindabløðum um allan heim. Sum so mangan áður, var Bergtóra farin ein túr við manninum út at sigla. Ikki grunaði hon, at hes­in túrurin fór at vera øðrvísi enn hinir. Tá høvundurin, sum gevur út bókarøðina - Skak­andi tilburðir – hitti Bergtóru Olsen, greiddi hon soleiðis frá hendingini: “Tá vit hin 30. apríl um kvøldið fóru úr Bang­ kok við kós móti Hong Kong, droymdu vit ikki um, at vit innanfyri tey næstu fimm samdøgrini fóru at fremja søgurnar størstu sjóbjarging við at bjarga 4.423 mannalívum. Vietnamkríggið var júst av, og fólk í hópatali flýggj­aðu úr landinum. Tá eg um morgunin 2. mai kom upp á brúnna á Claru Mærsk, segði Anton mær, at Saigon var fallið. Vit hugsaðu ikki stór­ veg­is meira um tað. Seinni um dagin hoyra vit ney­ð­arkall frá einum skipi. Tá vóru vit stødd út fyri Mekongflógvanum í Suðurkinesiska havinum. Neyð­arkallið ljóðaði, at tað vóru umleið 3000 flótt­ar úr Saigon umborð, og at tey vóru bæði svong og tyst, motorurin var steðgaður og leki var á skipinum. Tey høvdu brúk fyri hjálp alt fyri eitt! Anton gav við tað sama boð um at seta kós móti neyðstadda skipinum. Tað, ið mest var um­ ráð­andi fyri Anton og manning hansara, var at bjarga mannalívum. Tá vit komu fram til skipið, var longu nakað av sjógvi komið í tað, tí hol var kom­ið á skipssíðuna. Hóast veðrið var av tí besta, gjørd­ist bjargingaratgerðin heldur torfør. Vit løgdu við síðuna av flóttafólkaskipinum, men vietnamnesiska skipið var munandi minni enn Clara Mærsk, og tí var sera høgt upp á dekkið á farmaskipinum. Vandi var fyri, at panikkur kundi koma í umborð, men tað bilti ikki. Tey neyð­støddu stríddust av øllum alvi fyri at verða bjarg­að. Tey klintraðu upp eftir netum, togum og bjargingarleytarum, sum manningin á Claru Mærsk hevði hongt niður við síðuni á skipinum. Men, hóast tað tók nærum seks tímar at fáa øll inn­an­borða, førdi tað kortini ikki til teir stóru trup­ul­leikarnar..” Víðari greiðir Bergtóra frá, at tað var sera hepp­ið, at veðrið var so gott henda dagin, tí Clara Mærsk var eitt skip, sum rullaði illa. Hevði tað bara rullað eitt lítið sindur henda dagin, so høvdu tey als ikki kunnað bjargað øllum hesum neyð­ støddu menniskjunum. Hon sigur, at nøkur av flóttarfólkunum vóru vápn­að, men Anton tók beinanvegin vápnini frá teimum og læsti tey inni. Av tí, at tey hvørki høvdu fingið vátt ella turt í fleiri dagar, vóru fleiri av teimum illa á holdi komin. “Nakrir læknar vóru millum flóttafólkið og við heili­vági frá okkum, hjálptu teir teimum, ið høvdu tørv á læknahjálp. Men, vit fingu eina óvæntaða uppgávu, ið vit ong­antíð høvdu roynt áður. Kvinnur, sum vóru við barn, vóru eisini komnar umborð á skipið. Tríggjar vóru komnar so langt, at tær áttu umborð. Ja, vit máttu vera ljósmøður og taka ímóti trimum fitt­um nýføðingum. Áh! tað var ein heimur, teir fødd­ust inn í. Hóast umstøðurnar vóru, sum tær vóru, gekk alt sera væl. Clara Mærsk hevði bara fýra kømur til ferða­ fólk. At skipið tí brádliga skuldi taka ímóti fleiri enn fýra túsund neyðstøddum menniskjum í øll­ um aldri, kravdi eina stóra umskipan umborð. Á ferðini til Hong Kong, sum var umleið 1000 fjórðingar, fingu vit innrættað skipið til eitt hospi­talsskip. Anton gav boð um at skipa arb­ eið­ið soleiðis, at nøkur vórðu sett at taka sær av sjúkra­røkt og reingerð, onnur at býta mat út og syrgja fyri trygdini um­borð. Flóttafólkini vórðu býtt í bólk­ar. Nøkur hildu til í tómum bingj­um, onnur í lastini, á skips­lúk­un­um og aðrastaðni. Vandi var fyri panikki, tá maturin varð borin út, tí ótti var fyri, at tað ikki var nóg mik­ið til so mong menniskju. Men, alt tyktist at laga seg eftir vild. Tá kokkurin henda sama dag fekk boð frá An­toni at gera døg­urða til 4000 menniskju, helt hann, at skiparin var vorðin óður í høvd­inum. Hann visti tá ikki, at teir nakrar tímar seinni skuldu borð­reiða fyri so mongum gest­um. Seinni greiddi Anton systir síni Petru Hansen í Mi­ðvági frá, at tað var, sum tá Jesus mettaði tey 5000. Mat­ur­in bleiv ongantíð uppi. Undir einari takkarkvæðu nak­að seinni greiddi ein pro­ fess­ari, sum var við flótta­ fólka­skipinum mill­um annað soleiðis frá: “Tit hava bjargað okk­um. Í tveir dagar og tvær nætur vóru vit umborð á vietnamnesiska skipinum, sum var um at søkka. Vit høvdu einki vatn og ong­ an mat. Sólin brendi okk­um. Onkur doyði, og onn­ur vóru næstan deyð. Skip sigldu fram við okk­um, men steðgaðu ikki. Vit vóru sera tung í huga, bóðu Guð um, at eitt und­ur mátti henda. Og undrið hendi klokkan tvey sama dag. Tað var Clara Mærsk, ið kom til okkara sum ein frelsandi eing­il...” Undir hesi samkomu fingu Anton og konan eina gávu frá vietnamnesisku flóttafólkunum. ....... Clara Mærsk kom til Hong Kong, með­an allur bý­urin hevði nógv um at vera at taka sær av bretsku drotn­ingini, ið var komin á almenna vitj­an har. Ótti valdaði tó millum flótta­fólkið, tí tey vistu ikki, um tey sluppu í land í Hong Kong og tískil møgu­liga fóru at verða send aftur til Viet­nams. Tað var tí ein gleðilig stund, tá tað um há­ tal­ar­an var rópt: “Øllum 4.423 flóttafólkunum nýt­ist ikki at óttast, myndugleikarnir í Hongkong vilja sleppa øllum í land...” Henda fráboðan førdi til hurráróp, lógvabrestir og gleðitár. (Brot úr Skakandi tilburðir/ 2007) Anton Olsen bjargaði 4.423 flóttafólkum av søkkandi skipi 1975: Tá kokkurin umborð á Claru Mærsk fekk boð frá skiparanum um at gera døgurða til fleiri enn 4000 menniskju, helt hann, at Anton Olsen var vorðin óður í høvdinum Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir VI«, 2011, sum fæst í bókahandlum kring landið. Myndirnar eru tiknar av brúnni á Claru Mærsk og niður á vietnamnesiska flóttafólkaskipið, sum hevði fingið motorsteðg og var byrjað at taka sjógv inn Clara Mærsk er komin til Hong Kong við flóttafólkunum. Tað var ein gleðistund fyri hesi fólk, tá tey frættu, at tey øll fingu loyvi at sleppa í land