Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. mai 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 21 • 22. MAI 2017 7 RÓÐRARBLAÐIÐ Jóannes Hansen Hann man vera ein av teimum, sum hev­ur vunn­ið mest í kappróðri. Tá ið Klaks­víkingur í 2006 rættiliga kom aft­uríaftur, var Svein Rógvi Ljó­stein Niel­sen ein av oddamonnunum. Síðani hev­ur hann vunnið FM við Klaksvíkingi fleiri ferð­ir, og tá ið hann ikki hevur ver­ið umborð á 10-mannafarinum har norð­ uri, so hevur hann róð við øðrum bátum, og tað hevur hilnast væl. Hann er ættaður úr høvuðsstaðnum, men nógvu tey seinastu árini hevur hann búð í Klaks­vík, har hann eitt nú hevur ver­ið partur av bæði kapp­róðrinum og hond­bóltinum. Í ár var ætlanin, at Svein Rógvi saman við teim­um, sum mannaðu Klaksvíking í 2015, tá ið tað eydnaðist at vinna FM, skuldu manna gamla Klaks­víking og mill­um annað kappast við teir, sum í fjør vunnu FM við 8-mannafarinum Páll Fanga, og sum nú manna Klaksvíking. Tað varð av ongum. – Vit høvdu eina avtalu um hetta, men tað vísti seg einaferð í vetur, og tað bar ikki til. Av teim­um 15-16, sum í fyrraárið vóru við til at manna Klaks­ vík­ing, vóru bara fimm eftir, sigur Svein Rógvi Ljóstein Nielsen. Í fjør var Klaksvíkingur ikki mannaður. Svein Rógvi var odda­maður fyri Orminum Langa hjá Róðr­ar­fe­lag­num Knørri. Tað gekk støðugt framá, og bæði á fjarða­ stevnu og á ólavsøku vann Orm­ur­in Langi. Í ár er Svein Rógvi aftur venjari og ann­ar av lær­monnunum á Orminum Langa. Klaksvíkingur er mannaður. Svein Rógvi býr í Klaks­vík, har hann er leiðari á Magn støðini. Tí er upp­lagt at spyrja Svein Rógva: Nú kappast tú við tínar egnu? – Eg síggi Klaksvíking úr stovu­vind­ eyg­anum heima hjá okkum. Teir venja nógv, og teir rógva væl. Teir vunnu á okkum í ódn­ar­tøk­ unum í Runa­vík. Tíverri bar tað ikki til hjá okk­um at vera við í ódn­ar­tøkunum í Vestmanna leyg­ar­ dag­in. Men vit ætla okkum at vinna á teimum á norð­oyastevnu. Hvat siga klaksvíkingar til tað, at tú bjóðar Klaks­víkingi og klaksvíkingum av? – Teir hava hug at tosa um kappróður, tá ið teir koma inn á gólvið á Magn. Eftir ódnartøkini í Runa­vík var tað ikki frítt, at teir glósaðu. Um vit vinna á teimum á norðoyastevnu, so rokni eg við, at teir støkka inn á gólvið at ynskja okkum til lukku, og um vit ikki vinna, so fara teir heilt víst at støkka inn á gólvið. Svein Rógvi Ljóstein Nielsen hevur dubbað seg við fleiri av fyrrverandi bátsfeløgunum um­ borð á Klaksvíkingi. Hjálmar Hátún, sum hevur ver­ið við at vinna fleiri FM saman við Svein Rógva, róði í fjør og er við aftur í ár. Jón Syderbø hevur eis­ini verið ein av óføru FM vinnarunum í Klaksvík. Og í síðstu viku varð ein onnur av fyrrverandi eld­ sál­un­um umborð á Klaksvíkingi partur av mann­ ing­ini á Orminum Langa. Talan er um Janus Dam Jac­ob­sen, sum býr í Klaksvík, og sum í fleiri ár hev­ur verið venjari í Klaksvík. – Vit hava einki havt við nýggju manningina á Klaks­víkingi at gera, men vit vita, at teir eru óførir. Teir mentu seg nógv umborð á 6-mannafarinum Páll Fanga í fyrraárið, og í fjør vunnu teir FM við 8-manna­farinum Nevinum Reyða. So vit vita, at hetta eru ungir og svangir rógvarar, ið ætla sær at vinna. Umborð hjá okkum hava vit fýra, sum áður hava róð við Klaksvíkingi vunnið nógv. Hinir eru raskir og stinnir rógvarar, sum eru umleið tjúgu ára gamlir, so tað verður spennandi, sigur Svein Rógvi Ljóstein Nielsen. Ormurin Langi hevur vant á sjónum í fýra vikur. Teir venja í Kollafirði. Harvið er tað meiri sentralt fyri rógvararnar. Fleiri búgva í Havn, og so eru tað teir, sum koma úr Klaks­vík. Róðrarfelagið Knørrur hev­ur góð­ar umstøður av venja í hølunum, sum tey hava í gamla bygninginum hjá Skipa­felagnum Før­oyar. – Tað er eitt putlispæl at fáa tað at ganga upp við venj­ingini. Nógvir eru hand­verkarar, og teir hava tíbetur nógv at gera. Vit venja hvørt kvøld klokk­an 18.30. Tað ræður um at venja klókt, og tað haldi eg, at vit gera. Í fjør var kappingin millum 10-manna­før­in­um meiri spennandi, enn hon hev­ur ver­ið í mong ár. Seinnu árini hev­ur tað verið soleiðis, at ein bátur sum oftast hevur verið heilt suverenur. So­leið­is var tað ikki í fjør. Tá vann Drekin Reyði ein róður, Orm­urin Langi vann tveir róðrar, og Eysturoyingur vann fýra róðr­ar og harvið FM heitið. Fjórði báturin, sum luttók í fjør var Havn­a­r­bát­ur­in, ið var væl við og onkra ferðina heilt tætt við at vinna. Serliga spenn­andi var tað á vest­an­stevnu í Sør­vági, tá ið allir fýra bátarnir fóru um mál­ið so at siga samstundis. Aftur í ár er Havnarbáturin við. Eyst­ uroyingur er ikki við í ár, men tað eru aft­ur fýra bátar, sum lu­t­taka í kappingini mill­um 10-mannaførini – Drek­in Reyði, Havn­arbáturin, Klaksvíkingur og Orm­ur­ in Langi. – Vit ætla okkum at vinna á norðoyastevnu, men vit eru greiðir yvir, at vit ikki fara at toppa fyrr­enn um ein mánað. Eg havi sagt við kundarnar, sum støkka inn á gólvið á Magn støðini í Klaksvík, at vit kunnu tosa hvørja viku, men tað verður eftir ól­av­søku, at vit fara at gera upp og finna útav, hvussu tað vignaðist. At tað verður spennandi ivist eg onga løtu í, sigur Svein Rógvi Ljóstein Niel­sen. SVEIN RÓGVI kappast ímóti sínum bygdarmonnum Fyrrverandi bátsformaðurin og fleirvaldi FM vinnarin við Klaksvíkingi er nú álitismaður umborð á Orminum Langa – Vit ætla okkum at vinna á norðoyastevnu, men vit eru greiðir yvir, at vit ikki fara at toppa fyrr­enn um ein mánað, sigur Svein Rógvi Ljóstein Nielsen